Veðurmyndlar og vindatlas

Fríggjadagsseminar hjá Veðurstovu Føroya við evnunum: Nýggir veðurmyndlar og nýtt vindatlas fyri Føroyar.

Inova Seminar 20250815

Stað: Granskingarsetrið iNOVA, Hoyvíksvegur 51, Tórshavn.

Tíð: Fríggjadagin 15. august. 2025 kl 15:00 – 17:00

Luttakara: Umboð fyri feløg og stovnar, sum stuðla verkætlanina Nýtt Vindatlas fyri Føroyar, umframt onnur, sum hava víst áhuga fyri verkætlanina.

Skrá:
- 15:00 Vælkomin
- 15:10 Andras K. Gregoriussen: Veðurmyndlar til føroysku veðurtænastuna.
- 15:35 Johann Geay: Eystanstormurin í novembur 2024 (Henda framløgan verður á enskum)
- 16:00 Turið Poulsen: Nýtt háupployst vindatlas fyri Føroyar.
- 16:25 Tjak og drekkamunnur
- 17:00 Liðugt.

Um framløgurnar og fyrilestrarhaldarnar:


Andras K. Gregoriussen
er veðurfrøðingur, og ein av høvuðskreftunum í tilgongdini á Veðurstovuni at fáa sær egnar veðurmyndlar, sum eru tillagaðar føroysku viðurskiftini. Á heimasíðuni www.vedur.fo hevur síðani í juni mánaða verði veðurvánir frá veðurmyndlinum hjá DMI, sum hevur ein upploysning á 2km, saman við úrslitunum frá tveimum útgávum av veðurmyndlinum hjá veðurstovuni við upploysningini á ávikavist 2.5km og 0.5km. Í framløguni verða víst dømir um hvørja meir-kunning ber til at fáa við meira háupploystum veðurmyndlum.


Johann Geay
er verkfrøðilesandi á Universitetinum í Lyon í Fraklandi, og hevur í summar gjørt sína kravdu ‘Internship’ uppgávu á Veðurstovuni. Í uppgávuni hevur hann hugt eftir, hvussu myndlar við ymsari upploysn megnaðu at lýsa eystanstormin, ið var tann 23-24. novembur, 2024. Hetta illveðrið gjørdi serliga um seg í Sandavági, har fleiri skaðar vórðu m.a. í søguliga økinum kring gamla  løgmansgarðin. Samanberingar eru gjørdar millum mátistøðir í vestara partinum av landinum, umframt at hugt er eftir ymsum stillingum í myndlinum, og møguleikunum, sum eru fyri enn betur tillaging av  myndlunum til viðurskiftini, ið eru í Føroyum.


Turið Poulsen
er útbúgvin hav- og veðurfrøðingur og hevur drúgvar royndir við veðurmyndlum og veðurmátingum. Hon stendur fyri at gera eitt nýtt háupployst vindatlas fyri Føroyar, sum verður framleitt við at koyra veðurmyndlarnar á Veðurstovuni yvir longri tíð, og samstundist at gera umfatandi samanberingar við tøkar veðurmátingar. Í framløguni verður greitt frá gongdini at framleiða eitt væl  alidera vindaatlas, sum í fyrsta umfarinum byggir á 2 ára langa myndlan, og um málið at gera vindatlas, sum byggir á myndlan og mátingar yvir eitt longri áramál.

Fíggjar stuðlar: 

Dátur:  

Frá tiltakinum:

Um 35 fólk luttóku.

 

Johann Geay tekur saman um royndirnar at myndla eystanstormin, sum rakti Sanadvág 24. novembur 2025.
Turið Poulsen vísir her samanberingar millum mátingar ymsa staðni frá í landinum og  koyringar við 83 ymsumari uppsetingum av myndilin fyri illveðrið 31. januar í 2024,