Fríggjadags framløgurøð

Hetta er framløgurøð um evnir atknýtt hav- ella veðurfrøði, og er ætlað sum óbindandi kjakfundir fyri granskara og ráðgevara, sum arbeiða innan hesi fakøkini.

Sonde Container Ks

Stremba verður eftir at hava eina framløgu hvønn fyrsta fríggjadag í mánaðinum. Tað verður boða frá hesum fundunum  her á síðuni, og umvegis teldupost. Um ynski er um at koma á listin yvir tey, sum fáa henda teldupostin sendandi, so er at senda áheitan um hetta til knuds@vorn.fo

Næsta framløga verður fríggjadagin 09. januar, 2026

  • Stað: Mest sannlíkt á Granskingarsetrinum iNova
  • Heiti: - kemur -
  • við - kemur - .

Stovnar og feløg í samstarvinum higartil

Sp/f RAO, Sp/f RÁK, Sp/f SimLice, Havstovan, Firum, Náttúruvísindadeildin, Veðurstovan, Umhvørvisstovan, Hiddenfjord

Øll eru vælkomin og luttøkan er ókeypis. Tó, tað verður vænta av teimum, sum luttaka, at tey við tíðini eisini  bjóða seg til at leggja fram og/ella hava eitthvørt ískoyti til hesa røðina. 

Undanfarnar framløgur

05.12.2025: Háloysilig modellering av ráki í samband við aling í Vestmannasundi

við Jógvan Juul Olsen, verkfrøðingur hjá Sp/f RAO

Fyri at økja um nøgdirnar, sum verða aldar á sjónum, er neyðugt at finna fleiri økir, ella rættari at gera tað møguligt at ala á fleiri økjum. Kostirnir eru tá antin hægri alda, harðari rák ella hesar báðar avbjóðingarnar.  Í Vestmannasundi verða ein roynd gjørd at temja ráki, soleiðis at til ber at ala og fáa fiskin at trívast. Í hesum sambandinum eru háupploysiligar CFD-simuleringar gjørdar av rákinum í hesum partinum av sundinum, av ávirkanina, sum aliringar hava á rákið, umframt eisini hvussu rákið ávirkar aliringarnar.  Meira kann lesast um hesa verkætlanina í greinum á m.a.  Fishfarmingexpert, kyst.no og kvf.fo

Stað: Granskingarsetrinum iNova.

07.11.2027: Stormtøl fyri Føroyar

Við Bárður Á. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni.

Vísindagrein kom út í síðsta mánað, sum hyggur at títtleika og vindferð í stormhendingum í Føroyum frá 1940 til 2024. Greiningin, sum einamest er bygd á endurgreinað dáta frá ERA5-myndlinum, kemur m.a. til ta niðurstøðu, at ikki er merkisverd øking í títtleikanum ella vindferðini í stormum á okkara leiðum. Høvuðsbulurin í framløguni verður tilfar úr hesari greinini, men eisini eitt sindur um ætlanirnar, sum eru á Veðurstovuni um mátingarframyvir.

Eitt tíðandaskriv um greinina kann lesast her, og sjálv greinin kann lesast her.

Stað: Granskingarsetrinum iNova.

06.06.2025: Draga Data - Hond CTD

við Hjálmar Hátún frá Havstovuni

Útgerð til havfrøðiligar mátingar er oftani stór og tung, og er yvirhøvur ætlað til neyvar mátingar á djúpum sjógvi frá havrannsóknarskipum. Nú finnast CTD tól, sum er nóg neyv til at gera kanningar inni á firðunum, ið kunnu lorast frá einari tráðu á lítlum báti. Greitt verður frá royndunum við slíkari útgerð og úrslit frá slíkum mátingum í Kalbaks- og Tangafirði.

Stað: Granskingarsetrinum iNova.

07.03.2025: Bitlafylgjan í Vestmannsundi

Við Trónda Kragesteen frá Sp/f SimLice

Eitt bitla model, sum fær rákið frá einum sjóvarfalsmyndli, er brúkt til at meta um, hvussu smitta helst spjaðist millum støð í Vestmannasundi, har aling er og umhugsa verður at ala á.  Úrslit frá slíkum greingingum verður lagt fram, og kjak verður um, hvussu ymsir rokniháttir ávirka úrslitini.

Stað: Granskingarsetrinum iNova.

06.12.2024: Nýggir veðurmyndlar og nýtt vindatlas

við Turið Poulsen & Andras K. Gregoriussen frá Veðurstovuni

Arbeitt hevur verið við at seta upp ein háupploystan veðurmyndil fyri Føroyar. Nú byrja úrslitini at verða so mikið neyv at ætlanin er at leggja hetta út á heimasíðuna hjá Veðurstovuni í næstum. Eisini verður arbeitt við at gera eitt nýtt vindatlas fyri Føroyar. Tað er partvíst byggivinnan, sum eftirlýsir eitt meira neyvt vindatlas til at meta um styrkina hjá byggiverkjum, men fyrispurningur um neyvari vindkunning er eisini frá teimum, sum menna vindmyllulundir til orkuframleiðslu. Partur av hesum er frá framløgu, sum var á Nordik Meteorological Meeting í Keypmannahavn her fyri (Sí her).

Stað: Granskingarsetrinum iNova

04.10.2024i: A novel method for estimating local rain as freshwater discharge from Faroese rivers into fjords.

við Sissal V. Erenbjerg, Firum

Greitt verður frá einum nýggjum hátti at sameina regn mátingar, fylgissveina dátur og machine learning í eitt numerisk hydrologisk model (kallað FarRiv).  Hetta er brúkt til at rokna avrenning í øllum næstan 2000 føroyskum áunum, og er  brúkt sum input til FarCoast version2 havmodellið. Nakað av hesum tilfarinum varð lagt fram á IWRA-ráðstevuni, sum Jarðfeingi skipaði fyri í Norðurlandahúsinum fyrr í ár (Sí her).

Stað: Granskingarsetrið iNova

06.09.2024: Mátingar av avfalli og ávirkan av áarvatni á ráki á innaru leiðunum

Við Knud Simonsen frá Veðurstovuni.

Feska vatni, sum rennur frá áunum og út á sjógv, eru avgerandi fyri rákið á fleiri av firðunum her í Føroyum, og hevur eisini týdning í skipanini ávikavist innara og uttara ráki á Landgrunninum. Vitanin, sum vit hava um avfallið í Føroyum, er í stóran mun frá isohyetkortinum, sum Elias Davidsen, verkfrøðingur, saman við øðrum gjørdi umleið ár 1990. Ein roynd er gjørd at samantvinna úrslitini frá hesum kortunum, umframt aðrar mátingar av avfallinum, saman við lendiskortini á kortal.fo, fyri at fáa eitt boð uppá hvussu nógv vatn rennur á sjógv frá høvuðsáunum, og við havmyndlan hvørja ávirkan hetta hevur á ráki. Eisini verður komið inn á átak til at brúka forsagnirnar frá veðurmyndlum til at at dríva havmyndlar.  Nakað av hesum var lagt fram á verkstovu í Útvarpshøllini, sum varð skipað í samband við  IWRA-ráðstevnuni, sum Jarðfeingi skipaði fyri fyrr í ár (Sí her).

Stað: Granskingarsetrið iNova: