Starvsvenjing á Veðurstovuni

Kai Helgi Ljósstein hevur júst verið í starvslæru á Veðurstovuni, har hann hevur hjálpt starvsfólkunum við nógvum ymiskum

Kaihelgi

Ymiskt er, hvat tey ungu hava áhuga fyri, tá ið tey leita sær eftir starvslæruplássum sum parti av 9. flokki. Veðurstovan hevur í fleiri umførum ikki verið før fyri at taka næmingar inn, men í ár kom hol á aftur.

Kai Helgi Ljósstein, sum til dagligt gongur á Skúlanum á Argjahamri, er nú júst liðugur við sína starvslærutíð á Veðurstovuni í Tórshavn.

Hesa tíðina hevur hann roynt at verið í ymiskum pørtum av dagliga arbeiðinum, so sum:

  • Lært at brúkt forrit, ið veðurfrøðingar arbeiða við
  • Gjørt sína egnu 24-tíma forsøgn, sum var brúkt bæði á heimasíðuni og í Kringvarpinum.
  • Lært at fylla á ballónbingjuna, sum sendir upp veðurballónir
  • Verið við úti og savnað inn vitan hjá veðurkønum á Streymnesi, um staðarveðrið har í bygdini, umframt at hava eftirkannað staðveðrið í ymiskum bygdum á Sandoynni
  • Loyst ymiskar átrokandi praktiskar uppgávur, sum hava ligið á láni
  • Verið við á fundum við bæði við MRCC og nýggja landstýrismannin 
  • Síðst og ikki minst, so hevur hann verið við at talgilt eldri veðurdáta, sum higartil bert hava verið tøk í ríkisarkivinum, men sum frameftir fara at verða løgd á heimasíðuna  

 

Vit á Veðurstovuni takka honum fyri tíðina og ynskja honum blíðan byr framyvir.

Veðurstovan vónar hereftir at kunna taka næmingar inn í starvsvenjing á hvørjum ári.

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi