Sjálvvirkandi forsagnir fyri havleiðirnar
Veðurstovan hevur ment eina sjálvirkandi skipan til forsagnir fyri havleiðirnar. Komið er til versión 2, og fyrireikandi arbeiðið til versión 3 er byrjað. Skipanin ger forsagnir og, um neyðugt, ávaringar fyri tær 4 havleiðirnar, ið fella inn yvir ábyrgdarøkið hjá Veðurstovu Føroya.
Á sumri 2025 yvirtók Veðurstova Føroya ábyrgdina fyri at gera forsagnir fyri havleiðirnar frá DMI. Í sambandi við hetta hevur verið ment ein sjálvirkandi telduskipan, ið er ein góð hjálp hjá veðurfrøðingunum á vakt. Hendan skipan varð sett í verk/ í versión 1 í september 2025.
Skipanin ger forsagnir og sendir um neyðugt ávaringar fyri tær 4 havleiðirnar, ið fella inn yvir ábyrgdarøkið hjá Veðurstovu Føroya: Ytrabanka, Munkagrunnin, Fugloyarbanka og Íslandsryggin.
Síðani versión 1 var sett í verk, hevur verið arbeitt við at víðarimenna hesa skipanina. Hetta hevur verið gjørt við royndarkoyringum, sparring innanhýsis, og sparring við aðrar partar, eitt nú MRCC. Og nú komið so langt at, versión 2 verður mett at vera rættuliga búgvin. Í skrivandi løtu er versión 2.35 í drift, meðan versión 2.36-2.39 verða royndarkoyrdar.
Skipanin heintar 4 ferð um samdøgrið niður nýggjastu modeldata frá DMI frá DINI modellinum og ger út frá hesum data eina forsøgn fyri havleiðirnar, ið verður send eitt nú MRCC. Vakthavandi veðurfrøðingur skrivar eisini eina forsøgn, ið verður send, men um náttina, tá ið veðurfrøðingur ikki er á vakt, sendir sjálvirkandi skipanin eina forsøgn. Um veðurlíkindi broytast knappliga um náttina - eitt nú á vetrartíð - so kann skipanin lofta hesum og senda ávaringar, hóast veðurfrøðingur ikki er á vakt.
Skipanin stuðlar væl undir, hvussu Veðurstovan og MRCC at liva upp til WMO krøvini til havforsagnir (coastal forecast). WMO krøvini áseta, at ávaringar skulu sendast sendast út beinanvegin, tær eru tøkar, og at forsagnir skulu sendast út í minsta lagi tvær ferð um samdøgrið.
Royndirnar av skipanini hava verið rættuliga góðar, og skipanin hevur verið ein góð hjálp at bøta um trygdina á sjónum. Hóast hetta so eru støður, ið skipanin ikki heilt loftar enn. Tí er fyrireikingararbeiðið til versión 3 í løtuni í gongd.
Støða: Verkætlanin er í gongd, versión 3.
Avrik:
- Versiónir: 1, 2
- Frágreiðing(ar): Fyribils bert innanhýsis í verkætlanini.
- Vísindauppslag:
- Framløga:
- Fjølmiðlan (Greinar):
Áramál: 2025 -
Ábyrgd á Veðurstovuni: Jari í Hjøllum
Onnur á Veðurstovuni: Andrias Klein Gregoriussen, Djóni F. Strømsten, Bárður A. Niclasen Hanus Kjølbro