Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Nú undangongumaðurin innan føroyska veðurfrøði Rúnar Alix Rasmussen fer frá sum veðurfrøðingur á Veðurstovuni, ynskja vit starvsfelagar at bera honum eina kvøðu.
Alix var borin í heim í Klaksvík í 1952. Mamma Alix, Nansy, var úr Vági við bondum til Víkabyrgi. Pápi Alix, Joen Steingrím Rasmussen, eisini nevndur Steingrím í Grótinum, var ættaður úr Klaksvík, pápi hansara var av Skipanesi og mamman úr Uppsølum.
Alix gekk í skúla í Klaksvík – tók realprógv í 1969. Hann dugdi væl í skúlanum, og man fer ikki nógv skeivur, um vit siga, at hann fekk tað besta prógvið í Klaksvík tað árið.
Hann var virkin skóti í fleiri ár og var sera dugnaligur í øllum, sum skótalívið hevði við sær: at vera úti í náttúruni, binda knútar, orientering við kumpassi og korti, fyrstahjálp og mangt annað. Hann var patruljuførari í Vípuni, og á skótabúnanum vóru nógv merkir.
Skótalívið – og eisini kappróðurin – mátti hann siga farvæl til, tá ið hann fór í Hoydalar at ganga í studentaskúla. Har bleiv hann liðugur í 1972. Tá í tíðini var tað ikki bara ein og hvør, sum fór í student. Tað vóru bert tey ídnastu og gávuríkastu, sum fóru at lesa víðari.
Hann fekk eitt so gott studentsprógv, at allar hurðar stóðu opnar fyri honum. Hann kundi velja, sum hann vildi. Hann hevði ein eldri beiggja, sum var verkfrøðingur, men hann valdi so at lesa alisfrøði og síðani víðari til veðurfrøðing.
Hann er ikki bara ein turrisligur akademikari, sum bara hevur grivið í bókum og funnið vitan har. Millum tíðina í Hoydølum og at hann fór niður at lesa, var hann ein langan túr við flakatrolara, Stella Karina – og so arbeiddi hann eisini fleiri summarferiur á gamla grótbrotinum í Klaksvík. Eisini hevur hann landað og málað. Altíð hevur hann verið arbeiðssamur, eisini tá ið hann var heima í summarfrí og hjálpti til við tí praktiska í Grótinum.
At valið fall á veðurfrøði hevði eisini okkurt at gera við, at kalla eingin veðurfrøðingur var í Føroyum tá, og hann sá møguleikar at koma aftur til Føroya at starvast. Vit hava við at gera ein tekniskt hugaðan persón, og hann hevur altíð lisið nógv og eisini fagrar bókmentir, og hann hevur eina stóra og breiða vitan. Hann hevði kunnað verið bókmentafrøðingur ella magistari í týskum, men hann fann sær eina konu, sum hevði valt júst ta leiðina.
Í skúlanum í Klaksvík fekk hann 13 í latíni, so kanska vóru tankarnir eina løtu at fara at lesa til prest.
Hann møtti Vibeke í lestrartíðini í Danmark. Hann giftist danskari konu, og dreymurin um at koma aftur til Føroya svann í lýggja summarlotinum á Sælandi. Saman eiga tey tveir dreingir og 4 ommu- og abbabørn.
Alix tók prógv sum MSc í Veðurfrøði í 1981 á universitetinum í Keypmannahavn (KU). Longu í síni lestartíð á KU arbeiddi hann saman við førandi granskara at menna og betra um veðurmyndlan á teldum. Hann fór 1981 í starv hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), har hann var tey næstu 35 árini.
Á DMI fekk hann hollar royndir í operativa arbeiðinum, umframt nógv annað serliga innan menning og gransking. Hann hevur staðið fyri veðurfrálæru fyri flogveðurfrøðingar, ment hættir at meta um vind, kava og ís lastir í Danmark og Grønlandi. Serliga hevur hann arbeitt við at menna spreiðingsmyndlan og forsagnir innan pollen, dálking og geiðsling v.m. Hann hevur luttikið í nógvum samstarvsverkætlanum millum altjóða veðurstovnar og var í fleiri ár virkandi verkætlanarleiðari á DMI innan síni øki.
Heima á klettunum var Alix hesi seinni árini eisini kendur sum okkara maður á DMI, sum t.d. morgunsendingar í útvarpinum nutu gott av. Fleiri minnast kanska vinarligu sissandi røddina tá stormar leikaðu á um okkara leiðir og hann var í horninum hjá útvarpinum fríggjamorgnar.
Um ta tíðina Alix valdi at fara frá á DMI, vóru so stórar umleggingar á DMI, at um 1/3 av starvsfólkahópinum var skorin burtur innan fá ár. At flaggskipið innan veðurfrøði í Danska Kongaríkinum var í slíkum vandasjógvi vísti seg tó at verða til gagns fyri Føroyar.
Politiskt var veðurtænasta yvirtikið málsøkið í 2009, men áralangur stígur kom í tilgongdina at fáa í lag føroyska veðurtænastu. Alix setti sær fyri at gera nakað við trupulleikan. Hann savnaði og stovnaði ein áhugabólk ið kallaðist Veðurmenningarbólkurin, sum frá 2017 til 2022 kannaði og ráðgav politisku skipanini um hvussu ein føroysk veðurstova kundi skipast og setast á stovn. Sum formaður var Alix drívmegin í arbeiðinum, har hann m.a. fekk gjørt politiskt tilmæli og nýggja samstarvsavtalu við DMI, sum gjørdi tað møguligt hjá føroysku veðurtænastuni spakuliga at menna seg.

Á myndini síggja vit tá Alix vegna Veðurmenningarbólkin handaði táverandi landsstýrismanni, Høgna Hoydal frágreiðing og tilmæli um føroyska veðurtænastu.
Sjálvt um Alix sjálvur er lítillátin av náttúr, so eru skotsmálini frá okkum og samstarvsfeløgum á DMI, at hann er sera dugnaligur, arbeiðssamur, nærlagdur og fyrimyndarligur starvsfelagi. Hansara partur hevur ongantíð ligið eftir.
Vit takka fyri góðu og mennandi tíðina saman og ikki minst nógvu orkuna hann legði í at fáa skipa og stovnset Veðurstovu Føroya. Fyri at siga tað stutt, so var eingin Veðurstova Føroya uttan Alix.
So vegna okkum og føroya fólk stóra takk fyri Alix.