Januar 2026

Hanus Kjølbro

Januar 2026 fór um bak – og hvussu royndist hann til veður?

Januar 2026 0

Januar í veðurkortunum

Árið byrjaði við kaldari norðurætt. Hann hevði ligið høgt fram ímóti nýggjárinum, og tað gjørdi hann eisini fyrstu 5 dagarnar í januar. 

Støðukort 5. januar. Hátrýstøkið strekti seg frá leiðunum langt sunnan fyri Asorurnar og norður til Íslands og Eystur- og Norðurgrønland. Lágtrýstini og tess brúgvaløg sluppu ikki eystur í hav. Soleiðis sóu veðurkortini út fyrstu 5 dagarnar í janar í ár. Kort: Deutcher Wetterdienst

Eitt hátrýst lág yvir Norðuratlantshavi, frá Kanariuoyggjum og norður ímóti Grønlandi. Lágtrýstini tóku seg upp, sum tey plaga, har sum kalda luftin úr Norðurkanada kom suðureftir og rendi seg í ta heitu luftina frá Miðkringinum. Hetta var fyri tað mesta fram við eysturstondini í USA. Eftirsum hátrýstið forðaði teimum vegin eystureftir, fóru lágtrýstini eina leið norðureftir og gryntust yvir Norðurkanada.

Kavaveður fyrstu dagarnar í janar. Løturnar vóru skiftandi við ælaveðri og næstan stilli, sum á hesari myndini, tikin 5. januar klokkan 15 – góðan 1½ tíma fyri sólsetur.      Mynd: Marsanna Eikhólm.

Eystan fyri okkum – yvir skandinavisku hálvoynni – var eitt stórt lágtrýstøki. Tað varveitti máttin í næstan ein viku. Køld luft rak úr Norðurgrønlandi og suðureftir ímóti okkum. Kavin, sum datt niður,  kom ikki úr brúgvalagum men sum ælaveður úr óstøðugu luftini.

Mynstrið helt sær til 6. januar. Asorhátrýstið flutti seg suðureftir, og so bleiv ein glotti sunnan fyri Kappan hjá lágtrýstunum at sleppa eystureftir. 

Støðukort kort fyri 12. januar, klokkan 00. Eitt lágtrýst lág í útsynning úr Føroyum. Millum 6. og 16. januar gingu lágtrýstini eystureftir, og okkurt legði seg beint yvir Føroyar við umleypandi veðri. Vindurin kom hesar 10 dagarnar úr næstan øllum ættum, og hitalagið skifti millum løtur niðri við frostmarkið og aðrar tíðir upp í 8 stig. Kort: Deutcher Wetterdienst

Veðrið 12. januar. Slavin luft úr miðjum Norðuratlantshavi rak ímóti Føroyum. Skýloftið kendist í støðum tungt, serliga um fjallatindarnar. Ikki nógvur vindur, tó frískur í støðum við einum sindri av brimi. Mynd: Vilma Poulsen.

Triðja og seinasta veðurmynstrið í januar byrjaði 17. januar og helt sær allan mánaðin. Tað hevði við sær drúgva eysturætt og landsynning.

Eitt hátrýst mentist yvir Norðurskandinavia. Tað lá næstan stilt, flutti seg bert eitt sindur eystur og vestur ella suður og norður. Tað beindi í fyrstanini luft av evropeiska meginlandinum hendanvegin; seinni luft úr Sibiria. 

Ættin í Føroyum var fyrstu 3-4 dagarnar lágur landsynningur og vindferðin yvirhøvur lítil. Frá 21. januar gekk hann upp ímillum landsynning og eystan, og vindferðin restina av mánaðinum lá støðugt um strúk í vindi – t.e. 12 m/s.  

Hvassur vindur inn eftir Tangafirði fyrrapartin 23. januar. Kølin luft úr Sibiria er komin allan vegin til okkara. Upprunaliga var luftin sera køld, 40 kuldastig. Ávegis vestureftir ímóti okkum ornaði hon nokkso fitt, og komin yvir Norðsjógvin gjørdist hon óstøðug av tí heitara sjónum. Tey høgu skýggini vóru næstan alla tíðina hetta tíðarskeiðið yvir okkara leiðum, meðan tey lágu skýggini við ælaveðri vóru skiftandi. Avfallið var oftast regn, tó onkur løta var við vátakava. Ovastu fjallatindarnir vóru hvítir alla tíðina. Mynd: Liljan Midjord

Støðumynd 23. januar klokkan 00. Øll veðurkortini seinast 2 vikurnar av januar sóu soleiðis út – ella næstan. Eitt stórt hátrýstøki úr Norðurskandinavia allan vegin til Grønlands, og lágtrýstini gingu eystur ímóti Írlandi, har tey gryntust og gjørdu alt avfallið av sær. Yvirhøvur var vindurin eitt sindur meiri, enn plagar at vera, tá ið vit liggja so nær einum hátrýsti. Lágrýstini trýstu seg ímóti hátrýstinum og fekk trýstmunin á okkara leiðum at veksa. Á kortinum síggjast javntrýstlinjurnar við Føroyar vera tættar. Mynd: Deutcher Wetterdienst

Um liggjandi eysturætt ella landsynning skrivar Fisher Heinesen í bók síni, Veðrið: liggjandi eysturætt ella landsynningur við turrveðri, orsakaður av einum hátrýsti yvir Noregi.

Eri ikki heilt vísur í, at hetta var tømingur, tí vit høvdu ikki liggjandi turrveður. Tað var næstan ikki dagurin turrur, hóast mongdin ikki var tann sama – sí strikumynd longur niðri. Í støðum sunnantil hevur avfallið verið nóg lítið til, at tey kalla veðrið í januar 2026. 

 

Hvat vísa miðaltølini hjá okkum so fyri januar 2026? – havi verið eitt rend í hagtølunum og hugt eftir  mátingum, hvat tær vísa.

Vindferðin

Vindmáting í Havn í januar 2026. Miðalvindferðin var 6,5 m/s. Einki illveður. Mesti vindur var 8. og 9. januar, upp í 18 m/s – t.e. skrið. Harðasta hvirla var um kvøldi 2. januar: 26,1 m/s. Kelda: Veðurstova Føroya

Ættin

Ikki allar ættirnar eru umboðaðar á myndini niðanfyri. Hann kom ongantíð høgt ella lágt. Nógv ta mesta eystaneftir og bert eitt sindur av øðrum ættum. 

Málda ættin á Veðurstovuni við Hoyvíksvegin í januar 2026.

Kelda: Veðurstova Føroya

 

Hitin

Januar telist, sum flestum kunnugt, millum teir kaldastu mánaðirnar. Hann hevur tíðum verið kaldastur  okkurt árið, og í miðal yvir 30 ár eru januar ella februar kaldastir. Frá 1961 til 1990 var miðalhitin í desembur í Havn 3,4 stig. Frá 1991 til 2020 var hann 4,4 stig.

Í Tórshavn hava hitamátingar verið gjørdar heilt aftur til 1873. Mesti miðalhitin máldur í januar var í 1947. Tá var miðalhitin 5,5 stig. Kaldasti januar mánaður var í 1918. Tá var miðalhitin 1,2 stig.

Miðalhitin í desembur í fjør var 3,8 stig, sum er nakað minni enn miðalhitin síðan 1991.

Eysturættirnar síggjast í hitamátingunum. Til 7. januar var kavi og kalt, og eftir tað fór hitalagið nøkur stig upp. Har helt tað sær mánaðin út. Miðalhitin var 3,8 stig. Mesti hiti var 8,5 stig; minsti hiti -4,7 stig. Kelda: Veðurstova Føroya.

Avfall

Viðvíkjandi avfalli, so regnaði tað í miðal 164,6 mm í januar í Havn frá 1991 til 2020. Í januar í ár komu 76,8 mm niður av regni. Hóast bert fáar turrar dagar, so var mongdin bert góð helvtin av miðaltalinum. Fyri 6 árum síðan, í 2020, komu 325 mm niður í januar, og tað er vátasti januar síðan 1873. Tann turrasti var í 1991: 14,8 mm.

Regnmáting í Havn í januar 2026. Samlaða avfalsmongdin var 76,8 mm. Størri parturin av avfallinum kom áðrenn hálvan mánað. Bert fáir dagar vóru uttan avfall. Kelda: Veðurstova Føroya

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi