Hvat gera tey í Koltri?
Myndin er tikin av Velbastað vestureftir, eit sindur út á seinnapartin týsdagin.
Í erva síggjast spjaddir spenningar á luftini (cirrus) í ongum mynstri. Hetta sæst viðhvørt, tá ið tað í aðrar mátar er bláur himmal.
Skýstrípan, sum ger myndina eitt sindur stuttliga, er mannagjørd. Hatta er ein frostrípa, sum er komin úr einum jettflogfari. Har uppi, sum flogførini flúgva, er lutfalsliga turt og ógvuliga kalt, eini 30 stig undir frostmarkinum ella so. Heita og slavna luftin, sum kemur út úr jettmotorinum, kølnar alt fyri eitt úr meiri enn 100 stigum langt niður um frostmarkið. Ein frostrípa sæst tí aftan fyri flogfarið.
Er lítið av vætu í luftini, sum tað ofta er, tá ið tað er klárt veður við bláum himli, upploysist frostrípan skjótt. Niðri á jørðini sæst hon hanga bert eitt lítið petti aftan á flogfarinum. Tað er eitt gott veðurtekn. Tað klára veðrið fer at halda fram.
Hinvegin upploysist frostrípan ikki, tá ið vætuinnihaldið í luftini er stórt ella vaksandi. Hon sæst hanga eftir allari luftini og verður smurd út og gránar nakað. Hetta er ikki eitt gott veðurtekn at síggja ein dag, tað er bláur himmal. Teknið boðar frá, at vit hava gráari veður í væntu.
Hvørt tað bert gerst gráari í stytri tíð, og so er aftur bláur himmal, ella at keðiligt veður í longri tíð, sæst ikki í hesum veðurtekni eina.
Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur á Veðurstova Føroya