Illveður í annaðkvøld og mánanáttina.
Hóast vit sluppu frá illveðrinum, sum stormurin Otto hevði við sær, so er neyvan líkt til, at vit sleppa undan illveðri mánanáttina.
Forsagnirnar hava seinastu vikuna verið ójavnar um, hvussu veðrið verður í Føroyum fyrst í komandi viku. Men tað er vorið alsamt meira greitt, at tað verður illveður um okkara leiðir í annaðkvøld og fram til og við fyrrapartin mánadagin.
Vit kunnu vænta okkum storm av vestri í annaðkvøld, har ið miðalvindurin um okkara leiðir verður upp í 25 m/s við hvirlum upp í ódn, t.v.s. omanfyri 32,6 m/s. Sum forsagnirnar síggja út í løtuni, so verður vindurin eitt vet minni enn í storminum, sum vit høvdu týsdagin í farnu viku.
Tó er tað framvegis nógvur vindur, og er vestan ella útsynningur-vestan skaðaætt har, ið ein er staddur í annaðkvøld, so er at vera varin. Hóast Veðurstovan er í vikuskifti, so fara vit at fylgja gongdini í veðrinum so frætt sum til ber.
Men hvaðani kemur hesin stormurin? Myndin niðanfyri vísur okkum, at fyrr í dag lá eitt markant brúgvalag við amerikonsku eysturstrondini ímillum heitu luftina yvir Atlantshavinum og køldu luftina yvir Kanada og norðara partinum av USA. Eitt lágtrýst haðani er í dag farið at dýpast og fer í ein landnyrðing fram við jetstreymunum í hæddini. Hetta lágtrýstið dýpist tvørturum Atlantshavið, áðrenn tað fer beint norðurum okkum í annaðkvøld.
Hetta lágtrýstið møtir einum øðrum lágtrýst á leiðini til Føroya, tí í løtuni er stormur beint vestanfyri Kappan. Flestu forsagnirnar peika nú á, at hetta stormlágtrýstið vestanfyri Kappan fer at býta seg í tvey, og at onnur helvtin flættar saman við okkara stormlágtrýsti beint eystanfyri Kappan.
Dagurin í morgin byrjar við, at ein hitabrúgv fer framvið okkum við nakað av regni, og vit fáa útsynning hesa tíðina. Seint seinnapartin ella í annaðkvøld fer kuldabrúgvin framvið, og tá kunnu vit vænta, at hvirlurnar koma. Hann fer at vaksa um vindin til 20-25 m/s og fer spakuliga upp í útsynning-vestan seinni mánanáttina og á morgni upp í vestan.
Vit fylgja gongdini í hesum lágtrýstinum.