Veðurstovan er nú live!

Fyrsta útgávan av heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya er nú tøk á alnótini

Fmo Live Main 8823D60610

Eftir eina menningartilgongd er heimasíðan hjá Veðurstovuni nú tøk. Hetta er vónandi bert fyrsta útgávan av fleiri, men nú er komið somikið langt, at valt var at leggja síðuna út. Síðan er gjørd, so hon eigur at rigga ómakaleyst bæði á teldum og á snildfonum.

Ovast á síðuni er veðrið kring landið víst sum mynda grafikkur, har brúkarin tíma fyri tíma sær veðrið har viðkomandi er staddur, ella fyri tað staðseting sum viðkomandi velur. Undir hesum eru teksforsagnirnar sum Kringvarpið og MRCC lesa upp. Hesar eru enn bert á donskum og enskum, men hetta verður tó skjótt broytt, so føroyskt eisini verður skriva, tá føroyingar eru á vakt. Nógv samstarv er enn við DMI og tá eingin er á vakt í Føroyum, so eru tað DMI, ið skriva tekstforsagnirnar. Sum er, dekka fólk á Veðurstovuni tekstforsagnirnar vanliga arbeiðsviku. So er ein menu, har ymsir møguleikar eru, t.d. “veðurkort”. Modell-forsagnir eru grundaðar á veðurmodellið hjá DMI, men sikta verður eftir eisini at fáa onnur og egin modell á heimasíðuna við tíðini. Sum er eru veðurkortini ikki so skjót at fáast við, men hetta verður betri seinni tá síðan er ment enn meiri. Heimasíðan ger eisini brúk av kunning frá øðrum síðum, so sum síðuni við regnradaranum hjá Atlantic Airways.

Meiri kunning um síðuna er at finna á tíðindastubbanum “Vegleiðing til nýggju heimasíðuna hjá Veðurstovuni.

Vónandi fara føroyingar at taka væl ímóti síðuni. Viðmerkingar og rættingar eru vælkomnar á teldupost adressuni vedur@vedur.fo 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi