Otto skifti kós og fór ístaðin til Norra

Vit hava havt hann á radaranum í eina viku

Otto Main 19B420d27b

Hesa vikuna hava veðurfrøðingar á føroysku veðurstovuni sitið og fylgtu við, hvussu eitt lítið og snarsint lágtrýst tók seg upp yvir Norðuratlantshavi og tók eina leið beint ímóti Føroyum. Soleiðis sum tey tungu og framkomnu telduforritini roknaðu, skuldi tað havt verið her hjá okkum í dag, fríggjadagin 17. februar.

Tað sá út til, at lágtrýstið var her tíðliga á degi, og at vindurin út á dagin fór upp í skrið ella storm við hvirlum upp í ódn. Ættin skuldi vera landsynningur og sunnan, og so skuldi hann støkka vesturum til vestan einaferð í kvøld.

 

Otto d. 17.feb.2023 nr 1.png

Myndin vísir, hvar Otto var kl. 09.45 á leiðini millum Hetland og Suðurnorra.

Men, sum vikan gekk, byrjaðu telduforritini at rokna seg fram til annað. Leiðin fór at vera í beinan eystan ístaðin, og lágtrýstið, sum danska veðurstovan í gjár gav navnið Otto, er nú fyrrapartin á veg inn yvir sunnara part av Norra við nógvum vindi. Serliga í Danmark kunnu tey vænta sær nógvan vind, og DMI hevur ávarað um storm við hvirlum av ódnarmegi. Mesti vindurin er vanliga sunnan fyri miðjuna á einum lágtrýsti, so tað er serliga norðari partur av Danmark, at vindurin fer at vera tann mesti.

 

Otto d. 17.feb.2023 nr 2.png

Mynd úr fylgissveini av Føroyum kl. 09.45. Tað plettuta skýøki yvir Føroyum og vestanfyri vísir tað óstøðuga luftrákið av útnyrðingi. Tað hvíta øki eystanfyri eru tey tøttu skýggini við avfalli, sum fylgir Otto á leið eystureftir.

Otto hevur ment seg frá einum lítlum lágtrýsti til eitt stórt og máttmikið lágtrýst við skarpleiddum brúgvaløgum. Saman við einum øðrum lágtrýsti yvir Norskahavi dregur Otto kaldari luft við kavaælingum av útnyrðingi ímóti Føroyum.

Kanska er tað ikki eitt heilt so gali býti, kortini…

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi