Veðrið 1. mai
Nú stundar til 1. mai, altjóða arbeiðaradagin. Dagurin verður í ár hátíðarhildin í heilt hampuligum veðri, eftir at lágtrýstið frá sunnudegnum er farið eystureftir, skamt sunnan fyri Føroyar. Meiri ella minni sama slag av veðri, vit hava havt seinastu mongu dagarnar.
Havnar Hornorkestur hátíðarheldur 1. mai
Føroyar fara at liggja á køldi síðuni á lágtrýstinum, har tað eru møguleikar fyri sólglottum men eisini onkrum kavaæli viðhvørt í støðum.
Vit fara at fáa eitt frískt lot til frískan vind norðaneftir, 5 til 10 m/s, í støðum upp í ein strúk, 13 m/s. Út á seinnapartin fer vindurin at minka niður í lot til frískt lot, 3 til- 8 m/s.
Tað er serliga tíðliga á degnum, at kavaæl fara at vera í støðum, og fyri tað allarmesta norðanfyri. Skýloftið fer at skifta millum sól ella sólglottar, og hitalagið fer at liggja um 1 til 5 stig.
Góðan 1. mai.