Veðrið í Stóru Dímun

Hanus Kjølbro

Stóra Dímun liggur næstan einsamøll í havinum og fær næstan onga verju ímóti vindi ella brimi frá øðrum oyggjum. Allar ættir sleppa framat onkrastaðni á oynni.

Stóra Dímun

Fjallarøðin oman fyri húsini er bæði verja í lítlum vindi og ger vindin ójavnan. Ringasta ættin er tí landnyrðingur, líka sum í t.d. Undir Gøtueiði og heima á Sandi.

Lágættirnar eru góðar til vind, undantikið útsynningur, men kunnu vera ringar til mjørka, serliga á sumri. Landsynningur er besta ættin til vind, men er samstundis vát og hugtung av mjørkanum, líka sum í Havn.

Suðuroyggin verjir ímóti ælaveðri av útsynningi. Á vetri kunnu kavaælini hanga yvir Suðuroynni, og tað kann vera avkavað eftir lítlari løtu, meðan ikki eitt følv røkkur til Dímunar. 

Fyrr í heyst vóru vit í Stóru Dímun og gjørdu samrøðu við tey har úti um staðveðri.

Tað kann lesast her á heimasíðuni. Farið inn á menuin, sum er ovast til høgru, síðani undir Vitan og vel so Stóra Dímun. 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi