Myndlan av nov-2024 eystanstorminum
Lýsing av verkætlanini:
Ein stormur eystaneftir var tann 24. novembur, 2024, sum hevði skaðar við sær kring landið. Serliga í Sandvági vóru fleiri skaðar, og vóru fleiri teirra í søguliga økinum kring gamla løgmannssæti. Endamálið við hesari verkætlanini var at kanna í hvønn mun okkara veður myndlar við upploysningini á ávikavist 2500m og 500m lýstu hendan stormin, og í øðrum lagi at kanna um aðrar uppsetingar í myndlinum kunnu gera forsagnir av slíkum støðum neyvari.
Samstarv: Verkætlanin var skipað sum 4 mánaðar starvsvening hjá Johann Geay, verkfrøðilesandi á Tekniska Universitetinum í Lyon, Fraklandi.
Støða: Verkætlanin er liðug.
Avrik:
- Frágreiðing(ar):
- Johann Geay, Performance analysis of the WRF model for a storm in the Faroe Islands, Research Internship Report, Université de Lyon/Veðurstova Føroya, Aug., 2025, 82 bls.
- Vísindauppslag:
- Johann Geay: Optimization of the WRF model for a storm in the Faroe Islands. Uppslag á Veðurstovuni.
- Framløga:
- Johann Geay: Eystanstormurin í novembur 2024, framløga á fríggjadagsseminarinum vi ð heitinum 'Veðurmyndlar og vindatlas' fyriskipað av Veðurstovu Føroya, 15.08.2025.
- Fjølmiðlan:
Franskur verkfrøðilesandi hevur kannað eystanstormin í novembur 2024, tíðindaskriv á vedur.fo; endurgivið í fleiri miðlum.
Áramál: 2025, 4 mðr.
Ábyrgd á Veðurstovuni: Knud Simonsen
Onnur á Veðurstovuni: Andreas K. Gregoriussen og Turið Poulsen
Fígging: Starvsvenjingin hjá Johann Geay var stuðla fíggjarliga av La Région Auvergne-Rhone-Alpes og Erasmus+ skipanini í EU-skipanini.