VEÐRIÐ Í ÁRNAFIRÐI

JULI 2026
VEÐURSTOVA FØROYA
Les alla samrøðuna í pdf: Veðrið Í Árnafirði
Dagfesting: 31. juli 2026
Staður: Bønhúsvegur 1 – 727 Árnafjørður
Heimildarfólk: Mikkjal Mikkelsen
Viðtal við: Hanus Kjølbro
Eitt sindur um Árnafjørð og veðrið
Árnafjørður er innast í einum fjørði, sum vendir í landsynning. Fjøllini rundanum eru høg, og tað kann kennast trongt.
Fjøllini norðan- og eystanfyri verja væl ímóti vindinum. Lítil vindur er í bygdini, tá ið hann er norðan og niður í eystan, men afturfyri regnar illa á hesum ættum og niður í sunnan.
Landsynningur kemur beint inn á fjørðin og er ringasta ætt til bæði mjørka og brim.
Fjøllini vestureftir eru eisini høg, og tey taka sítt, áðrenn lotið er í Árnafirði. Í ringum veðri roynist vestan sera illa. Tá kunnu tey liggja svøvnleys. Vestan er eisini besta summarættin til vind og terra.
Tá ið lágtrýst við illveðri eru vestan fyri Føroyar og ganga norðureftir, er ringasta løtan, tá ið hann er komin upp í lágan vestan. Tá koma øgiligar hvirlur ígjøgnum Áarskarð og sláa rangar niðurúraftur Tólvmarkafjøllunum og fara oman í bygdina. Fer hann bert eitt strik upp um vestan, er beinanvegin betri.

Mynd 2: Árnafjørður
Fyri at fáa meiri at vita um veðrið á øllum ættum í Árnafirði setti undirritaði seg í samband við Mikkjal Mikkelsen. Hann er 85 ára gamalur, ættaður úr Árnafirði og hevur altíð búð har. Hann sat við einum festi í 30 ár – umframt at hann hevur tikið lut í øllum bygdarlívi og tí, sum hartil hoyrir.
Hann bjóðaði mær at koma at vitja seg í Árnafirði at tosa um staðveðrið.
Við til samrøðuna, sum var í heiminum hjá honum á Bønhúsvegi 1 í Árnafirði, hevði eg spurnarblað til 16 ættir – tær 4 høvuðsættirnar, tær 4 hálvættirnar umframt tær 8 millumættirnar, sum tó bert vórðu nevndar í tann mun, hildið var neyðugt:
Ø Er vindurin javnur ella ójavnur á ættini
Ø Er meira vindur í ættini enn aðrasteðs – ella øvugt
Ø Er ættin vát – t.e. regn, tá ið turt er aðrastaðni – ella øvugt
Ø Er hetta mjørkaætt?
Ø Er ættin vanliga ein góð ætt ella ein ring ætt – ber til at siga tað við fáum orðum?
Ø Onnur viðurskifti um ættina, søgur, fyribrigdi, hendingar o.s.fr.
Spurt varð somu spurningarnar ætt fyri ætt. Byrjað varð við norðan, og var farið allan kringin runt eystureftir, og steðgað var við heil- og hálv- og millumættirnar.

Mynd 3: Tær 32 ættirnar. Til samrøðuna eru ikki allar 32 ættirnar brúktar, men onnurhvør - t.e. heil-, hálv- og millumættirnar.
Norðan
Norðan kemur niður úr høgu fjøllunum og er ein hampuliga góð ætt í Árnafirði.

Vindurin er javnur, tá ið hann kemur høgt, og vindferðin minni enn kring landið. Er lítil vindur, er veðrið vanliga gott og nakað kalt. Er illveður, kann vera frískur vindur í Árnafirði. Tá er hann ruskutur og keðiligur, men tó einki ordiligt illveður. Ongar glaður eru á fjørðinum.
Norðan er vanliga ikki eitt vát ætt. Í liggjandi norðurætt er veðrið hampuligt og turt. Góð terraætt. Tað kann vera váttlig til tíðir, og tá kann vera leingi, til hann lýsir í aftur. Norðan hevur verið roknað sum ein ring kavaætt. Tað kundi løða niður. Tey seinnu nógvu árini hevur verið nógv minni av kava. Eisini av norði.
Norðan er ikki mjørkaætt. Eitt sindur kann vera í erva, tá ið eingin vindur er.
Norðan er ikki brimætt. Tað er kyrt í bæði borð. Tað er avlandsvindur, og nógv fæst gjørt á sjónum.
Landnyrðingur norðan
Landnyrðingur norðan líkist norðurættini og er ein heilt hampuliga góð ætt í Árnafirði.
Landnyrðingur
Landnyrðingur kemur oman av Toftaskarði og er ein sera góð ætt til vind.

Tað merkist einki til vind í Árnafirði av landnyrðingi. Eysturættin roynist líka væl. Er illveður, hoyrist einki, og tað er bert eitt lítið lot – tey vita ikka av vindi.
Landnyrðingur er – líkasum eystan og landsynningur – sera vát ætt. Ein ring terraætt. Tað kann regna nógv og leingi. Ikki óvanligt við samregni í fleiri samdøgur. Eisini ein hervilig kavaætt.
Tað er ikki vanligt við mjørka, men mjørki kann vera, tá ið tað er lítil vindur. Hann kemur omanav.
Tað bilar ikki við brimi heimi við sandin, men fara vit eitt sindur útfrá – og serliga í vestara borðinum – liggur hann meira inná, og tað kann vera illsjóskut við brimi. Árnfirðingar fara ikki langt við opnum báti, tá ið nakað av vindi er av landnyrðingi.
Landnyrðingur eystan
Veðrið av landnyrðingi eystri líkist veðrinum á landnyrðingi.
Eystan
Eystan kemur oman úr teimum eystaru høgu fjøllunum og roynist sera væl til vind.

Tað merkist einki til vind í Árnafirði av eystri, líka sum av landnyrðingi. Tey vita ikka av vindi, uttanso at tað er ordiligt illveður, ódn.
Eystan er – líkasum landnyrðingur og landsynningur – ein sera vát ætt í Árnafirði. Tað regnar ofta og nógv. Saman við landsynningi er eystan tann ringasta terraættin. Tað kavar ikki nógv av eystri, men er kalt í veðrinum kann hann kava oman. Hann er tó so lágur, at hann kavar ikki illa.
Eystan er mjørkaætt, men ikki tann ringasta. Ættin er eitt sindur óútroknilig, tí víkin kann standa full í mjørka, meðan tað er klárt hinumegin fjøllini – t.e. í Klaksvík og Hvannasundi. Tað kann eisini vera øvugt, at mjørki er báðumegin við, men ikki í Árnafirði.
Tað kann vera brim av eystri báðumegin við. Altíð meira brim á vestara landinum enn tí eystara. Mest er úti við land, men tað kann vera fitt av brimi heim við land eisini. Hyggja vit út á fjørðin frá bygdini, koma Mjóvin og Lisshøvdi saman, og tey taka so nógv frá eysturættini, at tað minkar so hvørt, tað kemur heimeftir. Lítið er eftir, tá ið tað er komið ímóti sandinum, og brimið er tí ikki skaðiligt.
Landsynningur eystan
Landsynningur eystan líkist landsynningi.
Landsynningur
Landsynningur strekkir fjørðin inneftir og er ein hampulig ætt til vind.

Vindurin er javnur og vindferðin tann sama sum í landinum. Eingin glaða er á fjørðinum, uttan at tað er ordiligt illveður.
Landsynningur er – líkasum landnyrðingur og eystan – ein sera vát ætt í Árnafirði. Tað regnar ofta og nógv. Saman við eystri tann ringasta terraættin. Tað kavar ikki á landsynningi. Ættin er ov lág til, at kavin tekur við.
Landsynningur er mjørkaætt í Árnafirði. Tað skal lítið til, at hann køvir av í mjørka, serliga um summarið, tá ið tað er lítil vindur. Er meira vindur, liggur mjørkin ikki drúgvur.
Ættin stendur beint inn á munnan, og er nógvur vindur og illveðursligt, er nógv brim heilt inn á sandin. Tá ið tað er ringast um veturin, kann brimið standa niðan um húsini, sum standa oman ímóti sandinum. Tá fer tað niðan ígjøgnum ánna og niðanundir vegin.
Landsynningur sunnan
Landsynningur sunnan er sum landsynningur.
Sunnan
Sunnan kemur upp ímillum Høvdan og Hellisdal og roynist ikki væl til vind.

Vindurin er ójavnur. Í lítlum vindi á sumri roynist sunnan væl við góðveðri. Er smásjaskur veður kring landið, byrjar tað skjótt at vera keðiligt í Áranfirði. Í illveðri roynist sunnan illa. Tá er nógvur og ójavnur vindur. Um veturin tekur hann nógvan vind upp á víkini. Nógvar glaður koma heimeftir, og tað kann vera heilt nógvur vindur í bygdini við hvirlum. Í gomul døgum høvdu tey ringt eyga á suðurættini. Húsini vóru ikki so sterkt bygt, og tí ræddust tey illa ójavnan vind og hvirlur.
Sunnan er ein hervilig regnætt í Árnafirði. Tað kann regna illa. Allar ættirnar úr landnyrðingi niður í sunnan eru vátar. Sunnan er tó ikki líka keðilig regnætt sum hinar. Tað kavar ikki nógv av suðuri, men tað kann vera vátaslettingur eina løtu, sum blívur til regn sum frá líður.
Sunnan er ikki tann stóra mjørkaættin, men hann kann hanga niður í hálvan hagan.
Tað er ikki nógv brim á suðurættini. Høvdin og Hellisdalur taka nógva megi úr ættini. Í illveðri brimar nakað, eisini heimi á sandinum.
Útsynningur sunnan
Útsynningur sunnan er sum suðurættin.
Útsynningur
Útsynningur kemur upp sunnan fyri Svínoyarbotn og oman í bygdina. Ein lumpin ætt í Árnafirði.

Vindurin er javnur, tá ið veðrið er gott og roynist væl. Er nakað av vindi, kann hann vera strangur – í illveðri sera strangur.
Til avfall er útsynningur lumpin. Vanliga er ikki so nógv regn uppi í honum. Kann roynast væl við góðum terra á sumri, og nógv hoyggj er komið inn. Avfallið, sum er, er í ælaveðri. Í góðveðri kann brádliga og uttan ávaring fara at æla. Ælini kunnu vera grov. Á vetri kann kava, men tað er lítið og óbetýðiligt.
Útsynningur er hvørki mjørka- ella brimætt í Árnafirði. Tá ið lítið er av vindi av útsynningi, hava árnfirðingar ofta verið at síggja á floti, har teir dyrgja fram við vestara landinum – út fyri Krossmøl og eitt sindur longur út.
Útsynningur vestan
Útsynningur vestan líkist útsynningi.
Vestan
Vestan kemur gjøgnum Áarskarð og er tann ringasta ættin til vind í Árnafirði.

Vestan roynist sera væl, tá ið hann er blíður. Næstan ikki eitt lot. Tann besta góðveðursættin um summarið.
Vestan er eisini tann ættin, árnfirðingar ræðast sum hin versta, tá ið tað er illveður. Í illveðri er vindurin nógvur og ójavnur við sera hørðum hvirlum. Ringast er, tá ið hann kemur av lágum vestri. Hørðu hvirlurnar koma ígjøgnum Áarskarð, sláa í Tólvmarkafjøllini og koma rangar oman millum húsini. Tað kann vera ein øgiligur vindur í bygdini. Skaðaætt.
Heil hús eru tikin av grundini og eru syft í leysari luft út á víkina. Aðrar søgur eru eisini um skaðar á vesturættini.
Fer hann bert eitt strik upp um vestan, broytist veðrið beinanvegin.
Á vestri er vanliga turt. Serliga um summarið. Tann besta terraættin í Árnafirði. Tey bóðu eftir vesturættini fyri at fáa nógv og gott hoyggj, og kvinnur og menn fóru niðan á bø at hoyggja.
Vestan er hvørki mjørka- ella brimætt í Árnafirði.
Útnyrðingur vestan
Útnyrðingur vestan er sum útnyrðingur.
Útnyrðingur
Útnyrðingur kemur oman av fjøllunum norðan fyri Áarskarð og er ein hampuliga góð ætt í Árnafirði.

Vindurin er javnur, og vindferðin nakað tað sama sum fyri landið. Ættin roynist hampuliga væl, og nógv kann fáast burturúr til nyttuna. Í illveðri kann hann vera eitt sindur harðrendur viðhvørt. Tey ræðast tó ikki illveður av útnyrðingi. Ikki skaðaætt. Gamalt er, at útnyrðingur liggur ikki leingi, og hann gongur nokkso skjótt frá ættini.
Útnyrðingur er ikki tann vátasta ættin í Árnafirði. Vanliga er turt, men tað kann regna. Líkist eitt sindur útsynningi. Á landnyrðingi regnar nógv meir. Á vetri kavar líka nógv sum á honum høgættunum.
Útnyrðingur er hvørki mjørka- ella brimætt.
Útnyrðingur norðan
Á útnyrðingi norði er veðrið sum á norði.
































































































































































































































































































































































































































