Um illveðrið mikudagin

Hanus Kjølbro

Boðað er frá ringum veðri mikudagin – stormi og regni. Hvat siga forsagnirnar, og hvussu fer veðrið at vera her hjá okkum?

Isaias 9

Í forsøgnum, sum eru 2-3 dagar fram, er altíð nakað av óvissu, men meiri enn tað er, at lágtrýstið við hesum ringa veðrinum fer í millum Føroyar og Ísland. Tað skal bert lítil broyting í gongdini til at broyta veðrið hjá okkum – bæði til tað betra og verra.

Klokkan 10:00 var lágtrýstið, sum fer at geva okkum tann nógva vindin mikudagin, statt út fyri New York í USA. Tað sær ikki serliga ógvulsigt út, og tað er tað heldur ikki. Lufttrýstið í miðjuni er 1003 hPa, rundanum er hvassur vindur. Fylgissveinamynd av Windy.

Taka vit fyrst eitt lítið sindur um sjálvt lágtrýstið, so fer tað á midnátt í kvøld at vera statt einar 300 fjórðingar beint sunnan fyri Flemish Cape. Trýstið er tá komið niður í 992 hPa, og vindferðin sunnan fyri miðjuna, har mesti vindurin er, skrið ella stormur. Í morgin gongur leiðin ímóti Íslandi, meðan trýstið fellur 20 hPa, niður í 972 hPa. Mesti vindurin er tá í landsynning úr miðjuni, og hann er stormur.

Tað er mikudagin, at vit fara at merkja vindin og regnið av hesum lágtrýsti í Føroyum. Tað fyrsta teknið, at lágtrýstið nærkast, er at ættin gongur niður í sunnan mikunáttina, og fram ímóti uppfaringartíð er vindurin vaksin upp í hvassan vind – t.e. 15 m/s – samdrigið og regn.

Fyrrapartin mikudagin veksur vindurin upp í skrið, 18 m/s, og tað regnar illa alla tíðina. Út á seinnapartin veksur vindurin upp ímóti stormi, 22 m/s, ættin fer eitt sindur vesturum, meðan samregnið heldur uppat. Um kvøldið er skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, samdrigið og ælaveður. 

Hetta er ringasta løtan.

Hósnáttina minkar vindurin, og tá ið komið er til middags hósdagin, er hann komin niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, meðan tað er hálvskýggjað og ælaveður. 

Illveðrið er av á hesum sinni.

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi