Sólstrálir og UV-indeks
Tað er ikki oftani at vit hava liggjandi gott veður, sum vit hava hesar dagarnar, og longu í dag síggjast fleiri, ið hava fingið eitt meira reytt dæmi. Hetta skyldast at vit fáa ov nógva UV-stráling og UV-indeksið er ov høgt, verður sagt, men hvat merkir hetta, og hava vit tølini fyri hesum?

Liggjandi gott veður, sum vit hava hesar dagarnar, er heldur sjálvsamt. Nógv av okkum skulu ikki verða leingi úti í sólini, áðrenn vit fáa eitt meira reytt dæmi. Ráðini eru tá at smyrja sólkrem á bera holdi, um holdið ikki skal fjalast í klæðum ella at rýma úr sólini. Á flestu dunkum við slíkum sólkremum stendur at hon verjur móti UV-stráling. Hvat er so UV-stráling, hvat ger hon og ber til at meta um, hvussu nógva UV-stráling kann vantast ein ávísan dag?
Á einum av síðunum í stóru kunningarskipanini Copernicus hjá EU, sum kemur fram við at trýsta her, er viðkomandi lesnaður um hetta evnið. Niðanfyri er leysliga umsett og tillaga partar av hesum tilfarinum.
UV-stráling
Ultraviolet (UV) stráling kemur náttúrliga frá sólini, men kann eisini koma frá ymsum keldum í íðnaðar-, handils- og frítíðarvirksemi. Tilgjørdar sólir til at brúnka sær holdið eru dømir um hetta. Hesar strálirnar hava eina aldulongd uppá 100-400 nm, sum eri heldur styttri, t.v.s. hægri frekvens, enn sjónligt ljós.
Aldulongdirnar í UV-strálingini kunnu deilast upp í trý bond:
UVA (315 - 400 nm)
UVB (280 - 315 nm)
UVC (100 – 280 nm)
Á veg niður gjøgnum atmosferuna verður alt UVC og áleið 90% av UVB strálunum absorberaðar av oson, vatn dampi, oxygen og carbon dioxide (CO2), sum er í atmosferuni, meðan UVA-strálurnar eru minni ávirkaðar. Tískil er tað bara ein partur av sólstrálingini, sum rakar jarðarskorpuna og er tað í stóran mun UVA-strálur við einum minni ískoyti av UVB-strálum.
Mongd av stráling, sum rakar eitt ávíst stað á jørðini, er tengt at fleiri viðurskiftum. Hædd hjá sólini, sum er tengt at árstíð, tíð á degnum og breiddarstigið ein er staddur á, eru avgerandi. Eisini hevur endurskin frá umhvørvinum týðning. Her á okkara leiðum er væl kent at sólin munar meira á sjónum, enn á landi, tí endurskini av sólarljósinum frá vatnskorpuni eru størri enn frá lendinum á landi. Eisini hevur nøgd av oson, vatndamp og koltvíiltu í atmosferuni, sum longu nevnt, týðning, og tískil hevur ávirkan av mannaskaptari luftdálking serligan áhuga í hesum sambandinum.
UV stráling hevur ávirkan á heilsuna hjá fólki, djórum og plantum. Hjá fólki kann økt UV-stráling elva til m.a. húðkrabba, eygaskaðar og neiliga ávirkan á imunverjuna. UV-indeks (UVI) er ein altjóða háttur at máta partin av UV-strálingina, sum elvir til at fólk verða sólbrend, ið heimsheilsstovnurin WMO tók til sín í 1994. Endamálið við UVI er í høvuðsheitum at gera forsøgnir fyri at kunna almenningin um tørvin at verja seg fyri sólini.
UV-indeks
UV-indeksið (UVI) byrjar frá null (0) og veksur, jú størri er møguleikin er fyri skaðar á húð og eygu, og jú minni tíð er tað ráðilig at verða úti í sólini. UVI er eitt mát fyri nøgdina av UV-stráling og skaðan, sum UV-stráling ger á húðina hjá fólki. Í talvuni niðanfyri er lýst hvørji atlit WHO mælir til at taka í mun til UVI:
UV-indeks | Vanda støða | Tilmælt verja fyri sólini |
1 -2 | Lág | Ongin verja neyðug Tað er trygt at verða úti |
3 -5 | Tolulig | Verja neyðug At verða í skjúrtu og bera sólskerm ella sólbrillur verður tilmælt |
6 -7 | Høg | Verja alneyðug Í tímunum kring middag verður mælt til at verða har, tað skuggar fyri sólini. Er neyðugt at verða í sólini, verður mælt til at verða í skjúrtu og brúka sólskerm og sólbrillur |
8 – 10 | Sera høg | Eyka verja neyðug Mælt verður til at verða innandura millum kl 11 og 16. Hesar tímarnar verður mælt til at verða í skjúrtu við longum ermum, longum buksum, sólskermi, í hatti við breiðum skugga og sólbrillum eisini har sum tað skuggar fyri sólini. |
11+ | Álvarslig | Eyka verja avgjørt neyðug Mælt verður til at verða innandura millum kl 11 og 16, og søkja skugga uttanfyri hesar tímarnar. Sjálvt í skugga verður staðiliga mælt til at verða í skjúrtu við longum ermum, longum buksum, sólskermi, í hatti við breiðum skugga og sólbrillum. |

Atkomulig UV-indeks
Skipanin Copernicus Atmosphere Monitoring Service (CAMS) roknar UVI út frá úrslitunum frá veðurmyndlinum ECMWF, og roknar hon tvey virðir fyri UVI: Eitt fyri skýfrían himmal, og eitt við skýloftinum. Sjálvur roknimyndilin roknar fyri meskar, sum eru heilar 40km x 40 km stórir. Tá verða staðbundin viðurskiftir so sum fjøll illa umboðaði. Tá so er, eru serliga útrokningar av skýloftinum heftar av stórari óvissu. Tí verða bæði tølini veitt, soleiðis at betur ber til at gera egnar metingar av vandanum. Eisini má takast við at hesi virðini eru einans fyri strálingina, sum rakar beinleiðis. Um nógv endurspegling er, t.d. frá sjónum, stórum glasrútum ella ljóst málaðum veggjum, so má leggjast upp fyri hesum umframt.
CAMS roknar virðir fyri hvønn tíma út frá forsøgnunum frá veðurmyndlinum ECMWF fýra dagar fram. Hesi tølini eru tøk umvegis leinkjuna omanfyri. Hagani ber til at heinta sær eina app, sum gevur atgongd til hesi tølini. Tølini eru eisini atkomulig aðrar vegir, m.a. um veðurappina hjá Windy.com.
Hesi úrslitini fyri UVI verða víst sum kort fyri størri økir kring heimin. Á mynd 1 er víst kort fyri hægstu virðir hósdagin 15. mai, 2025 í útnyrŋingspartinum av Evropa. Her sæst at Føroyar liggja í einum økið, har tað verður mælt til at verja seg henda dagin.
Tað ber eisini til at klikkja á hetta kortið fyri at fáa støðuna næstu dagarnar tíma fyri tíma. Tað hava vit gjørt fyri Føroyar, og er úrslitið víst á mynd 2. Eftir hesum verður hægsta UVI gott 4 næstu dagrnar. Tá er tilmælið at verja seg fyri sólina. Mikudagin og líka til fríggjadagin vantast skýfrían himmal. Leygardagin er forsøgnin at tað verður skýggjað, og tískil verður samlaða UVI nakað lægri, - men kortini so mikið høgt at verja fyri sólini er tilmælt. Fyri leygardagin eru útrokningarnar eisini gjørdar uttan at taka hædd fyri skýloftinum, og hendir tað seg at sólin kortini kagar undan, so er tað tilmælið fyri hetta hægra UVI, sum skal fylgjast.

UV-indeks frá Veðurstovuni
Uttan fyri Veðurstovuna í Havn verður samlaða orkan frá sólarinnstrálingini mátað og eru hesar mátingarnar tøkar á heimasíðuni vedur.fo undir mátingar (Trýst her). Hetta eru mátingar av samlaðu orkuni, og ikki av innstrálingini í teimum ymsum bondunum, sum greitt er frá omanfyri. Tó, arbeitt verður við at útvega slíka útgerð, soleiðis at Veðurstovan eisini kann veita beinleiðis mátaði tøl fyri UVI.