Rák til leitiskipan

Forcing Obc Surf

Lýsing av verkætlanini:

Tá neyðstøða er á sjónum, so er tað MRCC sum fær boðini og síðani setur í verk og samskipar tey tiltøk, sum skulu setast í verk. Í flestu førum hevur rákið týðning, serliga tá talan er um leiting ella leki er av onkrari dálking. MRCC hevur í dag amboð, sum í ávísan mun lýsa rákið serliga á ytru leiðunum. Á innaru leiðunum, og serliga inni í sundum og firðum, har lutfalsliga harða sjóvarfalsráki kann føra lutir langa leið uppá stutta tíð, eru ynski um at fáa neyvari lýsing av  rákinum.

Í hesari verkætlanini er ein havnmyndil settur upp, sum røkkur havøkið millum Ísland og Skotland, og vestur á næstu bankarnar vestanfyri. Har djúpt er, hevur myndilin heldur grova upploysn, meðan upploysnin er hampuliga góð á øllum grynru økjunum, heilt góð inni á Landgrunninum og inn á firðirnar eru hon í støðum betur enn 50m.  Í løtuni verður hesin myndilin drivin við sjóvarfallinum, sum kemur inn á ytru rondini, og á vatnskorpuni verður hann drivin frá seinastu forsøgnirnar frá felags evropesika veðurstovninum ECMWF. Ávegis er at  at fáa stóru havstreymarnar inn á opnu rondina.

Málið er at hesin havmyndilin dagliga sjálvirkandi skal rokna rákið, sum eisini hevur við ávirkanina av seinastu veðurvánunum í økinum,  í tíðarskeiðini frá dagin fyri og 4 døgn fram, og at hesi úrslit verða tøk hjá leitiskipanini hjá MRCC, um tørvur verður á tí. 

Samstarv: Samstarv er við aðrar verkætlanir við hesum sama myndlinum, og verða framstig fingin í hesum verkætlunum beinleiðis til gagns í  hesari verkætlanini.

Støða: Verkætlanin er í gongd.

Avrik:

Áramál: 2025 - 

Ábyrgd á Veðurstovuni: Jari í Hjøllum 

Onnur á Veðurstovuni: Knud Simonsen  

Fígging: Hetta er partur av virkseminum hjá Veðurstovuni, sum verður fíggjað av játtanini til stovnin av fíggjarlóg landsins. Hetta átakið hevur umframt stórt gagn av øðrum verkætlanum, sum eru  við at menna havmyndlaamboðið á Veðurstovuni.

 

Løtumynd frá myndlinum á innaru leiðunum. Við at brúka ein roknihátt við ymsari stødd á roknimeskunum, ber til at hava heldur govar roknimeskar úti á djúpum vatni, og minni meskar inni á grunnum vatni, har rákið er harðari og fløktari. Við hesum framferðaháttinum ber til at rokna uppá eitt rættuliga stórt økið við tí avmarkaða teldumegi, sum vit hava tøka,  innan rímiligfa tíð. Hetta er ein fyritreyt fyri at uppstigaði kort av rákinum, sum hava við ávirkanina av seinastu veðurvánunum við.

Mynd ovast: Løtumynd av streymferðini í vatnskorpuni í øllum myndlaøkinum, sum røkkur frá Ísland til Skotlands, og vestur um Lúsa (Ysta) Banka.