Vindurin í kvøld og í nátt

Nú er klokkan 20, og flest allir føroyingar bíða eftir tí ringa veðrinum.

Vindur Main 6746E47925

Vindferðin kring landið er í miðal 13 til 18 m/s. Ættin er útsynningur, kanska eina striku omanfyri, um útsynning vestan. Skýggjað er allastaðni í landinum og fyri tað mesta turt. Okkurt ælið er tó í støðum.

Sum kvøldið gongur, fer vindurin at veksa. Á midnátt er vindferðin 18 til 23 m/s av vestri, kanska eina hálva striku undir vestan. Onkra løtu 20 til 25 m/s. Hetta er stormur í miðalvindi. Hvirlurnar eru nakað væl harðari.

Saman við øllum hesum vindinum er skiftandi skýloft og okkurt ælið.

Sum náttin gongur, fer hetta at vera veðrið – t.e. 18 til 23 m/s av vestri, ella beint undir, onkra løtu 20 til 25 m/s, skiftandi skýloft og fyri tað mesta turt.

Um 8-9 tíðina í morgin ári er tað ringasta yvirstaðið. Vindurin minkar ikki skjótt. Á middegi er vindferðin farin niður um 20 m/s, og ættin farin upp í útnyrðing vestan.

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi