Veðurorð

Avfall

Samnevni fyri tað, sum dettur úr luftini: regn, kava og hegling, loysningur, úrgonga, avfall og mjørka; nú hevði hann loyst avfallið, t.e., at farið var at regna ella kava.

Áarføri

Stórur áarvøkstur í nógvum regni, vatnføri. Sera nógv regn, grimdarregn, áarstoytingur, grovregn, bermiligregn, áarføri í regni.

 

Áarstoytingur

Áarføri.

Ádrigið

Spjødd skýggj á luftini, ádrigið og dragregn; sí draga á luftina (Sprotin).

Bermiligregn

Áarføri, grimdarregn, oysregn.

Blotkavi

Kavi sum blot er komið í, krapi (Suð.)

Broddaæl

Broddatjúkn

Broddatjúkn

Tjúkn, ið kemur, tá ið fullbroddað er, tá ið rákið er harðast, broddælingur, broddaæl. 

Broddælingur

Broddaæl

Dalamjørki

Samheiti fyri Pollamjørka

Dalamjørki yvir Viðareiði 5. juli 2008. Eitt lítið lot var av landsynningi, minni enn 3 m/s.

Degningsæl

Eitt æl í degninginum – t.e. í lýsingini, móts. skýmingaræl, so setti hann degningsælið inn úr havinum.

Dism

Fínt regn, sirm (gl.)

Doði

Fínt tám, doðin liggur á landi; sólin slapp ikki framat fyri doðanum; ein sovorðin doði á luftini (grómut). Fínir døggdropar t.d. á klæðum, doðin lá á kotinum.

Drivregn

Tjúkt driv.

Dungakavi

Kavi, sum legst í stórar fannir.

Døglingsregn

Grimdarregn, grindaregn

Ervamjørki

Mjørki í fjøllunum.

Eystan

Eystan er ein heilætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er eystan, kemur vindurin av eystri (og fer í vestan).

Fannakavi

Kavi sum liggur í fonnum.

Fjallamjørki

Mjørki á fjøllum, toppamjørki

Flykrukavi

Kavi, sum kemur niður í stórum flykrum (í stilli), flyksingur (1), hann tjúknaði og kom við flykrukava; hann var komin á við flykrukava.

Flóðaræl

Sera grovt æl, eitt flóðaræl kom, og alt blotnaði upp.

Flókaskýggj

Skýflóki, sum hevur rivið seg leysan úr skýbólki.

Glopraregn

Nógv regn, áarføri

Grimdarregn

Nógv regn, tað regnar av grimd. Áarføri

Grimdarskúrur

Grovt æl, grimdaræl

Grimdaræl

Grovt æl, grimdarskúrur

Grindaregn

Grimdarregn

Hálvætt

Ætt millum heilættirnar. Hálvættirnar eru landnyrðingur, útnyrðingur, landsynningur og útsynningur.

10 hálvættirnar.png

Heglingsæl

Æl við heglingi

Heglingsælingur

Ælingur við heglingi

Hýggikavi

Fínur kavi, sum fýkur inn ígjøgnum rivur í húsi og hjøllum - er sum dust og kann treingja inn í hvørja rivu. Tá ið hesin so fíni kavin bráðnar, kann lætt gerast hýggiskotið, har sum kavadustið er sloppið at.

Eisini kallaður rokkavi, murrukavi og murukavi.

Høgætt

Ættirnar millum útnyrðing og landnyrðing. Onkrastaðni er markið sett við eystan og vestan. 

Jarðkavi

Kavi, sum liggur leingi og harðnar.

Kavaflykra

Einstøk flykra av kava, snjóflykra, kavaflykrurnar vóru vorðnar til hegling.

Kavaæl

Æl við grovum kavaavfalli, sum skjótt hæsar av aftur

Kavaælingur

Ælingur við grovum kavaavfalli, sum hæsar av og byrjar skjótt aftur, ódnarveður við stormi og kavaælingi

Kavi

Avfall, ið fellur til jarðar í hvítum krystallaðum kornum, tá ið tað er kalt, blaka kava, blaka kavabløk; hann leggur kava nógvur kavi legst niður; hann mylur kavan niður , hann beykar kavan niður, smáar og ótættar flykrur detta niður av møkum; djúpur kavi nógvur kavi; kavi var; í kava søkir seyðurin til snjóstøðurnar; vit hava ongar stórar kavar havt í ár - t.e. ongan stórkava.

Landnyrðingur

Landnyrðingur er ein hálvætt og ein av høgættunum. Tá ið ættin er landnyrðingur, kemur vindurin av landnyrðingi (og fer í útsynning).

 

Landsynningur

Landsynningur er ein hálvætt og ein av lágættunum. Tá ið ættin er landsynningur, kemur vindurin av landsynningi (og fer í útnyrðing).

Lágætt

Ættirnar millum landsynning og útsynning. Onkrastaðni er markið sett við eystan og vestan.

Lágættirnar eru vanliga góðar á Viðareiði. Lágættirnar eru vanliga ikki góðar í Leirvík. 

Loysningur

Ælingur við grovum kavaavfalli, sum hæsar av og byrjar skjótt aftur, ódnarveður við stormi og kavaælingi

Lýregn

Regn í lýveðri

Lýsingaræl

Æl í lýsingini, degningsæl, móts. skýmingaræl

Menningaræl

Æl sum mennir upp undir ættina sum er, æl sum ikki verður til óterra, hatta er eitt menningaræl, hatta er ikki at rokna við.

Mjørkaæl

Æl í mjørka, tá kom eitt mjørkaæl

Murrukavi

Fínur, turrur kavi sum rýkur, rokkavi, hýggjukavi, murukavi

Murukavi

Murrukavi

Netjuskýggj

Skýggj líkt netju á seyði.

Norðan

Norðan er ein heilætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er norðan, kemur vindurin av norði (og fer í sunnan).

 

Oysregn

Sera nógv regn, sturtningur, grimdarregn, glopraregn, áarføri, í oysregni og stormi

Ódnarregn

Ógvisligt regn, glopraregn, í fjøruti samdøgur helt ódnarregnið við.

Pólalýsi

Felagsheiti fyri norðlýsi og suðurlýsi.

Regn

Væta, ið fellur til jarðar í dropum, drav, omanvatn, loysa við regni el. loysa regnið, fara at regna av grimd; hann loysti við regni; hann loysti regnið, tá ið flóðin kom; regnið díkti á vindeygað; blásti tú regn í hoyna, so vart tú ikki keisarans vinur (í látipípu); mýrisnípan letur fyri regni (boðar frá avfalli); sms. t.d. driv-, døglings-, glopra-, grimdar-, grinda-, gull-, lý-, mjørka-, oys-, ódnar-, sam-, vár-

Regndagur
Dagur við regni, hetta er ein regndag; nógvir regndagar hava verið henda mánaðin
Regndropi
Dropi av regni
Regngráur
Gráur av regni, regntungur, regngráur dagur
Regngrómur

Grómur fyri regni, regngrómurnar standa á luftini

Regnhol

Bygd, har ofta regnar

Regnligur

Sum tað er so regnligt, hann hóttir við regni, regn er væntandi; luftin er so regnlig; hann sær mær so regnligur út

Regnloysi
Tað at einki regn er, turrveður, fyrra helmingin av august var terri og regnloysi
Regnluft
Luft ið boðar frá regni, regnlig luft
Regnmikil
Við nógvum regni, regntungur, regnmikil vetur
Regnskadda
Skadda við regni, í regnskadduni
Regnskúrur
Stoytingur, grovur regnælingur, grov regnæl
Regnskýggj
Tjúkt tungt skýggj við regni, himmalin er ímgráur av ývnum regnskýggjum (nimbostratus)
Regnskødda

Regnskadda, inni á landi hevur regnskøddan krøkt seg tvørtur um fjøllini og heingir síðkar niður í dalbotnarnar

Regntjúkn
Grovt regnæl, grovur regnælingur, tjúkn við avfalli (ið sæst burturfrá), skonnartin sást inni í regntjúknini
Regntoka
regnskadda, fjøllini vóru øll huld í regntoku
Regntungur
Regnmikil, luftin var vorðin regntung og tokumikil
Regnæl
Æl við regni; samanber heglingsæl, kavaæl
Regnælingur

Ælingur við regni

Regnætt
Ætt, ið ofta hevur regn við sær
Rennikavabøkil

Hvítur rundur skýbøkil, ið boðar frá rennikava

Rennikavaskýggj

Skýggj ella skýbólkur, ið boðar frá rennikava

Rennikavaæl

Æl við rennikava

Rennikavi

Vátur kavi (helst bleytari enn vátakavi), (fólktr.) tá ið kúgv stendur og sleikir, veit hon rennikava í

Rennikavaælingur

Ælingur við rennikava, nú rann alt saman aftur í rennikavaælingi

Rokkavi

Fínur, turrur kavi sum rýkur, murrukavi, jarðrok

Samdrigið

Tá ið skýggja fjala alt loftið, eign sól sæst stava niðurígjøgnum.

20230830 samdrigið í Klaksvík.jpg

Samdrigið. Skýggini fjala allan himmalin, einki hol er uppígjøgnum oman fyri Klaksvík.

Javnt skýggjutur himmal, skýtungur, tjúkkur, bundin, samdrigin luft.

Samdrigið loft er tað sama sum skýggjað loft. (Fisher Heinesen)

Samregn
Tað at tað regnar uttan íhald, samfast ella áhaldandi regn
Skarakavi

Kavi við skara á, skarakavin brakaði

Skarningsæl

Æl við skarningi – t.e. hvítt fínt kavarok (millum hegling og kava), skarningur smellur honum í fjaðrarnar

Skúrur

Grovt, frekt æl

Skriðsnjógvur

Kavi sum loypur, (lítið) skalvalop

Skýmingaræl

Æl í skýmingini, móts. degningsæl, lýsingaræl

Smákavi

Kavi.,ið liggur stutt, móts. stórkavi, vóru fáir og smáir blettir í miltinum, kom eingin stórkavi, men bert nakrir smákavar

Snjó

Snjógvur (kvæðamál)

Snjófok

(í skaldskapi) Kavafok, snjórok

Snjófonn

(í skaldskapi) Kavafonn

Snjóflykra

kavaflykra, hin hvíti vetur byrjaði við dansandi snjóflykrum

Snjógvur

Kavi - mest brúkt í kvæðamáli, um droyrin drýpur á snjó; (stb.) í snjógv tá ið kavi er; seyðurin stóð har í snjógv (hann krokaði)

Snjóløga

Tað at nógvur kavi legst, nógvur kavi ið legst

Snjórok

(í skaldskapi) Kavarok, hann virdi ei snjórok og vindar , rokkavi, jarðrok, eftir sjórok kemur snjórok

Snjóskriðja

Skalvalop, skriðsnjógvur

Snjóstøða

Pláss í haganum, har seyður søkir sær lívd í kavaveðri, støða, ból (í fluttari merking) skjól, skýli, gott er at hava snjóstøðu har 

Stórkavi

Nógv kavaavfall, nógvur kavi, ið liggur leingi, móts. smákavi, stórkavi legst

Stórsnjógvur

Stórkavi, allir stórsnjógvar skulu vera av á halvarðsøku

Sunnan

Sunnan er ein heilætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er sunnan, kemur vindurin av suðuri (og fer í norðan).

 

Tám

Kám og mjørkakend luft, fín toka (serst. í havsbrúnni), doði, dumb, hím, hjóm, kóv, tað var eitt gul av vestri við tjúkkum támi; lætt tám hekk bláligt og fínt um teir hægstu fjallatindarnar; alt var sum eitt tám fyri eygunum á honum; (tilt.) tað kemur aftur í sama támið (sama ólagið)

Tjúkn

Tað at luftin er tjúkk og kám (av grovum æli ella kavaæli)

Dømi: hann tók til at rópa grindaboðini út í tjúknina; teir viltust í tjúkninum

Toruæl

Grovt æl í toruveðri

Úrgonga

Samnevni fyri avfall og loysning

Útnyrðingur

Útnyrðingur er ein hálvætt og ein av høgættunum. Tá ið ættin er útnyrðingur, kemur vindurin av útnyrðingi (og fer í landsynning).

Útsynningur

Útsynningur er ein hálvætt og ein av lágættunum. Tá ið ættin er útsynningur, kemur vindurin av útsynningi (og fer í landnyrðing).

Várregn

Regn um várið (bíbl.)

Vátakavi
Vátligur og bleytur kavi, rennikavi
Vendingarælingur

Ælingur, tá ið streymurin vendir

Vestan

Vestan er ein heilætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er vestan, kemur vindurin av vestri (og fer í eystan).

Æl

Avfall sum stendur stutt, skúrur, frekt æl; grumt æl; ringt æl; hann setur eitt æl ella grundar fyri einum æli, hann dregur á luftina (fyri æli);* hann setti eitt æl fyri norðan*; hava mangt ælið køvt (havt manga ringa útiferð); betri er kalt æl á vári enn einki (kavaæl); fara ælanna millum (so stutt at fara til gongu); sms. t.d. brodda-, degnings-, flóðar-, grimdar-, heglings-, kava(roks)-, lýsingar-, menningar-, mjørka-, rennikava-, skarnings-, skýmingar-, toru-

Ælaleyst

Við ongum ælum, íslit, nú er ælaleyst eina løtu; er tað ælaleyst í kvøld?

Ælaligur

Ein, ið boðar frá æli, hann sær so ælaligur út

Ælaluft

Luft við ælingi

Ælaslettingur

Lítið æl

Ælaslit

Íslit millum æl, tað er ælaslit nú

Ælaslot

Ælaslit

Ælaveður

Veður við ælingi, ringt ælaveður

Ældrag

Lítið tunt æl, ældráttur

Ældráttur

Ældrag

Ældróg

Ældrag

Æling

Ælingur, grov æling stóð í honum

Ælingur

Æl, grovur ælingur; ælingur sæst í havsbrúnni; í dag verður eingin terri, ælingarnir ganga longu; so makaði hann aftur millum ælingarnar; hann etur ælingin aftur í seg (um æl ið dettur burtur, t.d. í hoyna)

Ælmeitingur

Lítið æl, ælmusk

Ælmusk

Lítið æl, driv, ældrag, hetta er bert eitt ælmusk

Ælnisp

Ælmusk, okkurt ælnisp niðurá við hvørt

Ælslit

Ælaslit, ælslitini gjørdust longri, sum frá leið

Ælstavur

Sólstavur í æli

Ælstroyggj

Ælmusk

Ælut

við ælum, tað er so ælut