Veðrið í Skopun

Hanus Kjølbro

Skopun er norðasta bygdin á Sandoynni og vendir í landnyrðing. Norðureftir ímóti Skopunarfirði er opið, men oyggjarnar norðanfyri verja ímóti brimi og mesta av avfallinum.

Eysturættirnar koma ótarnaðar av opnum havi inn á bygdina. Vindurin er yvirhøvur javnur á hesum ættum, men tær eru ringar brimættir, og sjórók kann kennast um alla bygdina.

Høgættirnar eru vanliga góðar, tí oyggjarnar norðanfyri verja. Tá er einki brim og vanliga turt.

Lágættirnar liggja av landi og geva ikki brim. Men lotið skal fyrst upp um fjøll ella gjøgnum dalar og skørð, áðrenn tær raka bygdina. Hetta gevur góða verju, tá ið veðrið er gott, men ójavnan vind við hørðum hvirlum í illveðri. Skaðaættin er útsynningur vestan, líka sum í Haraldssundi.

Á heysti 2024 var gjørd samrøða við stað- og veðurkendar skopuningar. Tað sum kom úr samrøðuni saman við tí sum stendur um veðrið í bókini Stríðið er vunnið, kann lesast her á heimasíðuni. Farið inn á menuina, sum er ovast til høgru, síðani undir Vitan og vel so Skopun. 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi