Rættingar og betringar á veðuryvirlitinum

Bárður A. Niclasen

Rættingar og betringar eru gjørdar á veðuryvirlitinum (meteogramminum) ovast á heimasíðuni hjá okkum.

Meteogram

Hesar ábøtur eru nú gjørdar:

  • Ov lág vindferð: Brekið, sum gjørdi, at vindferðin var víst ov lág á fleiri støðum, er nú rættað. 
  • Ov høgt UV-tal: Vit hava skift til ein nýggjan myndil frá CAMS (Copernicus Atmosphere Monitoring Service). Hann tekur betur hædd fyri skýlagnum á okkara leiðum, og tí er UV-talið nú meira álítandi.

 

Um veðurmyndlarnar á síðuni Myndlarnir, sum liggja til grund fyri veðuryvirlitinum ovast á heimasíðuni, eru frá DMI teir fyrstu dagarnar og frá ECMWF hareftir. Veðurstovan arbeiðir eisini við at menna egnar myndlar við enn hægri loysni fyri okkara øki. Teir eru at finna á www.vedur.fo/fo/vedur-og-havvanir/vedurkort, har teir nevnast VSF 2,5km (beta) og VSF 0,5km (beta).

Veðurvánirnar (tekstforsagnirnar) longri niðri á heimasíðuni eru skrivaðar av veðurfrøðingum og knýta seg ikki beinleiðis at einstøkum myndlum á sama hátt sum automatiska veðuryvirlitið (meteogrammið) ovast.

Hjálp okkum at betra síðuna Leggja tit til merkis, at okkurt er galið á heimasíðuni, eru tit hjartaliga vælkomin at skriva til okkara á vedur@vedur.fo . Vit takka almikið fyri fráboðanirnar um ov lágu vindferðina og manglandi UV-talið.

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi