Mars 2026 - lýggjur og vátur

Hanus Kjølbro

Nú er mars 2026 farin um bak, og hvussu royndist hann til veður?

Mars 2026 0

Soleiðis sum há- og lágtrýst í Norðuratlantshavi tóku seg upp og ferðaðust, ber til at býta mars í trý.

Fyrstu vikuna var einki hátrýst standandi yvir Vesturevropa, og lágtrýstini, sum tóku seg upp við eysturstrondina í USA, gingu beint á okkum. Veðrið var umleypandi við skiftandi ættum, so hvørt sum lágtrýstini nærkaðust og fóru eysturum.

Vit høvdu lágætt við gráum lofti og ælaveðri, til brúgvaløgini komu. So regnaði hann seg vesturum, ættin gekk upp ímóti útnyrðingi, til ein hátrýstryggur kom sum ein kíli upp ímillum, áðrenn tað næsta lágtrýstið kom.

Fyrstu vikuna í mars gingu lágtrýstini beint á okkum. Ofta grátt og vátt, men ímillum lágtrýstini stungu hátrýstryggir seg norðureftir við eitt sindur hugaligari skýlofti. Soleiðis var um morgunin 3. mars. Tað var frískur vindur av útnyrðingi, og tað garðaði á sjónum á Tangafirði. Í erva var smáskýggjað við sól ella sólglottum. Mynd: Tórhallur Thomsen.

Eina lítla viku inn í mars broyttist veðurmynstrið eitt sindur. Lágtrýstini tóku seg upp nakað longur norði, og eitt eitt hátrýst mentist yvir Vesturevropa. Lágtrýstini fóru at ganga norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin, sum er nakað longri vestri, enn tey høvdu gjørt dagarnar frammanundan. Ættin í Føroyum var fyri tað mesta útsynningur – bert onkur løta av øðrum ættum var ímillum lágtrýstini.

Luftin, sum kom hendanvegin, kom úr Norðuramerika, og hon var kølin og óstøðug. Nógv ælaveður var í, og tað var bert hendinga dagur uttan avfall – regn ella kava.

Í 2 vikur ella so lá hann tráur av útsynningi. Brúgvaløgini stóðu í flokk og rað, og ímillum tey var ofta ælaveður. Í drivinum í slavnu luftini sást ofta ælabogin. Hann sæst best undan sólini. Á morgni 10. mars sóust tveir ælabogar oman fyri bryggjuna í Runavík. Tann niðari sæst væl á myndini; tann niðari er nakað kámur. Mynd: Jákup Martin Jarnskor.

Seinastu 10 dagarnar í mars mentist hátrýstið yvir Asorunum, og ein ryggur stakk seg haðani og eitt sindur norðureftir. Lágtrýstini tóku seg upp yvir Labrador og fóru at ganga beint eystureftir ímóti Føroyum. Tann trái útsynningurin var avbrotin, og hann fór at liggja meir av útnyrðingi við kava og so 1-2 dagar báðumegin sunnan við lýggjari luft og regni, soleiðis at kavin ikki lá leingi.

Seinastu vikuna í mars skifti hann millum kaldan útnyrðing við kavaavfalli og lýggjari luft millum útsynning og landsynning. Tað kavaði fleiri dagar, men ikki tað nógva, og hann lá ikki leingi. Hendan morgunin eitt sindur eftir sólarris var frískur vindur upp í strúk av útsynningi suðuri, og skýggj lógu spjødd í øllum trimum hæddunum. Mynd: Sten S. Larsen.

Vindferðin

Tann reyða strikan í miðjuni er miðalvindferðin. Hon fór nakrar ferðir upp um 20 m/s, og bert ta ein ferðina var løtan drúgv – tað var 22. mars. Annars var vindferðin 10 m/s ella minni. Kelda: Veðurstova Føroya.

Ættin

Hann lá fyri tað mesta av útsynningi og beint omanfyri í mars. Ættirnar úr útnyrðingi norðurum og niður í landsynning er næstan ikki at síggja á myndini. Kelda: Veðurstova Føroya.

Hitin

Miðalhitin í mars var 5,4 stig – mesti og minsti hiti vóru 10,0  og -1,8 stig, ávikavist. Miðalhitin tey seinastu 30 árini hevur erið 4,3 stig, so mars í ár var nakað væl lýggjari.

Hóast væl lýggjari enn klimanormalurin, mangla nógv í at fáa metið fyri mars. Tað er 7,7 stig, sett í 1929. Og nú vit eru farin í hagtølini at hyggja, kunnu vit taka við, at tann kaldasti var í 1919. Tá var miðalhitin -0,5 stig. Í nýggjari tíð var mars í 2024 sera kaldur, tann kaldasti síðan 1979.   

Hitalagið (tann reyða strikan) var javnt fyrstu 3 vikurnar. Lá um 5 stig og fór bert 1-2 stig uppum ella niðurum. Seinastu 10 dagarnar var tað meira óstøðugt, fór niður í frostmarkið nakrar dagar, og so uppaftur í 5 stig. Luftin var sera slavin næstan alla tíðina, og tað sæst á reyðu og bláu strikunum, tí tær eru so tættar næstan alla tíðina. Kelda: Veðurstova Føroya.

Avfallið

Tað regnaði 165,8 mm allan mars mánað í ár. Hetta er nakað meir enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini (1995 – 2025), sum er 119,3 mm. Síðan aldarskiftið hava 5 marsmánaðir verið líka vátir ella vátari. Tann vátasti í nýggjari tíð var í 2009 (211 mm). Fara vit heilt aftur til 1875 at leita eftir tí vátasta marsmánaða, er hann at finna í 1938, tá ið tað duttu 285 mm niður! Tann turrasti var í 2013 – bert 50 mm!

Næstan ikki ein turrur dagur í mars. Teir kunnu teljast á aðrari hondini. Onkran dag regnaði sera illa, men sum heilt regnaði tað eitt sindur alla tíðina, og bert fáar og ódrúgvar løtur var turt. Kelda: Veðurstova Føroya.

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi