Veðurstovan farin væl í luftina
Fríggjadagin 3. mars varð fyrsta veðursending í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum send. Fyrireikingin hevur verið drúgv, hevur tikið nakrar langar mánaðir. Verturin var Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur.
Veðursendingarnar fara at verða sendar fríggjakvøld, beint eftir Dag og Viku, og tveir av veðurfrøðingunum hjá Veðurstovu Føroya, Hanus Kjølbro og Andrias Gregoriussen, fara at skiftast at vera vertir. Teir fara at siga frá veðrinum teir næstu 5 dagarnar.
Áðrenn fyrsta sendingin fór í luftina, hevur tað verið ein stór fyrireiking við at leggja ætlan, forrita, gera grafikk, byggja sjónvarpstovur, vertsvenjing og mangt annað. Nógv fólk hava gjørt sítt fyri at fáa alt at rigga so væl.
Vit á Veðurstovuni eru ógvuliga fegin um ta ovurhonds góðu móttøku, okkara fyrsta sending hevur fingið frá hyggjarnum kring landið.