Forsøgn galdandi til fríggjakvøldið, skrivað kl 16:00.
Frískt lot til frískan vind millum sunnan og útsynning, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt, í søtðum sól ella sólglottar. Út á kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið.
Í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og í støðum tám ella driv, men eisini sólglottar, mest norðanfyri. Sum frá líður minkar hann vindin niður í lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Samdrigið og stundum driv ella okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig, tó í nátt niður í 5 stig.
Eitt hátrýst yvir Týsklandi hevur í løtuni við sær eitt lýtt rák av suðuri yvir Føroyum, men fer næstu dagarnar í sunnan og viknar. Samstundis fer eitt lágtrýst við Eysturgrønland í landnyrðing, og eitt veikt brúgvalag haðani fer spakuliga fram við Føroyum vestaneftir í kvøld og í nátt. Eftir tað verður slavið rák vestaneftir, áðrenn eitt líti hátrýst yvir Íslandi at ferðast í landsynning fram við Føroyum leygardagin og fer at hava við sær høgætt og kaldari veður. Seinni leygardagin fer eitt nýtt lágtrýst yvir Íslandi væntandi at ganga í eystan, og eitt veikt brúgvalag haðani væntast at fara fram við Føroyum sunnudagin við onkrum æli. Eftir hetta lágtrýstið verður væntandi høgætt fyrst í komandi viku samstundis sum eitt nýtt og líti lágtrýst tekur seg upp tætt við Føroyar, ið kana hava við sær okkurt ælið mánadagin og týsdagin.
Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin
Frískt lot til frískan vind millum sunnan og útsynning, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt, í søtðum sól ella sólglottar. Út á kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin í dag 8 til 12 stig, í nátt niður í 5 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað og í støðum tám ella driv, men eisini sólglottar, mest norðanfyri. Sum frá líður minkar hann vindin niður í lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Samdrigið og stundum driv ella okkurt ælið, tó eisini onkur sólglotti í støðum. Hitin 7 til 11 stig.
Leygardagin
Fyrst frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Sum frá líður minkar hann vindin niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt, tó mjørki ella sirm í støðum. Hitin 2 til 7 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í strúk millum útsynning og vestan, 8 til 13 m/s. Skýggjað, támut og okkurt ælið. Út á kvøldið hækkar hann fyrst í útnyrðing, út á náttina norðan. Hitin um dagin 4 til 8 stig, um náttina niður í 1 stig.
Mánadagin
Fyrst frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, sólglottar og okkurt ælið. Sum frá líður minkar hann vindin niður í lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og okkurt ælið, í støðum vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, í støðum frískur vindur, 10 m/s. Sólglottar og okkurt ælið, hitin 1 til 5 stig.
Forsøgn galdandi til fríggjakvøldið, skrivað kl 15:05 UTC.
Tað er vindávaring fyri Íslandsryggin.
Eitt hátrýst, 1032 hPa, yvir Danmark hevur við sær slavið rák av útsynningi yvir havleiðirnar. Samstundis fer eitt veikt brúgvalag spakuliga vestaneftir fram við havleiðunum.
Ytribanki
Útsynningur 5 til 10 m/s. Í kvøld vestan 3 til 8 m/s. Í nátt og fyrrapartin í morgin útsynningur 6 til 11 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Munkagrunnur
Útsynningur 3 til 8 m/s. Toluligt ella vánaligt sýni. Í nátt og í morgin millum útsynning og vestan, 3 til 8 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Fugloyarbanki
Millum sunnan og útsynning, 6 til 11 m/s. Toluligt ella vánaligt sýni. Í morgin útsynningur 8 til 13 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Íslandsryggur
Utsynningur 8 til 13 m/s. Gott ella toluligt sýni. Í morgin útsynningur 9 til 14 m/s. Gott sýni.