Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi, skrivað kl 11:00 UTC
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og einstøk æl, í støðum sól ella sólglottar. Í nátt fer hann í sunnan og veksur spakuliga. Tað fer at regna. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk sunnan og av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn, men sum frá líður slítur í. Hitin 9 til 15 stig.
Eitt rák av útsynningi er yvir Føroyum. Í nátt fer eitt lágtrýst vestanfyri Írland at ferðast í landnyrðing. Eitt brúgvalag haðani við regni ferðast upp yvir Føroyar av útsynningi fyrrapartin í morgin. Fríggjadagin fer eitt brúgvalag við regni at ferðast upp yvir Føroyar av útsynningi. Eftir tað rekur heit luft inn yvir Føroyar eystaneftir.
Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og einstøk æl, í støðum sólglottar. Í nátt fer hann í sunnan og veksur spakuliga. Tað fer at regna. Hitin 9 til 15 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn, men sum frá líður slítur í. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Samdrigið og einstøk æl, í støðum sólglottar. Um náttina lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Hitin 11 til 14 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sum seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 11 til 14 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sum seinnapartin minkar niður í lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 13 til 18 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum um kvøldið gongur upp í eystan. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 16 til 21 stig, um náttina um 13 stig.
Mánadagin
Lítið lot eystan og av landnyrðingi, minni enn 5 m/s. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 16 til 21 stig, um náttina um 13 stig.
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi, skrivað kl 08:00 UTC
Eitt rák av útsynningi er yvir Føroyum. Í nátt fer eitt lágtrýst vestanfyri Írland at ferðast í landnyrðing. Eitt brúgvalag haðani við regni ferðast upp yvir Føroyar av útsynningi fyrrapartin í morgin.
Ytribanki
Útsynningur 4 til 9 m/s. Í nátt sunnan 8 til 13 m/s. Fyrrapartin í morgin útsynningur 7 til 12 m/s. Toluligt ella vánaligt sýni.
Munkagrunnur
Útsynningur 4 til 9 m/s. Í nátt sunnan 7 til 12 m/s. Fyrrapartin í morgin útsynningur 7 til 12 m/s. Toluligt ella vánaligt sýni.
Fugloyarbanki
Útsynningur 4 til 9 m/s. Fyrrapartin í morgin útsynningur 8 til 13 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Íslandsryggur
Útsynningur 5 til 10 m/s. Fyrrapartin í morgin útsynningur 7 til 12 m/s. Toluligt ella vánaligt sýni.