Veðrið á Nesi, Toftum og Saltnesi
Sunnast í Eysturoy eru bygdirnar Saltnes, Toftir og Nes.
Bygdirnar liggja vestan fyri ein lágan fjallarygg, har sum Høganes (114m) er tað norðasta og Vørðan (127m) er tað hægsta. Ryggurin er nokkso javnur, og har er einki skarð ella hálsur.
Ryggur verjir væl ímóti eysturættunum, og ættirnar úr norði og niður í landsynning eru bestu ættirnar til vind og avfall. Tað blíva ikki keðiligar merkist lítið til vind, sama hvussu nógvur vindur er kring landið. Tey standa viðhvørt spyrjandi, t.d. tá ið Smyril avlýsir fyri veður ella má fara vestur um Sandoynna. Tey hava ongan vind. Tað er sum inni.
Vesturættirnar hava mesta vindin – t.e. útsynningur og vestan. Útnyrðingur er nakað frægari, tí Strandafjall ber uppfyri. Hvirlur eru ikki vanligar, um nøkur er, so eru tað av vesturættunum.
Tað er ikki nógvur mjørki har. Eysturættirnar um summarið kunnu vera ringar. Lágættirnar – t.e. millum landsynning og útsynning – eru ofta vátar. Alt avfallið er úr brúgvaløgum, samregn ella ælaveður. Lendið er so lágt, at har er einki orografiskt regn – fjallaregn.
Sjóvarfallið ávirkar ikki mjørkan. Tey hava lítið rák, sum er inn við Strandalandinum og út við Rókalandinum. Innan fyri Rók rekur als ikki. Flóð og fjøra eru bert tengd av há- og lágtrýstum.
Besta summarið í nýggjari tíð var eitt árið, hann lág høgur alt summarið. Brennandi sól og lítil vindur alla tíðina.
Tað er lítil uppgangur. Nógv neyst standa bara ½ metur oman fyri sjóvarmálan.
Fyri at fáa meiri at vita um veðrið á øllum ættum í Saltnesi, á Toftum og Nesi setti undirritaði seg í samband við Høgna Hansen. Hann er toftamaður og hevur altíð búð har. Saman við honum vóru Alfred Hansen, hann er eisini toftamaður, men hevur tey seinnu árini búð á Saltnesi, og Símin Johannesen av Nesi.
Teir tríggir hava alla sína tíð tikið lut í øllum bygdarlívi, fingist við landbúnað og tað, sum hartil hoyrir. Samrøðan við við allar tríggjar undir undir einum um alt økið um allar ættirnar úr norði og eysturum til landnyrðing og alla kumpassina runt.
Teir bjóðaðu mær at koma í B68-húsið á Svangaskarði at koma at tosa um staðveðrið.
Les meira um veðrið í hesum bygdunum her á heimasíðinu. Niðast síggjast snarslóðirnar, og undir har er staðveðrið. Skrolla niður til Saltnes, Toftir og Nes.
Góðan lesihug.