Rákið á Sørvágsfirði

Map Sor Mesh 03

Lýsing av verkætlanini:

Alivirksemi hevur verið á Sørvágsfirði nærum síðani aling á sjónum byrjaði sum vinnuvegur í Føroyum, og eru mátingar av streymi, umframt hita og saltinnihaldi javnan framd á fjørðinum.

Frá innast í fjørðinum veksur dýpi til niður móti knappar 50 m úti móti munnanum, har ein lutfalsliga breið gátt er tvørtur um allan fjørðin. Í vestara partinum av fjørðinum í økinum norðanfyri Tindhólm og Gáshólm dýpist aftur so líðandi vestureftir út í Mykinesfjørð. 

Í innara partinum av fjørðinum er spakt sjóvarfalsrák, og er rákið her í stóran mun drivið av feska vatninum, sum rennur á sjógv við áunum, og av vindi. Yvir gáttini og vestureftir er tað yvirhøvur sjóvarfallið, sum eyðkennir rákið.  Í innara partinum av fjørðinum er ein avbjóðing við at ala á fjørðinum, eins og tað er á flestu firðum í Føroyum, at ansast má væl eftir at nøgdirnar av skarni og matleivdum ikki gerast ov stórar, tí rákið er ov spákt til at føra tað burtur. Í uttara partinum er hetta ikki ein trupuleiki, men heldur eru avbjóðingar við harðari ráki og ikki minst høgu alduni, sum kann koma inn á fjørðin serliga um veturin.

Í søguni hjá alingini á fjørðinum hoyrir eisini við, at tað javnan hava verið avbjóðingar við smittu av laksalús. Í hesum høpinum er ein av spurningunum um talan er um ávikavist innan- ella uttansmitta, og hvønn leiklut rákið á fjørðinum hevur í hesum.  Í hesari verkætlanini er ein serútgáva gjørt av havmyndlinum hjá Veðurstovuni, ið hevur serliga høga upploysn av økinum í og kring Sørvágsfirði. 

Fyri at kanna í hvønn mun útslitini frá myndlinum umboða veruleikan, verða samanberingar gjørdar við áður framdar mátingar á fjørðinum.  Málið er at fáa so mikið neyva lýsing av rákinum á fjørðinum, at tey framyvir kunnu brúkast í strembanini eftir at alivirksemi á fjørðinum verður mest møguliga skynsamt fyri bæði umhvørvið og vælferðina hjá alifiskinum.  

 

Úttak frá myndlinum fyri uttara part av Sørvági og leiðirnar kring Gáshólm, Tindhólm og Drangarnar. Litirnir og fílarnir vísa rákið, og linjurnar vísa saltleikan í vatnskorpuni. (Trýst á myndina fyri at síggja animerng)

 

Samstarv: Verkætlanin verður framd saman við Sp/f RAO, Sp/f SimLice og alifelagið Hiddenfjord.

Støða: Verkætlanin er í gongd

Avrik:

  • Frágreiðing(ar):     Fyribils bert innanhýsis í verkætlanini.
  • Vísindauppslag:
  • Framløga: 
  • Fjølmiðlan: Dømi uppá hvussu úrslit frá havmyndlinum á Veðurstovuni kann brúkast til at lýsa spjaðing av smittu millum alibrúkinum er framleidd av Sp/ SimLice, og kann síggjast her.

Áramál: 2025 - 

Ábyrgd á Veðurstovuni: Knud Simonsen

Onnur á Veðurstovuni: Jari í Hjøllum

Fígging: Verkætlanin verður fíggjað av Hiddenfjord.