Stór broyting í veðrinum í vikuskiftinum

Í hesum døgum er veðrið gott. Vit liggja undir einum hátrýsti, sólin hevur sæð og hitalagið hevur ligið um 13-15 stig í fleiri støðum.

Big Change1 310Cf2c586

Á hesari fylgissveinamyndini sæst skýøkið vestan fyri Føroyar og bert frostrípur eftir flogførum oman- og norðanfyri Føroyar. Kelda: Ninjo/Dmi

Tað byrjaði fyri nørkum døgum síðan við gráligum veðri, skýggjað og mjørki í støðum, men í dag er klárt kring alt landið, á myndum, tiknar úr fylgisveinum, síggjast eingi skýggj, bert frostrípur eftir flogførum langt uppi. 

Teir næstu dagarnar fer hátrýstið vestureftir og fer at leggja seg við Eysturgrønland. Hetta merkir, at vit fara at fáa eitt kaldari luftrák ímóti Føroyum av útnyrðingi og norði. 

big_change2.pngLeygarkvøldið fer hátrýstið at liggja við Eysturgrønland, meðan køld luft fer at streyma ímóti Føroyum av útnyrðingi.

Í forsøgnini fyri vikuskiftið sæst ælaveður við bæði regni og vátakava, og hitin fer niður ímóti frostmarkinum.

Tað kalda veðrið fer sambært forsøgnunum at halda fram inn í næstu viku, men tíbetur verður ikki nógvur vindur ella serliga nógv kavaæl.

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi