Vestanbakkin

Mong er veðurteknini kring landið, og sera áhugavert er at skriva tey niður. Viðhvørt síggjast tey og eru avmyndað. Tað var tað í gjárkvøldið.

Vestanbakki 1

Á Kirkju tosa tey um vestanbakkan, og soleiðis er hann umtalaður á heimasíðuni hjá Veðurstovuni – www.vedur.fo/lokalvedur:

Eitt veðurfyribrigdi, sum tey á Kirkju brúktu nógv í gomlum døgum, er vestanbakkin. Er ættin úr útsynningi upp í vestan, og tað er nakað klárt í veðrinum um kvøldið, og sæst ein bakki av skýggjum standa í havsbrúnni vestan fyri Viðareiði, so er hoyterri dagin eftir. Tá ið teir sóu vestanbakkan, so høvdu teir gott mót.

Beint eftir sólsetur í gjár, tók Jógvan Páll Poulsen av Kirkju myndina beint vestureftir av vestanbakkanum. Tað var eitt lot av útsynningi, 6-7 m/s. Eitt hátrýst lá millum Føroyar og Noreg.

So er tað tað, hvussu eftrifarandi tað er, og hvussu væl teknið hevur hildið hesaferð. Tað síggja vit á myndini niðanfyri, sum er tikin av veðurstøðini beint norðan fyri bygdina á middegi dagin eftir. Har er heiður himmal og brenniterri við hita og sólskini.

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi