Veðrið næstu 6 vikurnar?

Hanus Kjølbro

Norska veðurstovan væntar turrveður og lýðku í Suðurnoregi hetta til endan av juli.

Weather Next 6 Weeks Main 57C8b7d23b

Ikki bert sjálvt Suðurnoreg, men eisini økið vestanfyri fer at liggja undir einum hátrýsti fyri og øðrum eftir. Hetta fer eisini at fevna um leiðirnar kring Føroyar.

Í økinum, litað myrkt við reyðum, fer tað at vera millum 3 og 6 stig heitari enn vanligt hesa vikuna. Í økinum, litað við ljósari reyðum, vænta tey at tað fer at vera upp í 3 stig heitari enn vanligt. Kelda: ECMWF

Spádómurin hjá evropeisku veðurstovuni ECMWF fyri næstu 6 vikurnar er, at størsti parturin av Evropa kann vænta sær eitt heitari summar enn vanligt.

Hetta er serliga galdandi fyri Norðurevropa, bretsku oyggjarnar og alt Skandinavia – t.e. Danmark, Noreg og Svøríki. Hitalagið fer at liggja oman fyri tað normala í tí, sum er eftir av juni og allan juli.

Vanliga verður ikki farið 6 vikur fram í tíðina, tá ið veðurfrøðingar spáa um veðrið. Tað kunnu gerast reinar gitingar. Nakrar dagar fram er vanliga í lagi, og viðhvørt eisini longri enn tað. Men tað eru hættir at gera langtíðarforsagnir. Tær snúgva seg um veðrið generelt, um tað vera há- og/ella lágtrýst, sum fara at leggja seg á økini – ikki um ættin fer at vera norðan ella sunnan.

Veðurkortið hjá ECMWF fyri tíðarskeiðið 10. til 17. Juli vísir, at lufttrýstið høgt í Norðurevropa. Hátrýst seta vit í samband við gott veður. Síðan endan av mai í ár, hevur lufttrýstið verið høgt á leiðunum kring Føroyar, og veðrið verið óvanliga gott

Vit hava hoyrt í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum m.a. at bøndur í Suðursvøríki hava avlíðað nógv neyt, tí tað ikki hevur verið nóg mikið av vatni. Í londum kring okkum er ikki líka nógv vatn, sum tað er her í Føroyum.

Og tó.

Tá ið turkur hevur verið í longri tíð í Føroyum, hoyra vit ofta lýsingar frá kommunum, har tey biðja fólk ikki brúka ov nógv vatn.

Er metingarnar hjá ECMWF fyri veðrið næstu 6 vikurnar ella so eftirfarandi, fara vit helst at hoyra slíkar lýsingar aftur.

Hanus Kjølbro, Veðurstova Føroya

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi