Sólstrálir og UV-indeks

Knud Simonsen

Tað er ikki oftan, at vit hava liggjandi góðveður, sum vit hava havt hesar dagar, og longu í dag síggjast fleiri, ið hava fingið eitt meira reytt dæmi. Hetta skyldast, at vit fáa ov nógva UV-stráling, og at UV-indeksið er ov høgt, verður sagt, men hvat merkir hetta, og hava vit tøl fyri hesum?

About High Pressure Main 2A7f441d35

Liggjandi góðveður, sum vit hava hesar dagarnar, er heldur sjáldsamt. Nógv av okkum skulu ikki vera leingi úti í sólini, áðrenn vit fáa eitt meira reytt dæmi. Ráðini eru tá at smyrja sólkrem á bera holdið, um holdið ikki skal fjalast í klæðum ella at rýma úr sólini. Á flestu dunkum við sólkremi stendur, at innihaldið verjir móti UV-stráling. Hvat er so UV-stráling, hvat ger hon, og ber til at meta um, hvussu nógva UV-stráling kann væntast ein ávísan dag?

Á einum av síðunum í stóru kunningarskipanini Copernicus hjá EU, sum kemur fram við at trýsta her, er viðkomandi lesnaður um hetta evnið. Niðanfyri er leysliga umsett og tillagað partar av hesum tilfari.

UV-stráling

Ultraviolet (UV) stráling kemur náttúrliga frá sólini, men kann eisini koma frá ymsum keldum í íðnaðar-, handils- og frítíðarvirksemi. Tilgjørdar sólir til at brúnka sær holdið eru dømi um hetta. Hesar strálirnar hava eina aldulongd uppá 100-400 nm, sum eru heldur styttri, t.v.s. hægri frekvens, enn sjónligt ljós.

 Aldulongdirnar í UV-strálingini kunnu deilast upp í trý bond:

  • UVA (315 - 400 nm)

  • UVB (280 - 315 nm)

  • UVC (100 – 280 nm) 

Á veg niður gjøgnum lufthavið verður alt UVC og áleið 90% av UVB strálunum absorberaðar av osoni, vatni dampi, oxygen og carbon dioxide (CO2), sum er í lufthavinum, meðan UVA-strálurnar eru minni ávirkaðar. Tískil er tað bara ein partur av sólstrálingini, sum rakar jarðarskorpuna, og er tað í stóran mun UVA-strálur við einum minni ískoyti av UVB-strálum.

Mongd av stráling, sum rakar eitt ávíst stað á jørðini, er tengt at fleiri viðurskiftum. Hædd hjá sólini, sum er tengt at árstíð, tíð á degnum og breiddarstigið, ein er staddur á, eru avgerandi. Eisini hevur endurskin frá umhvørvinum týðning. Her á okkara leiðum er væl kent, at sólin munar meira á sjónum, enn á landi, tí endurskinið av sólarljósinum frá vatnskorpuni eru størri enn frá lendinum á landi. Eisini hevur nøgd av osoni, vatndampi og koltvíiltu í atmosferuni, sum longu er nevnt, týðning, og tískil hevur ávirkan av mannaskaptari luftdálking serligan áhuga í hesum sambandi.

UV stráling hevur ávirkan á heilsuna hjá fólki, djórum og plantum. Hjá fólki kann økt UV-stráling elva til m.a. húðkrabba, eygaskaðar og neiliga ávirkan á imunverjuna. UV-indeks (UVI) er ein altjóða háttur at máta partin av UV-strálingini, sum elvir til, at fólk verða sólbrend, ið heimsheilsstovnurin WMO tók til sín í 1994. Endamálið við UVI er í høvuðsheitum at gera forsagnir fyri at kunna almenningin um tørvin at verja seg fyri sólini.

UV-indeks

UV-indeksið (UVI) byrjar frá null (0) og veksur, tess størri møguleikin er fyri skaðar á húð og eygu, og minni tíð er tað ráðilig at verða úti í sólini. UVI er eitt mát fyri nøgdina av UV-stráling og skaðan, sum UV-stráling ger á húðina hjá fólki. Í talvuni niðanfyri er lýst, hvørji atlit WHO mælir til at taka: 

UV-indeks

Vanda støða

Tilmælt verja fyri sólini

1 -2

Lág

Ongin verja neyðug 

Tað er trygt at vera úti

3 -5

Tolulig

Verja neyðug

At verða í skjúrtu og hava smurt sólskerm á ella sólbrillur verður tilmælt

6 -7

Høg

Verja alneyðug

Í tímunum kring middag verður mælt til at vera har, tað skuggar fyri sólini. Er neyðugt at vera í sólini, verður mælt til at verða í skjúrtu og brúka sólskerm og sólbrillur

8 – 10

Sera høg

Eyka verja neyðug

Mælt verður til at vera innandura millum kl 11 og 16. Hesar tímarnar er tilmælt at vera í skjúrtu við longum ermum, longum buksum, sólskermi, undir hatti við breiðum skugga og sólbrillum, eisini har sum tað skuggar fyri sólini.

11+

Álvarslig

Eyka verja avgjørt neyðug

Mælt verður til, at verða innandura millum kl 11 og 16, og at vera í skugga uttan fyri hesar tímarnar. Sjálvt í skugga verður staðiliga mælt til at verða í skjúrtu við longum ermum, longum buksum, sólskermi, hatti við breiðum skugga og sólbrillum.

 

 

Mynd 1: CAMS total UV-indeks fyri 15. mai, 2025 roknað av ECMWF og heintað umvegis Copernicus.eu. Við at klikkja á kortið á myndini verður tú beindur til hesa heimasíðuna og heinta nýggjastu tølini.

 

Atkomulig UV-indeks

Skipanin Copernicus Atmosphere Monitoring Service (CAMS) roknar UVI út frá úrslitunum frá veðurmyndlinum ECMWF, og roknar hon tvey virði fyri UVI: Eitt fyri skýfrían himmal og eitt við samdrignum skýlofti. Sjálvur roknimyndilin roknar í meskum, sum eru heilar 40km x 40km stórir. Tá er staðbundin viðurskifti, so sum fjøll, illa umboðað. Tá so er, eru serliga útrokningar av skýloftinum heftar av stórari óvissu. Tí verða bæði tølini veitt soleiðis, at betur ber til at gera egnar metingar av vandanum. Eisini má takast við, at hesi virði eru einans fyri strálingina, sum rakar beinleiðis. Um nógv endurspegling er, t.d. frá sjónum, stórum glasrútum ella ljóstmálaðum veggjum, so má leggjast upp fyri hesum umframt.

CAMS roknar virðir fyri hvønn tíma út frá forsøgnunum frá veðurmyndlinum ECMWF fýra dagar fram. Hesi tølini eru tøk umvegis leinkjuna omanfyri. Hagani ber til at heinta sær eina app, sum gevur atgongd til hesi tøl. Tølini eru eisini atkomulig aðrar vegir, m.a. um veðurappina hjá windy.com.

Hesi úrslitini fyri UVI eru víst sum kort fyri størri øki kring heimin. Á mynd 1 er víst kort fyri hægstu virði hósdagin 15. mai, 2025 í útnyrðingspartinum av Evropa. Her sæst, at Føroyar liggja í einum øki, har tað verður mælt til at verja seg henda dagin.

Tað ber eisini til at klikkja á hetta kortið fyri at fáa støðuna næstu dagarnar tíma fyri tíma. Tað hava vit gjørt fyri Føroyar, og er úrslitið víst á mynd 2. Eftir hesum er hægsta UVI gott 4 næstu dagrnar. Tá er tilmælið, at verja seg fyri sólini. Mikudagin og líka til fríggjadagin væntast skýfríur himmal. Leygardagin er forsøgnin, at tað verður skýggjað, og tískil verður samlaða UVI nakað lægri - men kortini so mikið høgt, at verja fyri sólini er tilmæld. Fyri leygardagin eru útrokningarnar eisini gjørdar uttan at taka hædd fyri skýloftinum, og hendir tað seg, at sólin kortini kagar fram, so er tað tilmælið fyri hetta hægra UVI, sum skal fylgjast. 

Mynd 2: Forsøgn fyri UV-indeks fyri Føroya leiðrnar roknað av ECMWF og heintað umvegis heimasiðuni Copernicus.eu

UV-indeks frá Veðurstovuni

Uttan fyri Veðurstovuna í Havn verður samlaða orkan frá sólarinnstrálingini mátað, og eru hesar mátingarnar tøkar á heimasíðuni vedur.fo undir mátingar (Trýst her). Hetta eru mátingar av samlaðu orkuni og ikki av innstrálingini í teimum ymsum bondunum, sum greitt er frá omanfyri. Tó, arbeitt verður við at útvega slíka útgerð, soleiðis at Veðurstovan eisini kann veita beinleiðis mátaði tøl fyri UVI.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi