Samnevni fyri regn, kava og hegling, loysningur, úrgonga, avfall og mjørki; nú hevði hann loyst avfallið, t.e., at farið var at regna ella kava.
Legg inn Veður.fo sum app.
Legg inn Veður.fo sum app.
Legg inn Veður.fo sum app.
Opna hesu síðuna við Safari
Legg inn Veður.fo sum app.
Um knøtturin omanfyri ikki riggar, royn so at trýsta á eitt ikon við triðmun prikkum. Um tað ei heldur riggar, royn so aftur við Chrome.
Legg inn Veður.fo sum app.
Vanliga við at trýsta á eitt ikon við triðmun prikkum. Um ikki, so royn aftur við Chrome.
Samnevni fyri regn, kava og hegling, loysningur, úrgonga, avfall og mjørki; nú hevði hann loyst avfallið, t.e., at farið var at regna ella kava.
Stórur áarvøkstur í nógvum regni, vatnføri. Sera nógv regn, grimdarregn, áarstoytingur, grovregn, bermiligregn, áarføri í regni.
Áarføri.
Spjødd skýggj á luftini, ádrigið og dragregn; sí draga á luftina (Sprotin).
Áarføri, grimdarregn, oysregn.
Kavi sum blot er komið í, krapi (Suð.)
Broddatjúkn
Tjúkn, ið kemur, tá ið fullbroddað er, tá ið rákið er harðast, broddælingur, broddaæl.
Samheiti fyri Pollamjørka
Dalamjørki yvir Viðareiði 5. juli 2008. Eitt lítið lot var av landsynningi, minni enn 3 m/s.
Eitt æl í degninginum – t.e. í lýsingini, móts. skýmingaræl, so setti hann degningsælið inn úr havinum.
Fínt regn, sirm (gl.)
Fínt tám, doðin liggur á landi; sólin slapp ikki framat fyri doðanum; ein sovorðin doði á luftini (grómut). Fínir døggdropar t.d. á klæðum, doðin lá á kotinum.
Mjørki í fjøllunum.
Eystan er ein heilætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er eystan, kemur vindurin av eystri (og fer í vestan).
Vindur kemur av eystri og fer vestureftir ímóti miðjuni á kumpassini.
Kavi sum liggur í fonnum.
Mjørki á fjøllum, toppamjørki
Sera grovt æl, eitt flóðaræl kom, og alt blotnaði upp.
Skýflóki, sum hevur rivið seg leysan úr skýbólki.
Nógv regn, áarføri
Ætt millum heilættirnar. Hálvættirnar eru landnyrðingur, útnyrðingur, landsynningur og útsynningur.
Kavi, sum liggur leingi og harðnar.
Einstøk flykra av kava, snjóflykra, kavaflykrurnar vóru vorðnar til hegling.
Ættirnar millum landsynning og útsynning.
Lágættirnar eru vanliga góðar á Viðareiði. Lágættirnar eru vanliga ikki góðar í Leirvík.
Æl sum mennir upp undir ættina sum er, æl sum ikki verður til óterra, hatta er eitt menningaræl, hatta er ikki at rokna við.
Skýggj líkt netju á seyði.
Sera nógv regn, sturtningur, grimdarregn, glopraregn, áarføri, í oysregni og stormi
Ógvisligt regn, glopraregn, í fjøruti samdøgur helt ódnarregnið við.
Felagsheiti fyri norðlýsi og suðurlýsi.
Væta, ið fellur til jarðar í dropum, drav, omanvatn, loysa við regni el. loysa regnið, fara at regna av grimd; hann loysti við regni; hann loysti regnið, tá ið flóðin kom; regnið díkti á vindeygað; blásti tú regn í hoyna, so vart tú ikki keisarans vinur (í látipípu); mýrisnípan letur fyri regni (boðar frá avfalli); sms. t.d. driv-, døglings-, glopra-, grimdar-, grinda-, gull-, lý-, mjørka-, oys-, ódnar-, sam-, vár-
Tá ið skýggja fjala alt loftið, eign sól sæst stava niðurígjøgnum.
Samdrigið. Skýggini fjala allan himmalin, einki hol er uppígjøgnum oman fyri Klaksvík.
Javnt skýggjutur himmal, skýtungur, tjúkkur, bundin, samdrigin luft.
Samdrigið loft er tað sama sum skýggjað loft. (Fisher Heinesen)
Kám og mjørkakend luft, fín toka (serst. í havsbrúnni), doði, dumb, hím, hjóm, kóv, tað var eitt gul av vestri við tjúkkum támi; lætt tám hekk bláligt og fínt um teir hægstu fjallatindarnar; alt var sum eitt tám fyri eygunum á honum; (tilt.) tað kemur aftur í sama támið (sama ólagið)
Útnyrðingur er hálvætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er útnyrðingur, kemur vindurin av útnyrðingi (og fer í landsynning).
Vindur kemur av útnyrðingi og fer í útsynning ímóti miðjuni á kumpassini.
Regn um várið (bíbl.)
Avfall sum stendur stutt, skúrur, frekt æl; grumt æl; ringt æl; hann setur eitt æl ella grundar fyri einum æli, hann dregur á luftina (fyri æli);* hann setti eitt æl fyri norðan*; hava mangt ælið køvt (havt manga ringa útiferð); betri er kalt æl á vári enn einki (kavaæl); fara ælanna millum (so stutt at fara til gongu); sms. t.d. brodda-, degnings-, flóðar-, grimdar-, heglings-, kava(roks)-, lýsingar-, menningar-, mjørka-, rennikava-, skarnings-, skýmingar-, toru-