Er várið á veg?

23. februar 2023

Spring Main D5027073b6

Ta seinastu tíðina eru brúgvaløg vestaneftir og av útsynningi farin fram við Føroyum á veg eystureftir við regni og lýggjari luft. Tá ið tey eru komin nakað eystur- ella norðurum, hava við havt eitt kaldari luftrák av útnyrðingi við vetrarligum ælingum. Bert lítlar løtur hava verið við róligum og støðugum veðri undir veikum hátrýstryggum, sum stungu seg móti okkum sunnanífrá, áðrenn teir tíku leiðina longur eystur.

Soleiðis var eisini hósdagin, tá ið eitt brúgvalag fór framvið við regni og vindi, aftaná var sól ella sólglottar eina løtu, men sum so ofta eftir at eitt brúgvalag er farið framvið, so verður aftur luftrák av útnyrðingi við ælingum. Fríggjanáttina hækkar hann til norðan, og vit fáa kaldari luft ímóti okkum.

Hyggja vit suðureftir til havið í ein útsynningvestan úr Írlandi, so síggja vit tað veðrið, sum vit kunnu vænta okkum. Her er í hesum døgum eitt stórt hátrýstøki, og tað hevur lagt seg yvir størsta partin av útnyrðingspartinum av Atlantshavinum.

Í vikuskiftinum, sum stendur fyri framman, og inn í næstu viku fer hátrýstið at breiða seg ímóti landnyrðingi og norði til tær Bretsku oyggjarnar og eisini toyggja seg ímóti Føroyum. Hetta merkir, at vit fara at fáa meira stilt veður, sum ikki er so umleypandi, men heldur róligari og støðugari, enn vit hava havt leingi.

Tað merkir ikki, at sólin fer at skína allatíðina, men tó fer hon at síggjast – ístøðum meiri enn bara viðhvørt.

spring1.png

Meðan hátrýstið setir seg yvir leiðirnar kring okkum, fara vit at hava eitt lýtt og slavið luftrák av útsynningi og suðuri, sum fer at gera tað heitari her hjá okkum, men tann lýggja luftin fer eisini at hava skýgerð við sær, serliga ímóti suðuri og útsynningi. Vónin um gott veður er tó ikki mist, tí serliga ímóti norði og landnyrðingi í Føroyum fara tey at hava løtur við góðum veðri við sól, tí tey lágu skýggini seta vætuna av, tá ið hon upp um fjøllini.

Hátrýstið sambært forsøgnini á middegi 1. mars

Hyggja vit longur fram enn byrjanina av mars mánað, sær tað út til, at hátrýstið fer at vikna eitt sindur. Forsagnir langt fram í tíðina eru ikki ov eftirfarandi, og tí er ikki vist, at vit vit fáa eitt so langt tíðarskeið við støðugum veðri.

Men kanska kunnu vit vóna at hava gott veður fyrsta várdag, sum sambært álmanakkanum er 1. mars.

spring2.png

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi