Sólareygað á vitjan

Knud Simonsen

Mikudagin í farnu viku vóru 20 børn og 10 vaksin úr dagstovninum Sólareygað í Tórshavn á vitjan. Saman við teimum vóru eisini 14 gestir frá dagstovnum í Reykjavík í Íslandi og í Sisimut í Grønlandi, sum eru her í samband við eina felags Nordpluss verkætlan.

Vitjan Solareygad 21042026C (1)

Á Veðurstovuni er einki høli, sum rúmar so nógvum fólkum í senn. Við hesari vitjanini bilti tað ikki, tí hesir gestirnir dámdu nógv best at verða úti í góða veðrinum, sum var farna mikudag. Hetta er eisini í tráð við verkætlanina um hóvliga námsfrøði, sum tey arbeiða við á Sólareygað og er partur av Nordplus verkætlanini. Her leggja tey dent á at geva sær tíð til at sansa okkara vøkru og fjølbroyttu nátturu. Næstu mánaðar verður teirra fokus flutt á veðrið, og byrjaði tað við vitjanini á Veðurstovuni mikudagin.

Undir vitjanini vóru tey upp í 3 bólkar, sum so skiftust um at vitja ymisk støð á veðurstovuni. gingu til ymsar framløgur í trimum ymsum hølum á stovninum. Tað eina var sjónvarpsupptøkuhølið, sum eisini er bæði fundar- og matarhøli, har tey fingu at vita um stovnin, veðurtænastuna og at royna seg sum veðurfólk í sjónvarpinum.

Uttan fyri varð greitt frá, hvussu mátingar verða gjørdar av regni og vindi, og væl lág fyri bæði hjá vaksnum og børnum at gera hesar mátingarnar. Eisini varð greitt frá hvussu Veðurstovan fær úrslit frá mátingum av hita, trýstið og ráki frá boyum, sum reka í havøkjunum kring Føroyar.

Triði steðgurin var í bállón-bingjuni, sum stendur í túninum við Veðurstovuni, har tey sóu og fingu frágreiðingar um radio-sondir og vindmátara. Høvuðshendingin var, tá veðurballónin fór upp úr bingjuna. Hetta er sjálvirkandi skipan, sum hvønn dag kl 12:04 nú um summari sleppur eina bállón við mátitólum. Um veturin hendir hetta kl 11:04. Í góða veðrinum, sum var mikudagin, bar til at síggja ballónina til hon var rættuligt høgt uppi.

Mátingarnar, sum á henda hátt verða gjørdar upp gjøgnum loftløgini, verða sendar frá mátitólinum undir ballónini og niður til samskiftisútgerð í bingjuni, og síðani beinleiðis til aðrar veðurstøðir kring heimin umvegis alheims veðurstovnin WMO. Slíkar mátingar eru, saman við mátingum frá fylgissveinum frá í erva, og mátistøðir á landi og sjógvi í neðra, avgerandi fyri at veðurmyndlarnir eru so neyvir, sum til ber. Stutt eftir at bállónini er brostin, eru mátingarnar tøkar hjá øðrum at brúka, m.a. av nógv brúktu appini Windy, og soleiðis atkomulig hjá almeninginum.

Skúla- og barnagarðsflokkar eru javnan á vitjan á Veðurstovuni og er hetta ein liður hjá stovninum til at menna almennu tilvitanina um veður- og havfrøði. Sjálvsøkna vónin hjá stovninum er at kveikja ein neista hjá teimum ungu fyri hesum fakunum, soleiðis at Veðurstovnan verður væl mannað framyvir.

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi