UV-vísitøl síggjast nú á okkara heimasíðu

Hanus Kjølbro

Nú er tann ljósa árstíðin aftur, og nógv okkara dáma væl at liggja undir sólini. Eisini eru tað nógv, sum leita sær til suður í heitari lond at sóla sær. Men tað er ikki vandaleyst – tað kann gerast upp í tølum, og tey standa nú á heimasíðu okkara.

20260613 A

Ein grein stóð á heimasíðu okkara í fjør um, hvat UV-geisling er, og hvat hon kann gera við húðina. Grundlógardagin í ár var húðlækni í útvarpinum og greiddi frá tí sama. Hann ávaraði ímóti at liggja ov leingi undir sólini, og at sólin var vandamiklast á middegi og nakrar tímar fram.

Á heimasíðu okkara, vedur.fo sæst ovast á breddanum vísitalið fyri UV-geisling. Myndin niðanfyri vísir støðun seinnapartin í dag:  

UV-vísitalið, klokkan 15 var 5,1 og er víst allarovast saman við einum appelsingulur prikki. Mesta geislingin í dag var 5,6, og í morgin og ovurmorgin eru tey 4,4 og 4,3, ávikavist.  

Hvussu nógva UV-geisling vit kunnu fáa á okkum, er víst við tølum. Her er talvan, sum hevur verið á heimasíðu okkara fyrr:

UV-vísital

Vandastøða

Tilmæli fyri verju ímóti geislingunum

1 -2

Lág

Ongin verja neyðug 

Tað er trygt at vera úti uttan sólkrem ella annað – t.e. húðin kann vera ber uttan verju frá klæðum ella kremi.

3 -5

Tolulig

Verja neyðug

Mælt verður til at vera í skjúrtu og hava smurt sólskerm á húðina og at vera í sólbrillum – t.e. nú er neyðugt at verja húð og eygu.

6 -7

Høg

Verja alneyðug

Í tímunum kring middag og nakrar tímar fram verður mælt til at vera í skugga. Er neyðugt at vera í sólini, eigur tú at vera í skjúrtu og brúka sólskerm og sólbrillur – t.e. verjan eigur at vera munagóð, tá ið tú ert úti í sólini.

8 – 10

Sera høg

Eyka verja neyðug

Mælt verður til at vera innandura millum kl 11 og 16. Hesar tímarnar eigur tú at vera í skjúrtu við longum ermum, longum buksum, sólskermi, undir hatti við breiðum skugga og í sólbrillum, eisini har sum tað skuggar fyri sólini – t.e. verð innandura uttanso, at tað er heilt neyðugt.

11+

Álvarslig

Eyka verja avgjørt neyðug

Mælt verður til, at verða innandura millum kl 11 og 16, og at vera í skugga uttan fyri hesar tímarnar. Sjálvt í skugga verður staðiliga mælt til at verða í skjúrtu við longum ermum, longum buksum, sólskermi, hatti við breiðum skugga og sólbrillum.

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi