Myndir og video frá sólarmyrkingini í Havn
Hóast tað ikki klárnaði í Havn í kvøld tá sólarmyrkningin, tóku vit eina røð av myndum ið vísa hvussu nógv tað skýmdi hesa løtuna.

Fitt av fólki var komið á gátt á Veðurstovuni til tiltakið í kvøld, og hetta fegnast vit um. Hóast tað ikki klárnaði sást væl at tað skýmdi eina løtu, og fólk vóru íðin at hyggja.

Tiltakið í Klaksvík varð flutt til Viðareiðis, tí har vóru betri líkindi. Til tiltakið á Viðareiði kom enn meir fólk enn í Havn, og har vóru fleiri klárar løtur,, so har fingu fólk nógv burturúr. Vit vænta at kunna leggja inn myndir haðani seinni.
