VEÐRIÐ Í DALI
SEPTEMBUR 2024
VEÐURSTOVA FØROYA
Dagfesting: 19. septembur 2024
Staður: Dalsvegur 18 – 235 Dalur
Heimildarfólk: Sjúrður Nolsøe & Anfinn Johannesen
Viðtal við: Hanus Kjølbro
Veðrið í bygdini
Bygdin Dalur er staðsett niðast í einum smølum dali, sum gongur beint eystur og vestur. Báðumegin dalin eru fjøll. Norðanfyri er Stórafjall (396m), sum gevur góða lívd á høgætt. Vestanfyri er ein fjallarøð um 300 metrar høg, sum gevur lívd ímóti vesturættunum, og sunnanfyri er Fjallið (362m). Tað gevur góða lívd, tá ið hann er sunnan.
Eystanfyri er opið hav, og ættirnar úr eystri og beint niður um landsynning koma ótarnaðar inn ímóti bygdini. Hesar eru eisini mjørkaættir. Tey sleppa ikki av við mjørkan, fyrr enn hann er farin vestur um sunnan. Ættirnar úr eystri og niður í landsynning sunnan eru ringar brimættir.
Eingin høg og brøtt fjøll eru á Sandoynni, sum kunnu hótta við so ójavnum vindi og hørðum hvirlum, sum aðrastaðni í landinum. Formurin er rundari enn á hinum oyggjunum, og tað ávirkar eisini veðrið. Heðin Brú skrivaði á sinni, at Várharra var komin úr damugildi, tá ið hann gjørdi Sandoynna. Ættirnar við ójøvnum vindi eru landnyrðingur, útsynningur og útnyrðingur, sum tó ikki er líka ójavnur allastaðni í bygdini, hóast bygdin ikki er stór.
Mynd 2: Kort av Sandoynni. Pílarnir peika ímóti Dali.
Fyri at fáa greiði á, hvussu veðrið er á teimum ymsu ættunum í Dali, setti undirritaði seg í samband við Sjúrð Nolsøe. Hann er føddur og uppvaksin í Dali og hevur altíð búð har. Hann beyð mær suður til sín at gera samrøðu um veðrið. Við til samrøðunar var eisini Anfinn Johannesen, sum eisini er úr Dali.
Við til samrøðuna, sum var í heiminum hjá honum á Dalsvegi 18 í Dali, var spurnarblað – til allar 16 ættirnar, ið vanliga eru umtalaðar í bygdini:
Ø Er vindurin javnur ella ójavnur á ættini
Ø Er meira vindur í ættini enn aðrasteðs – ella øvug
Ø Er ættin vát – t.e. regn, tá ið turt er aðrastaðni – ella øvugt
Ø Er hetta mjørkaætt?
Ø Er ættin vanliga ein góð ætt ella ein ring ætt – ber til at siga tað við fáum orðum?
Ø Onnur viðurskifti um ættina, søgur, fyribrigdi, hendingar o.s.fr.
Spurt varð somu spurningarnar ætt fyri ætt. Byrjað varð við norðan, og var farið allan kringin runt eystureftir, og steðgað var við heil- og hálv- og millumættirnar.
Mynd 3: Tær 32 ættirnar. Til samrøðuna eru ikki allar 32 ættirnar brúktar, men onnurhvør - t.e. heil-, hálv- og millumættirnar.
Norðan
Norðan kemur beint uppfyri fjallið norðanfyri (Stórafjall) og er ein góð ætt í Dali.
Norðan er ein av teimum hampuligastu ættunum í Dali. Allar høgættirnar eru hampuligar. Stórafjall lívir væl, og av vindi merkist lítið í bygdini. Tað er bert á suðurættini, at tað lívir betur enn norðan.
Norðurættin kastar báðar vegir – t.e. at lotið fer bæði omaneftir og niðaneftir gjøgnum bygdina. Tá ið tað er nakað av vindi, er hann niðri í bygdini. Eitt sindur niðanfrá er minni vindur. Íllveðri av norði um veturin merkist hann sjálvandi í bygdini, men tey hugsa ikki so nógv um veðrið tá.
Norðurættin hevur altíð verið roknað sum besta terraættin í Dali. Ikki nógv avfall. Ælingarnir fara suðurvið eystan fyri bygdina. Tey seinastu mongu árini er ættin broytt eitt sindur, tí hon er blivin vátari viðhvørt inn í bygdini eisini og er ikki altíð líka turr, sum hon var fyrr. Dømi eru, at fólk í hoyna í góðveðri á høgætt hava fingið eitt grovt æl niðuryvir seg, og tað var óhoyrt fyrr.
Norðan kann leggja nógvan kava, ikki minst í fjøllunum norðan- og sunnan fyri bygdina.
Norðan er ikki brimætt, og mjørki kann koma fyri, tó at tey vanliga ikki rokna við mjørka av nøkrum av høgættunum.
Landnyrðingur norðan
Í Dali gera tey ikki mun á landnyrðingi og landnyrðingi norði ella landnyrðingi eystri.
Landnyrðingur
Landnyrðingur kemur undan Hamarsenda og er ein keðilig ætt í Dali.
Vindurin er ójavnur, tá ið ættin er landnyrðingur. Altíð hvirlur, eisini í góðum veðri. Lognarveður er ímillum hvirlurnar, og tey hoyra, tá ið tann næsta er á veg. Í ringum veðri er tað sjálvandi nógv verri.
Er nógvur vindur av landnyrðingi, slær hann aftur í Fjallið og fer vestureftir niðan ímóti teim ovastu húsunum í bygdini. Har gerast hvirlurnar ógvuliga harðar, at tað næstan ikki er gangandi á vegnum.
Norðan er, sum nevnt er omanfyri, ein góð ætt í Dali, men bara hann kantrar móti landnyrðingi, verður hann keðiligur – eisini tá ið hann kantrar úr eystri og uppeftir.
Landnyrðingur er eisini ein lúrin ætt, tá ið tað kemur til avfall. Tað kann vera góður terri, men so kunnu koma grov æl – ikki bara lítil fýs. Á vetri leggur landnyrðingur nógvan kava suður ígjøgnum bergið – serliga har sum hann tað lívir afturundir. Beint sunnan fyri markið til Húsavíkar er ein sýna, har sum vanliga nógvur kavi leggur seg afturundir.
Landnyrðingur er ikki tokuætt í Dali.
Tað er ikki brim í Dali á landnyrðingi, men nógv brim suðuri á landi.
Ættin roynist væl til sjógv, tað er deyðakyrt á lendingini, har gerst alt. Í ófantaligum veðri er stilt á víkini fram við norðara landinum. Stór skip eru í ringum veðri komin inn á víkina við farmi til hinar eysturbygdirnar, tí har var ikki lendandi.
Í Dali hava tey lagt til merkis, at vatnstøðan er nógv broytt. Flóðin er munandi hægri, enn hon var fyrr – upp í ein hálvan metur ella so.
Landnyrðingur eystan
Í Dali gera tey ikki mun á landnyrðingi og landnyrðingi norði ella landnyrðingi eystri.
Eystan
Er ættin eystan, kemur hann ótarnaður uttan av havinum og beint inn í víkina.
Dalbingar ræddust ongantíð eysturættina. Vindur kemur javnur innan úr havinum. Í Dali er vindurin ongantíð nógvur av eystri, tað tykist sum havið tekur nakað av orkuni úr ættini.
Til avfall er eysturættin ójøvn. Luftin er altíð slavin, og hann hóttir altíð við mjørka, hóast tað ikki altíð er mjørki. Tað kann vera terri um summarið, men so áðrenn man veit av, er toka komin uttan úr havinum.
Saman við landsynningi er eysturættin ringasta mjørka og brimætt í Dali. Brim kann vera øgiligt.
Landsynningur eystan
Landsynningur eystan líkist eysturættini við jøvnum vindi innan av havi.
Landsynningur
Landsynningur kemur undan Flognum til bygdina.
Vindurin er ójavnur, tá ið hann kemur undan Flognum. Eisini í lítlum vindi, men sjálvandi ójavnari í nógvum vindi.
Ættin er vát. Liggur eitt brúgvalag yvir Føroyum við regni, regnar ofta illa í Dali, til hann støkkur vesturum.
Fer hann á vetrardegi at kava á landsynningi, og flykrurnar eru stórar sum eygnalappar, og ættin gongur upp í eystan ella landnyrðing, kann roknast við stórkava. Soleiðis byrjaði stórkavin í 1927 og ein annar í 1990unum. Tá var av ringasta veðri við nógvum kava.
Landsynningur er saman við eysturættini ringasta ætt í Dali til bæði brim og mjørka.
Landsynningur sunnan
Landsynningur sunnan og útsynningur sunnan eru hvørjum øðrum heilt líkir. Ikki nógvur vindur á hesum báðum ættum, men hvirlur – tó ikki líka ógvusligar sum á beinum útsynningi.
Sunnan
Tá ið dalbingar síggja skýggini koma út av Hæddini, er ættin sunnan, og tá er einki at vera bangin fyri av nøkrum.
Sunnan er besta ættin í Dali. Fjallið sunnan fyri bygdina gevur góða lívd. Tey eru tí fegin um ættina – serliga um veturin er hon góð. Hevði hon bara ligið altíð, siga tey.
Lítil vindur er, og tann sum er, er javnur. Vindferðin er væl minni, enn hon er aðrastaðni. Í stormi av suðuri kring landið, er næstan stilli í Dali. Bert okkurt blak er viðhvørt, og tey kunnu fara bæði oman og niðan í bygdini – líkasum tá ið hann er norðan.
Ættin kann vera nokkso vát viðhvørt, men ofta er gott og turt veður.
Sunnan er mjørkaætt í Dali.
Tað brimar ikki inni á víkini, tá ið hann er sunnan. Tað brimar fram við norðara landinum.
Útsynningur sunnan
Útsynningur sunnan og landsynningur sunnan eru hvørjum øðrum heilt líkir. Ikki nógvur vindur á hesum báðum ættum, men hvirlur – tó ikki líka ógvusligar sum á beinum útsynningi.
Útsynningur
Útsynningur kemur omanav fjallarøðini vestanfyri og er ikki ein góð ætt í Dali – ringasta ættin um veturin.
Vindurin er ójavnur á ættini, og vanliga er nógvur vindur í bygdini. Tað hoyrist, tá ið hvirlurnar koma – tað sígur samanum. Í illveðri er stilli millum hvirlurnar, og so koma tær buldrandi. Gongur hann upp í vestan, verður hann meira javnur beinanvegin.
Tað er so ymiskt við avfalli á útsynningi. Hann er kann vera turrur við nógvum vindi, men ikki er óvanligt við ælaveðri ella regni.
Í jólaódnini í 1988 var vindurin øgiligur, meðan hann lá av útsynningi. Eitt seyðhús fór alt sum tað var, og ikki sprekið sást aftur.
Útsynningur er mjørkaætt – allar lágættirnar eru mjørkaættir.
Útsynningur er ikki brimætt.
Útsynningur vestan
Útsynningur vestan er eisini ein góð ætt í Húsavík. Hon líkist bæði útsynningi og vesti, sum báðar eru góðar ættir.
Vestan
Vestan liggur úr eftir víkini og er ein góð ætt við jøvnum vindi.
Vestan er ein góð ætt í Dali við jøvnum vindi, men tað er ofta nógvur vindur, viðhvørt heilt nógvur vindur. Í lotinum er ofta nógvur saltráki, sum legst á hús og annað í bygdini – líka nógv ella meiri enn, tá ið tað er vindur eystaneftir. Hetta stavar frá briminum, sum er sunnan fyri Skarvanes.
Vestan er ein turr ætt og roynist væl, tá ið tað kemur til avfall. Tað kann regna illa viðhvørt, men yvirhøvur er hon roknað sum ein turr ætt.
Vestan er ikki mjørkaætt í Dali og vanliga er heldur ikki brim.
Tá ið tað kemur til brim, so er eitt serstakt fyribrigdi – vestanbrim – at síggja í Dali, hóast vesturættin liggur út eftir víkini. Vestanbrim er, tá ið tað er illveður vestaneftir og ódn í brimi er vestanfyri. Tað verður tikið eysturum av eystfallinum. Komið nakað norðureftir eystan fyri Sandoynna møtir tað rákinum norðaneftir og sleppur ikki longur norður, men verður ístaðin trýst inn á víkina.
Vestanbrimið kann vera heilt ógvusligt, og óløgini líka so høg sum á ringasta landsynningsbrimi. Vanliga koma trý óløgir, so er blikalogn eina løtu, og so koma tey aftur. Ringasta vestanbrimið er á sunnara landinum á víkini; á norðara landinum er stillari, viðhvørt logn.
Útnyrðingur vestan
Veðrið á útnyrðingi vestri líkist nokkso veðrinum, bæði tá ið ættin er vestan og útnyrðingur.
Útnyrðingur
Útnyrðingur kemur omanav og rekur frá í bæði borð, tá ið hann fer út av víkini.
Vindurin av útnyrðingi er ójavnur og er mangan óhugnaligur. Í góðveðri roynist ættin hampuliga væl, men er nakað av vindi ella illveður, eru harðar hvirlur. Tað er eitt sindur ójavnt í bygdini, hvussu hart tær raka. Í húsum, har hvirlurnar í bygdini raka fyrst, er útnyrðingur einasta ættin, tey ræðast. Onnur gera ikki tann stóra munin á útnyrðingi og vestri, og at tað ikki er meiri vindur enn á útsynningi.
Tá ið tað kemur til avfall, er útnyrðingur heilt hampuligur. Hann kann hava regn við sær – og á vetri nógvan kava – men vanliga eru tað bert ælingar. Um summarið er vanliga so lítið av avfalli, at tað setur ikki á grasið, men viðhvørt fer tað at æla ófordragiliga illa.
Sumrini eru ymisk til terra. Summarið 2024 var einki at reypa av, og heldur ikki 1924. Tá var fyrsta sátan rakað saman 4. september.
Útnyrðingur er hvørki mjørka- ella brimætt í Dali.
Ein dagin í 1921 var kolandi stormur av útnyrðingi. Nógvir bátar vóru til útróðrar, og tað var ikki lætt av vinna upp land hjá teimum. 3 sandsbátar settust upp í Skúgvi, 1 á Skarvanesi og 2 í Dali. Annar av hesum settist inn undir Skorðíðuni, sum er innan fyri Dalsfles. Ein av manningini kom einsamallur til gongur heim til bygdina at varskógva. Dalbingar mannaður 8 mannafarið í bygdini og fóru suður eftir bátinum og sleipaði hann til Dals. Teir høvdu grót í bátinum til kjølfestu.
Útnyrðingur norðan
Veðrið á útnyrðingi norði líkist veðrinum, tá ið ættin er norðan. Tað lívir líka væl sum norðurættin.