Veðurhagtøl

Veðurstova Føroya ger regluliga veðurmátingar á 5 veðurstøðum kring landið. Data frá hesum veðurmátingum verða millum annað brúktar til, at gera veðurhagtøl fyri Føroyar og kanna hvussu veðrið er í Føroyum.

Gransking Og Menning Veðurhagtøl Mynd

Veðurmátingar hava verið gjørdar í Føroyum síðan 1872, fyrst av DMI, síðani Vørn og nú stendur Veðurstova Føroya fyri hesum mátingunum. Í dag eru 5 sjálvvirkandi mátistøðir kring landið (Havn, Eiði, Fugloy, Mykines og Akraberg). 

Data úr mátistøðunum verða góðskutrýggjaði og síðani brúkt til at gera veðurhagtøl fyri Føroyar. Hvussu veðrið er hvønn mánaða og hvørt ár verður kannað, og samanborið við eitt 30 ára miðal fyri árini 1991-2020; tað vit nevna ein klimanormal. 

Tá ið vit samanbera veðrið við seinasta klimanormal, kunnu vit meira nágreiniligt siga nakað um, hvussu árið/mánaðurin hevur verið (heitari/kaldari, turrari/vátari, meira/minni vindur, o.s.fr.). Við støði í hesum kunnu vit siga nakað um, hvussu veðurlagið í Føroyum broytist ár fyri ár.  

Føroysku veðurhagtølini eru tøk her.