Skipan og endamál
Endamál
Veðurstova Føroya skal (sí galdandi fíggjarlóg) :
- Menna føroyska veðurtænastu sambært altjóða leisti.
- Gera veðurforsagnir og ávaringar.
- Kunna um veðrið til føroyska brúkaran á hóskandi pallum.
- Standa fyri viðkomandi veðurmátingum kring landið.
Visión
Veðurstovan strembar móti at:
- Gera alt neyvari veðurmyndlar og forsagnir.
- Gera alt neyvari havmyndlar at stuðla sjóvinnunum og leitiátøkum.
- Gera alt neyvari mátingar og hagfrøðiligar lýsingar av veðrinum, herundir eisini veðurlagskanningar.
- Savna og skipa føroyska veðurvitan, so sum staðveður.
- Menna eina føroyska flogveðurtænastu.
- Har tað er gjørligt og skynsamt at automatisera og samskipa, so borgarar og vinna fáa eina so góða og ódýra tænastu sum gjørligt.
- Kanna hvørt Føroyar eins og aðrar smátjóðir í Norðuratlanshavið, kunnu fáa nakað av veðurtænastuútreiðslum endurrindaðar umvegis altjóða samstørv.
Uppgávan í verki
Veðurstovan hevur ábyrgd av veðurvánum og veðurkunning fyri føroysku land- og havøkini. Veðurvakt er allar gerandisdagar kl. 06-16 og kl. 08-16 allar aðrar dagar. Styttri áløgd kvøldvakt er fyribils allar dagar kl 20:45-22:45 UTC. Samstarvað verður við døgnvaktina á MRCC/TR.
Lóggáva og skipan
Veðurstova Føroya er skipað sum ein deild undir VØRN. Veðurtænasta fyri hav- og land er yvirtikið føroyskt málsøki, men flogveðurtænastan enn er danskt málsøki, umsitið av Trafikstyrelsen og útint av DMI (Danmarks Meteorologiske Institut).
Eingin serstøk lóggáva ella reglugerð er galdandi fyri veðurtænastu í Føroyum, t.e.. líknandi leistur sum t.d. í Danmark. Tað er tí galdandi fíggjarlóg saman við altjóða avtalum, sum nágreina krøv og mannagongdir. Krøvini til veðurtænastu á sjónum eru bundin at føroyska atlimaskapinum í IMO (International Maritime Organization), men veðurtænastan á landi enn ikki formliga er bundin at nøkrum limaskapi í WMO (World Meteorological Organisation), men í Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2026 var sagt: “Arbeitt verður fram móti at Føroyar fáa egnan atlimaskap í WMO”.
Føroysk flogveðurtænasta kann gerast veruleiki um Veðurstovan antin gerst undirveitari hjá DMI, ella økið verður yvirtikið og Føroyar sjálvar lúka ICAO/EASA krøv. Óheft av hvør leisturin verður, so fer flogveður at krevja størri manning og fígging.
VØRN hevur enn samstarvsavtalu við DMI, ið tryggjar Veðurstovuni fríð søgulig føroysk dátu, veðurmyndladátu frá UWC West (United Weather Centres - West) sum er samstarv millum veðurstovnar í Danmark (DMI), Island (IMO), Irland (Met Éireann) og Holland (KNMI), neyðuga atgongd til ritbúnað sum NinJo, umframt WMO-atknýttar tænastur sum dátuflutning og veðurlagshagtalsveitan v.m.
Fígging og atgongd
Veðurstovan verður fíggjað av Fíggjarlógini, so alt sum verður framleitt umvegis dagligu tænasturnar er almenn ogn. Veðurstovan ger tó eisini granskingarátøk fíggjaði av vinnuni, stovnum og grunnum.
Miðað verður eftir, at Veðurstovan kann fáa lut í DEN/ICE samstarvinum, sum umvegis ICAO og en-rute-avgjøld endurrindar veðurtænastuútreiðslur hjá smátjóðum í Norðuratlanshavið fyri á leið 80 mió. árliga.
Staðseting
Veðurstovan er staðsett á Hoyvíksvegi 69 í Tórshavn, har neyðug útgerð og høli vóru tøk frá stovnanini. Veðurstovan leigar eisini innivist til tvey starvsfólk hjá Sjónámi í Klaksvík. Um føroyskt flogveður gerst veruleiki, er ætlanin at hava vakt og hølir á flogvøllinum eisini.
Avbjóðingar
Arbeitt verður við nøkrum umsitingarlig langtíðarmálum (WMO-atlimaskapur og ICAO-endurrindan og umskipan av álagdari kvøldvakt til telefonvakt). Størsta avbjóðingin eru tó tær fáu hendurnar til tey nógvu átrokandi menningaátøkini sum eru í gongd, umframt at fleiri átøk hanga á einstaklingum. Sí meiri um átøkini undir Verkætlanir.