Hanus Kjølbro
Veðurfrøðingur, Skipsførari
hanusk@vorn.fo +298 231323Ábyrgdarøki:
- Staðveður
- Forsagnir
- Miðling
Áhugaøki:
Verkætlanir á Veðurstovuni:
- (í gongd): Ferðist runt landið at kanna veðrið í bygd og bý – umframt fóbóltsvallir og kappróðrarøki
- (í gongd): Veðurtekn og veðurorð
Framløgur:
- Eitt sindur um Veðurstovu Føroya og hvat vit gera – jólafundur hjá SEV desembur 2023
- Eitt sindur um Veðurstovu Føroya og hvat vit gera – Torradagar februar 2024
- Eitt sindur um Veðurstovu Føroya og hvat vit gera – Sjómannadagar august 2024
- Hvussu er veðrið kring landið? – Vísindavøka í Suðuroy septembur 2024
- Eitt sindur um Veðurstovu Føroya og hvat vit gera – Starvsfólkafundur MOWI oktobur 2024
- Hvat er El Nino, og hvussu ávirkar tað fiskiskapin? – Sjómannadagar august 2025
- Local knowledge meets weather models – Nordic Meteorologic Meeting mai 2026
- Eitt sindur um Veðurstovu Føroya og hvat vit gera – Vetrarfundur Landsverks septembur 2026
CV:
- Útbúgving
- 1994 Skipsførari, Føroyar Sjómansskúli
- 2017 Námsfrøðilig Útbúgving, Mentamálaráðið
- Starvsroyndir
- 2022 – nú: Veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya
- 1997 – 2022: Sjómansskúlalærari, Klaksvíkar Sjómansskúli (nú: Sjónám)
- 2011 – 2014: Deildarleiðari á Sjónámi
- 1994 – 1997: Stýrimaður í altjóða sigling
- 1986 – 1991: Fiskiskip á langfararleið, oljutangaskip í Norðsjónum
Undirvísing:
- Lærugreinir
- Klaksvíkar Sjómansskúli (nú: Sjónám): Skipstøkni, veðurfrøði, enskt, føroyskt, siglingarlæra, siglingarreglur, sjórættur, GMDSS, lastalæru, IMDG
- Fróðskaparsetrið: Veðurfrøði fyri læraralesandi
- Miðnám Vestmanna: Veðurfrøði fyri ferðaleiðarum
- Skeið:
- Skeið til sjófólk: trygdarskeið, bátaføraraskeið, skjóttgangandi bjargingarbátur, brandskeið, 1. hjálparskeið
- Skeið til fólk í frálandavinnu: Helicopter Underwater Escape Training, BOSIET
Bókaútgávur:
· Veðurlæra, 2007 – at brúka á sjómansskúlunum í undirvísingini í veðurfrøði
· Veður, 2017 – krabbabók til børn í samstarvi við Bókadeild Føroya Lærarafelag
Partur av granskingar/menningarverkætlanum:
- Trygdarskeið til føroysk sjófólk 1997 – 1999
- Veðurmenningarbólkurin 2017 – 2022