Hagtøl

Her finnur tú hagtøl frá mátingum í Føroyum

Hiti Og Avfall 2025 Vs 1991 2020

Góðskutryggjaðar mátingar

Hagtøl Havn 2026

Vindur 

Grafarnir niðanfyri vísa vindin (miðalvindin, mesta miðalvindin og harðastu hvirluna) og hvussu nógvir dagar tað hava verið við vindi yvir nøkur mørk í Havn í 2026. 

 

Miðalvindurin, mesti miðalvindurin og harðasta hvirla í Havn í 2026
Miðalvindurin, mesti miðalvindurin og harðasta hvirla í Havn í 2026

Higartil er miðalvindurin í 2026 6,2 m/s. Hægst máldi miðalvindurin var 8,5 m/s í mars og lægst máldi miðalvindurin var 4,9 m/s í juni.

Mesti miðalvindurin higartil í 2026 er 25,1 m/s, hetta var í mars. Sama mánað var hægsta hvirla máld til 39,5 m/s. 

 

Dagar við vindi
Dagar við vindi upp í strúk (vindferð yvir 10,8 m/s), dagar við stormi (vindferð yvir 20,5 m/s), dagar við hvøssum stormi (vindferð yvir 24,5 m/s) og dagar við kolandi stormi (vindferð yvir 28,5 m/s) í Havn í 2026.

Higartil í 2026 hava tað verið 84 dagar við vindi upp í strúk (miðalvindurin yvir 10,8 m/s), 4 dagar við stormi (miðalvindurin yvir 20,5 m/s), 1 dagur við hvøssum stormi (miðalvindurin yvir 24,5 m/s) og 0 dagar við kolandi stormi (miðalvindurin yvir 28,5 m/s).

Hiti

Grafarnir niðanfyri vísa hitan (miðal av minsta hita, miðalhitan og miðal av mesta hita), mesta & minsta hita og hvussu nógvir frostdagar í Havn í 2026.  

 

Miðalhitin í Havn í 2026
Miðalhitin í Havn í 2026

Higartil er miðalhitin í 2026 6,1 stig. Heitasti mánaði var juni, tá vóru 10,4 stig, og tann kaldasti mánaði var februar, tá vóru 3,5 stig. 

 

Mesti og minsti hiti í Havn í 2026
Mesti og minsti hiti í Havn í 2026

Higartil er kaldasti dagur í januar, tá var mált -4,7 stig. Heitasti dagur higartil er í juni, tá var mált 16,1 stig. 

 

Frostdagar í Havn í 2026
Frostdagar í Havn í 2026

Tað hava verið 29 dagar har hitin var undir frostmarkinum (kallaðir frostdagar), flest teirra (11 dagar) vóru í februar. 

Avfall

Grafarnir niðanfyri vísa samlaða avfalli, mesta 24 tíma avfalli í Havn í 2026, og dagar við avfall yvir 0,1 og 10,0 mm. 

 

Samlað avfall í Havn í 2026.
Samlað avfall í Havn í 2026.

Higartil er tað komið 486,8 mm avfalli í 2026. Mesta avfallið var í mars, tá vóru 165,8 mm. 

 

Mesta 24h avfall í Havn í 2026.
Mesta 24h avfall í Havn í 2026.

Mesta avfalli í 24 tímar er mált til 13,6 mm avfall, hetta var í mars.  

 

Dagar við avfalli
Dagar við meira enn 0,1 og 10,0 mm avfall

Higartil í 2026 hava tað verið 152 dagar meira enn 0,1 mm avfall, flest teirra (31 dagar) vóru í mars. Tað hava verið 12 dagar við meira enn 10,0 mm avfall, flest teirra (5 dagar) vóru í mars.

Trýst

Grafurin niðanfyri vísir miðaltrýstið í Havn í 2026.  

 

Miðaltrýst í Havn í 2026.
Miðaltrýst í Havn í 2026.

Miðaltrýstið í 2026 er higartil 1005,7 m/s. Hægst miðaltrýstið var 1013,5 m/s í apríl og lægsta miðaltrýstið var 996,6 m/s í mars.

Hagtøl Havn 2025

Vindur

Vindur

Grafarnir niðanfyri vísa vindin (miðalvindin, mesta miðalvindin og harðastu hvirluna) og hvussu nógvir dagar tað hava verið við vindi yvir nøkur mørk í Havn í 2025. 

Vindur í Havn í 2025
Miðalvindur, mesti miðalvindur og harðasta hvirla í 2025

Miðalvindurin í 2025 var 6,0 m/s, miðalvindurin var minstur í juli (3,8 m/s) og mestur í februar (8,1 m/s).

Mesti miðalvindurin er í januar, har tað var ein ódn, ið hevði ein miðalvind á 30,3 m/s. Harðasta hvirla er undir somu ódn, hon var 43,7 m/s.

Dagar við vindi í Havn í 2025
Dagar við vindi upp í strúk (vindferð yvir 10,8 m/s), dagar við stormi (vindferð yvir 20,5 m/s), dagar við hvøssum stormi (vindferð yvir 24,5 m/s) og dagar við kolandi stormi (vindferð yvir 28,5 m/s) í 2025.

Í 2025 vóru 160 dagar við vindi yvir 10,8 m/s. Av hesum vóru 11 dagar við vindi yvir 20,8 m/s, 3 dagur við vindi yvir 24,5 m/s og 1 dagur við vindi yvir 28,5 m/s.

Hiti

Hiti

Grafarnir niðanfyri vísa hitan (miðal av minsta hita, miðalhitan og miðal av mesta hita), mesta & minsta hita og hvussu nógvir frostdagar í Havn í 2025. 

Hiti í Havn í 2025
Miðalhitin, miðal av minsta hita og miðal av mesta hita í 2025. 

Miðalhitin í 2025 var 8,1 stig. Heitasti mánaði var juli, tá vóru í miðal 12,5 stig, og tann kaldasti mánaði var januar, tá vóru í miðal 3,6 stig.

Mesti og minsti hiti í Havn í 2025
Mesti og minsti hiti í 2025.

Kaldasti dagur í 2025 var í januar, tá var mált -5,2 stig. Heitasti dagur í 2025 var í juli, tá var mált 18,4 stig.

Frostdagar í Havn í 2025
Frostdagar í 2025.

Tað vóru 25 dagar har hitin var undir frostmarkinum (kallaðir frostdagar), flest teirra (14 dagar) vóru í januar.

Avfall

Avfall

Grafarnir niðanfyri vísa samlaða avfalli, mesta 24 tíma avfalli og hvussu nógvir dagar tað hevur regna meira enn 0,1 mm og 10 mm í Havn í 2025

 

Avfall í Havn í 2025
Samlað avfall í 2025.

í 2025 kom tað 1117,6 mm avfalli. Mesta avfallið var í mars, tá vóru 136,0 mm. 

 

Mesta 24h avfall í Havn í 2025
Mesta 24h avfall í 2025.

Mesta avfalli í 24 tímar er mált til 42,8 mm avfall, hetta var í mai.  

 

Dagar við meira enn 0,1 mm avfall og meira enn 10 mm avfall
Dagar við meira enn 0,1 mm avfall og meira enn 10 mm avfall í 2025.

Í 2025 vóru tað verið 264 dagar við meira enn 0,1 mm avfall, flest teirra (27 dagar) vóru í juni. Tað vóru 32 dagar við meira enn 10 mm avfall, flest teirra (5 dagar) vóru í januar og oktober.

Trýst

Trýst

Grafurin niðanfyri vísur miðaltrýstið í Havn í 2025. 

 

Miðaltrýst í Havn í 2025
Miðaltrýstið í  2025

Miðaltrýstið í Havn í 2025 var 1008,4 hPa. Hægsta málda trýstið var 1017,0 hPa í apríl, meðan lægst málda trýstið var 1003,3 hPa í juni. 

Hagtøl Havn 2025 samanborið við klimanormalin fyri 1991-2020

Vindur

Grafarnir niðanfyri vísa miðalvindin í 2025 samanborið við klimanormalin fyri 1991-2020, mesta miðalvindin í 2025 samanborið við klimanormalin fyri 1991-2020 og harðastu hvirlu í 2025 samanborið við harðastu hvirlu í 2014-2020 og miðalvindin býtt í árstíðir í 2025 samanborið við klimanormalin fyri 1991-2020. 

 

Miðalvindurin í 2025 samanborið við 1991-2020
Miðalvindurin í 2025 samanborið við 1991-2020

Miðalvindurin í 2025 var 6,0 m/s, tað er 0,6 m/s minni enn í 1991-2020, tá var miðalvindurin 6,6 m/s. í sjey mánaðar var miðalvindurin minni í 2025 enn í 1991-2020, 4 mánaðir vóru næstan líka (± 0,1 m/s) og bert ein mánaði (oktober) hevði meira vind í 2025 enn í 1991-2020 (0,6 m/s meira). 

 

 

Mesti miðalvindurin í 2025 samanborið við 1991-2020
Mesti miðalvindurin í 2025 samanborið við 1991-2020

Mesti miðalvindurin í 2025 var í januar, har tað var ein ódn, ið hevði ein miðalvind á 30,3 m/s. Í 1991-2020 var mesti miðalvindurin í desember, tá var ein ódn, ið hevði ein miðalvind á 37,2 m/s. 

Mesti miðalvindurin er lægri í 2025 enn í 1991-2020 allar mánaðar uttan mars, tá er 2025 0,2 m/s hægri enn 1991-2020. 

 

Harðasta hvirla í 2025 samanborið við 2014-2020
Harðasta hvirla í 2025 samanborið við 2014-2020

Sum við mesta miðalvindi er harðasta hvirla í 2025 í januar (43,7 m/s) og í 1991-2020 er hon í desember (52,4 m/s). 

Hvirlurnar í 2025 eru sterkari enn í 1991-2020 í fyrru helvt av árinum, uttan í apríl har er hon veikari. Í seinni helvt av árinum eru hvirlurnar í 2025 allar veikari enn í 1991-2020. 

 

Miðalvindur býtt í árstíðir í 2025 samanborið við 1991-2020
Miðalvindur býtt í árstíðir í 2025 samanborið við 1991-2020

Verður árið býtt í árstíðir sæst ein klárur tendensur til, at 2025 hevði minni vind samanborið við í 1991-2020. Vindurin er millum 0,4 m/s (summar) og 0,7 m/s (vetur) minni í 2025 enn 1991-2020. 

 

Hiti

Grafarnir niðanfyri vísa miðalhitan í 2025 samanborið við miðalhitan, miðal av minsta hita og miðal av mesta hita í seinasta klimanormal frá 1991-2020, og miðalhitan býtt í árstíðir í 2025 samanborið við klimanormalin fyri 1991-2020. 

 

MIðalhiti í Havn í 2025 samanborið við 1991-2020
MIðalhiti í Havn í 2025 samanborið við 1991-2020

Miðalhitin í 2025 var 8,1 stig, tað er 1,1 stig heitari enn klimanormalurin fyri 1991-2020, tá var miðalhitin 7,0 stig. 10 mánaðir í 2025 eru heitari enn klimanormalurin, millum 0,6 stig og 2,4 stig heitari. Bara í januar (-0,6 stig) og november (-0,5 stig) var tað kaldari í 2025 enn í klimanormalinum.   

 

Miðalhiti og miðal av minsta og mesta hita í 2025 samanborið við klimanormalin 1991-2020
Miðalhiti og miðal av minsta og mesta hita í 2025 samanborið við klimanormalin 1991-2020

Serliga februar og desember vóru heitir. Miðalhitin hesir báðir mánaðarnar var 0.4 stig heitari enn miðal av mesta hita í klimanormalinum. 

Áhugavert er at vita, hvussu miðalhitin hevur verið tá ið árið verður býtt í árstíðir. Hetta er samanborið við tríggjar klimanormalar (1961-1990, 1981-2010 og 1991-2020). 

 

Miðalhitin býtt í árstíðir í 2025 samanborið við 1961-1990, 1981-2010 og 1991-2020
Miðalhitin býtt í árstíðir í 2025 samanborið við 1961-1990, 1981-2010 og 1991-2020.

Tað sæst ein klárur tendensur til, at miðalhitin í teimum triðmum klimanormalinum er vaksandi, men 2025 er væl hægri enn allir tríggir klimanormalarnar - millum 0,5 stig og 1,5 stig heitari enn klimanormalurin fyri 1991-2020. Tað ger 2025 til eitt óvanliga heitt ár. 

Avfall

Grafarnir niðanfyri vísa samlaða avfalli í 2025 samanborið við miðal, mesta og minsta avfallið í 1991-2020, og avfallið býtt í árstíðir í 2025 samanborið við 1961-1990, 1981-2010 og 1991-2020. 

Avfall í 2025 samanborið við 1991-2020
Avfall í 2025 samanborið við 1991-2020

í 2025 kom tað 1117,6 mm avfall, tað er 281,6 mm minni enn miðal fyri 1991-2020, sum var 1399,2 mm. 9 mánaðar var avfallið í 2025 minni enn í klimanormalinum. Einans í mars, mai og juni var tað meira avfall í 2025 enn tað var í klimanormalinum.

Fyri at vita hvussu nógv meira ella minni avfall tað var í 2025 samanborið við klimanormalin, so verður samanborið við mesta og minsta avfall mátað í tíðarskeiðinum 1991-2020:

Avfall í 2025 samanborið við mesta, samlað og mesta 1991-2020
Avfall í 2025 samanborið við mesta, samlað og mesta 1991-2020

Tað sæst, at sjálvt um tað regnaði væl meira í mai og juni 2025 enn í miðal í klimanormalinum, so er 2025 ikki í nærheitini av mest málda mai og juni mánaða í tíðarskeiðinum 1991-2020. Haraftur ímóti sæst, at apríl er nær við at verða turrasti máldi apríl samanborið við 1991-2020, einans 1,7 mm meira í apríl 2025 enn minst máldi apríl í klimanormalinum.

Eitt annað áhugavert er at vita hvussu nógv avfall hevur verið tá ið árið verður býtt í árstíðir. Hetta er samanborið við tríggjar klimanormalar (1961-1990, 1981-2010 og 1991-2020).

Avfall býtt í árstíðir í 2025 samanborið við 1961-1990, 1981-2010 og 1991-2020
Avfall býtt í árstíðir í 2025 samanborið við 1961-1990, 1981-2010 og 1991-2020

Tað sæst ein klárur tendensur til, at avfallið í teimum triðmum klimanormalinum er vaksandi, men 2025 er væl lægri enn teir allir tríggir normalarnar. Várið og summarið er nakað tað sama av avfallið, meðan heystið og veturin er har tað er komið týðandi minni avfall í 2025 enn í klimanormalinum.

Søvn við eldri dáta

Mánaðarvirði

Eitt savn við mánaðarlig virði úr Havn finst her:

Mánaðarvirði

Árlig virði

Eitt savn við árlig virði úr Havn finst her: 

Árlig virði

Met

Met mátaði í tíðarskeiðinum 1873-2024 finnast her: 

Met

Stormar

Her finnur tú ein lista yvir stormar í Føroyum í 1875-2002:

Stormar

Eldri mátingar frá ársbókum

Eitt savn við eldri mátingum (1875-1925) frá ársbókum finst her:

Eldri mátingar frá ársbókum