Ávaring um sólstorm
Leygardagin sendi rúmdar veður forsagnar depil út ávaring um ein sólstorm næstu dagarnar. Sólstormar kunnu ávirka elnet, internet, telefonskipanir og navigatiónsskipanir. Slíkar ávaringar eru sjálvsamar, og enn er einki frætt um órógv frá hesum storminum.

Fjølmiðlar kring heimin hava seinastu dagarnar borið tíðindir um at Rúmdar Veður Forsagnar Depilin (Space Weather Prediction Centre, SWCP) undir amerikanska veður- og havstovninum NOAA hevur sent út ávaring um at ein serliga harður sólstormur rakar jørðina frá 1. til 3. juni (Mynd 1).
Áhugi er fyri hesum fyribrigdinum, tí tað kann órógva, og í ringast førum skaða, nútímans tøkni. Talan er her um elnet, internet og allar skipanir, ið byggja á fylgissveinar. Dømir um hetta seinna er telefonskipanir, navigationsskipanir, t.d. GPS, ið skip, flogfør og tey flestu av okkum eftir hondini hava í okkara fartelefonum, og brúka til at finna veg, - ella at verða funnin.
Mynd 1: Rokna K-indeks av geislingingi frá sólarstorminum. Ávaringar verða sendar út, tá hetta talið fer uppum 6. Hægsta virði fyri hesum talinum er 9. Henda myndin er heintað frá Space Weather Prediction Center (SWPC). Seinastu metingarnar og mátingarnar síggjast við at trýsta á leinkjuna.
Sólstormar hava sín uppruna í útbrotum av tilfari og magnetiskum felti úr sólarskorpuni, sum setur ferð á løddar bitlar, teir flestu positivt løddar protonir, ið ferðast út í rúmdina við sera stórari ferð (Mynd 2). Við ferðunum, sum her er talan um, tekur tað um 10 minuttir at ferðast teinin millum jørðina og sólina, ið er um 150 milliónir km.
Jørðin hevur tíanbetur sítt egna magnet felt, sum bendir stóra partin av hesum protonunum uttanum jørðina. Tó, tær mest orkuríku protonirnar treingja inn í sonevndu magnetosferuna hjá jørðini, men tá beinir magnetfeltið hjá jørðina hesar móti pólarnar. Hetta kunnu vit merkja sum órógv á nútímans hátøkni, og síggja sum bjartari norðlýsið. Vegna árstíðina síggjast hendingarnar, sum nú eru, best á sunnaru jarðarhálvuni (Mynd 3).
Mynd 2. Tekning, sum vísir hvussu virksemi á sólarskorpuni verður sent út í rúmdina, og hvussu magnetfelt hjá jørðini verjir okkum fyri slíka geisling. Øking í virkseminum á sólarskorpuni síggja vit sum bjartari norðlýsi og sum órógv á nútímans hátøkni.
Mynd 3: Norðlýsið, - ella rættari suðurlýsið var serstakliga bjart í býinum Christchurch, New Zealand, leygardagin (1. juni) (Mynd: SANKA VIDANAGAMA/AFP umvegis https://www.space.com/ )
Ein tann mest kenda hendingin av slíkum slag var tann 13. mars í 1989, tá ein slíkur sólstormur var orsøk til at býurin Quebec í Canada lá í streymloysi í 9 tímar, umframt at fleiri radio støðir og telefonskipanir vórðu órógvaðar. Í streymnetum, sum liggja yvir langar teinar, virkar streymkaðalarnir sum antenna, har skiftandi magnetfelt skapar elektriskan streym. Hesin eyka streymurin kann gera skaða á elektriskan utbúnað, sum ikki hevur lagt upp fyri slík fyribrigdir.
Innan veðurfrøðina var størsta ávirkanin í hendingini í 1989 at sambandið til fleiri veðurfylgissveinar var burtur í nakrar tímar, og sostatt eingin fylgissveinamynd av skýloftinum úr erva hesa løtuna.
Síðani 1989 er skipanir, sum fylgja við sólarstormunum, munandi styrktar, m.a. við fylgissveinum, sum liggja millum jørðina og sólina og allatíðina máta geislinginga frá sólini. Grundað hesum forsagnunum, so valdi tjóðarelfelagið í New Zelandi, Transpower, fyribyrgjandi at sløkkja part av elnetinum tann 14. mai í ár, tá boða var frá einum hørðum sólstormi. Streymnetið í Føroyum er so mikið avmarkað, at vandin fyri hesum fyribrigdinum er lítil hjá okkum.
Enn er einki frætt um at sól stormurin, sum nú er, hevur elvt til nevnivert órógv.
Viðkomandi lesnaður:
Nakrar greinar um sólstormar:
- Scientific American, 14.05.2025: The Strongest Solar Storm in 20 Years Did Little Damage, but Worse Space Weather Is Coming (Leinkja til grein)
CBC, 21.05.2025: How space weather impacts us: A look at some of the worst solar storms in history (Leinkja til grein)
Australian Space Weather Forecasting Centre, 03.06.2025: Power Failure in Canada During 1989 (Leinkja til grein)
- Sky & Telescope, 01.06.2025: Major Flare Could Spark Severe Geomagnetic Storm Sunday Night (Leinkja til grein)
Rúmdar veður forsagnar stovnar:
- Space Weather Prediction Centre (SWCP) undir NOAA/NASA: https://www.swpc.noaa.gov/
- Space Weather Office undir ESA: https://www.esa.int/Space_Safety/Space_weather/Space_Weather_Office
- Australian Space Weather Forecasting Center: https://www.sws.bom.gov.au/