Háupploysiligt vindatlas fyri Føroyar

Example Wind2

Lýsing av verkætlanini:

Føroyar eru eitt lítið avbyrgt oyggjasamfelag við fjallalendi og einum vindharðum veðurlagi. Tó at landið er lítið, kann veðrið vera ymiskt frá einum staði til annað orsakað av ávirkanini av fjallalendinum.

Endamálið við verkætlanini er at kortleggja eitt háupploysiligt vindatlas fyri Føroyar; hetta verður gjørt við myndlan:

  • Miða verður eftir at vindatlassið verður so mikið háupploysiligt, at ávirkanin av tí føroyska fjallalendinum verður væl umboðað.
  • Miðalvindur og statistikkur verður funnin á øllum staðsetingunum sum myndilin loyvir.
  • Staðbundnar tíðarseriur yvir fleiri ár skulu helst gerast tøkar, soleiðis at til ber at síggja hvussu tað staðbundna veðrið háttar seg við tíðini.
  • Vindatlassið skal vera lætt atkomuligt og tøkt fyri øll.
  • Samstundis verður væntað, at hetta arbeiði eisini kann hava við sær at eitt betur veðurmodel yvir Føroyum kann verða gjørt, sum vil betra um tær føroysku veðurforsagninar, ið annars kunnu verða heldur torførar at gera til tíðir, serliga orsaka av okkara heldur kompliseraða fjallalendi.


Tað eru nógvir ymiskir mátar at seta ein veðurmyndil upp uppá, og kunnu myndlarnar vísa ymisk úrslit. Miðað verður eftir at finna eina góða uppsetan, ið umboðar veruleikan yvir Føroyum so gott sum tilber. Eisini verður stórur dentur lagdur á at validera arbeiði.

Støða: Verkætlanin er í gongd.

Avrik:

  • Frágreiðing(ar): Koma seinni. 
  • Framløga: 
    • Framløga av fyribilsúrslitum á fríggjadagsseminarinum við heitinum 'Veðurmyndlar og vindatlas', fyriskipað av Veðurstovu Føroya, 15.08.2025.


Tíðarskeið:
Oktobur 2024 til oktobur 2028.

Ábyrgd á Veðurstovuni: Knud Simonsen og Turið Poulsen

Onnur á Veðurstovuni: Andreas K. Gregoriussen og Bárður A. Niclasen

Fígging: Verkætlanin er fíggjað av Betri, Landsverk, Effo, Magn og Veðurstova Føroya.