November 2022 - ein heitur mánaði
Nú november fór um sýn, hava fólk spurt, um hann ikki var ein tann heitasti, sum vit vita um. Okkurt er um tað.

Taka vit fyrst hagtølini fyri november mánað, hvussu hann var í tíðarskeiðnum 2010-2021, so hevur miðalhitin ligið ímillum 4,1 stig (í 2017) og 8,2 stig (í 2014). Í fjør var miðalhitin í november 5,8 stig.
Danska veðurstovan hevur gjørt ymiskar mátingar í Havn síðan 1875. Eisini av hitalagnum. Hyggja vit eftir tølunum fyri miðalhitan fyri november øll 147 árini aftureftir, so var tann kaldasti november mánaði í 1917, tá vóru máld 1,3 stig. Tann heitasti november mánaðin var tann í ár.