Leys størv

Søkt verður eftir starvsfólki við viðkomandi útbúgving til eitt hálvtíðarstarv á Veðurstovu Føroya at byrja 1. september 2026

Stutt um Veðurstovuna
Vit eru eitt lítið og tætt toymi, sum gera veðurvánir, veðurmátingar og veðurmiðling. Vit koyra roknitungar veður- og havmyndlar, umframt at vit menna forrit og tænastur til almennu føroysku veðurtænastuna.

Um starvið
Vit hava brúk fyri einum royndum og tøkniáhugaðum starvsfólki, ið kann stuðla undir roknitungu uppgávurnar á Veðurstovuni. Talan er serliga um koyringar av veður-, hav- og aldumyndlum fyri føroyska økið, umframt røkt og menning av undirliggjandi telduskipanunum.
Veðurstovan hevur granskarar innan ymisku fakøkini, sum nýggja starvsfólkið fer at arbeiða í tøttum samstarvi við. Av tí at arbeiðsøkið er bæði breitt og spesialiserað við skiftandi samstarvsfelagum, er fyrimunur, um tú hevur royndir við líknandi "høggislokkastørvum" áður.

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni innan eitt viðkomandi, analytiskt fakøki. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hollar royndir innan:
•    Teldumyndlan og dataviðgerð
•    Greining og forritan
•    Granskingarstuðli í breiðum høpi
Aðrir førleikar, sum dentur verður lagdur á:
•    Góð evni at samstarva á føroyskum, donskum og enskum
•    Hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
•    At tú hevur lætt við at umstilla teg til nýggjar avbjóðingar

Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið. Starvið er eitt hálvtíðarstarv. Tænastustaðurin er á Veðurstovuni við Hoyvíksvegin í Havn.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Bárður A. Niclasen, deildarleiðara á Veðurstovuni, á tlf. 231320 ella á telduposti bardurn@vorn.fo   

Umsóknir
Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til journal@vorn.fo  (viðheftar fílur skulu vera í PDF formati). Umsóknin skal vera Vørn í hendi innan fríggjadagin tann 31. juli 2026 kl 12:00.