Havmyndlan
Ein av uppgávunum, sum liggur hjá veðurstovum, umframt at gera veðurvánir fyri havleiðirnar, er at gera forsagnir fyri aldu og rák. Fyri at røkka hesum, verður arbeitt við at menna ein havmyndil fyri føroyska sjóøkið frá ytstu leiðunum og heilt inn á firðirnar og havnaløgini kring landið.
Fyri at náða hesum málinum er Finite Volume Community Ocean Model (FVCOM) myndilin, sum er menturt á University of Massachusetts Dartmouth, USA, valdur. Hesin myndilin byggir á eitt rútanet, sum brúkar trýkantar, heldur enn siðvanta háttin, ið er at brúka fýrakantar. Hesin lutfalsliga nýggi hátturin gevur møguleikan at brúka stórar rútar úti á opnum havi, har rákið er meira spakt, og síðani at brúka minni roknirútar í økjum, har stórar broytingar eru í rákinum ella bara hava serligan áhuga. Vid hesum háttalaginum ber til at fevna um rættuliga stór økir, og samstundis fremja neyva myndlan í økjum við fløktum ráki, sum er fleiri staðir nær við landi í Føroyum.
Málini við havmyndlinum eru fleiri, men er hetta arbeiði krevjandi fyri ein so lítlum stovni, sum Veðurstova Føroya. Í fyrsta umfarinum er málið hjá Veðurstovuni at menna eina skipan, sum kann framleiða neyvast møguligu rák kortini, sum MRCC til ein og hvørja tíð kann hava tøkt, um ein neyðstøða á sjónum tekur upp. Vinnulívið, og har serligan alivinnan, hevur eisini víst áhuga. Virksemi at menna henda havmyndilin er tískil skipa sum ein røð av verkætlaunum, oftani í samstarvi við feløg og aðrar stovnar. Nakar av hesum verkætlunum er stutt lýstar undir.
Rákið á Sørvágsfirði
Rákið á Sørvágsfirði

Lýsing av verkætlanini:
Alivirksemi hevur verið á Sørvágsfirði nærum síðani aling á sjónum byrjaði sum vinnuvegur í Føroyum, og eru mátingar av streymi, umframt hita og saltinnihaldi javnan framd á fjørðinum.
Frá innast í fjørðinum veksur dýpi til niður móti knappar 50 m úti móti munnanum, har ein lutfalsliga breið gátt er tvørtur um allan fjørðin. Í vestara partinum av fjørðinum í økinum norðanfyri Tindhólm og Gáshólm dýpist aftur so líðandi vestureftir út í Mykinesfjørð.
Í innara partinum av fjørðinum er spakt sjóvarfalsrák, og er rákið her í stóran mun drivið av feska vatninum, sum rennur á sjógv við áunum, og av vindi. Yvir gáttini og vestureftir er tað yvirhøvur sjóvarfallið, sum eyðkennir rákið. Í innara partinum av fjørðinum er ein avbjóðing við at ala á fjørðinum, eins og tað er á flestu firðum í Føroyum, at ansast má væl eftir at nøgdirnar av skarni og matleivdum ikki gerast ov stórar, tí rákið er ov spákt til at føra tað burtur. Í uttara partinum er hetta ikki ein trupuleiki, men heldur eru avbjóðingar við harðari ráki og ikki minst høgu alduni, sum kann koma inn á fjørðin serliga um veturin.
Í søguni hjá alingini á fjørðinum hoyrir eisini við, at tað javnan hava verið avbjóðingar við smittu av laksalús. Í hesum høpinum er ein av spurningunum um talan er um ávikavist innan- ella uttansmitta, og hvønn leiklut rákið á fjørðinum hevur í hesum. Í hesari verkætlanini er ein serútgáva gjørt av havmyndlinum hjá Veðurstovuni, ið hevur serliga høga upploysn av økinum í og kring Sørvágsfirði.
Fyri at kanna í hvønn mun útslitini frá myndlinum umboða veruleikan, verða samanberingar gjørdar við áður framdar mátingar á fjørðinum. Málið er at fáa so mikið neyva lýsing av rákinum á fjørðinum, at tey framyvir kunnu brúkast í strembanini eftir at alivirksemi á fjørðinum verður mest møguliga skynsamt fyri bæði umhvørvið og vælferðina hjá alifiskinum.
Samstarv: Verkætlanin verður framd saman við Sp/f RAO, Sp/f SimLice og alifelagið Hiddenfjord.
Støða: Verkætlanin er í gongd
Avrik:
- Frágreiðing(ar): Fyribils bert innanhýsis í verkætlanini.
- Vísindauppslag:
- Framløga:
- Fjølmiðlan: Dømi uppá hvussu úrslit frá havmyndlinum á Veðurstovuni kann brúkast til at lýsa spjaðing av smittu millum alibrúkinum er framleidd av Sp/ SimLice, og kann síggjast her.
Áramál: 2025 -
Ábyrgd á Veðurstovuni: Knud Simonsen
Onnur á Veðurstovuni: Jari í Hjøllum
Fígging: Verkætlanin verður fíggjað av Hiddenfjord.
Rák til leitisskipan
Rák til leitiskipan
Lýsing av verkætlanini:
Tá neyðstøða er á sjónum, so er tað MRCC sum fær boðini og síðani setur í verk og samskipar tey tiltøk, sum skulu setast í verk. Í flestu førum hevur rákið týðning, serliga tá talan er um leiting ella leki er av onkrari dálking. MRCC hevur í dag amboð, sum í ávísan mun lýsa rákið serliga á ytru leiðunum. Á innaru leiðunum, og serliga inni í sundum og firðum, har lutfalsliga harða sjóvarfalsráki kann føra lutir langa leið uppá stutta tíð, eru ynski um at fáa neyvari lýsing av rákinum.
Í hesari verkætlanini er ein havnmyndil settur upp, sum røkkur havøkið millum Ísland og Skotland, og vestur á næstu bankarnar vestanfyri. Har djúpt er, hevur myndilin heldur grova upploysn, meðan upploysnin er hampuliga góð á øllum grynru økjunum, heilt góð inni á Landgrunninum og inn á firðirnar eru hon í støðum betur enn 50m. Í løtuni verður hesin myndilin drivin við sjóvarfallinum, sum kemur inn á ytru rondini, og á vatnskorpuni verður hann drivin frá seinastu forsøgnirnar frá felags evropesika veðurstovninum ECMWF. Ávegis er at at fáa stóru havstreymarnar inn á opnu rondina.
Málið er at hesin havmyndilin dagliga sjálvirkandi skal rokna rákið, sum eisini hevur við ávirkanina av seinastu veðurvánunum í økinum, í tíðarskeiðini frá dagin fyri og 4 døgn fram, og at hesi úrslit verða tøk hjá leitiskipanini hjá MRCC, um tørvur verður á tí.
Samstarv: Samstarv er við aðrar verkætlanir við hesum sama myndlinum, og verða framstig fingin í hesum verkætlunum beinleiðis til gagns í hesari verkætlanini.
Støða: Verkætlanin er í gongd.
Avrik:
- Frágreiðing(ar): Fyribils bert innanhýsis í verkætlanini.
- Vísindauppslag:
- Framløga:
- Fjølmiðlan (Greinar):
Áramál: 2025 -
Ábyrgd á Veðurstovuni: Jari í Hjøllum
Onnur á Veðurstovuni: Knud Simonsen
Fígging: Hetta er partur av virkseminum hjá Veðurstovuni, sum verður fíggjað av játtanini til stovnin av fíggjarlóg landsins. Hetta átakið hevur umframt stórt gagn av øðrum verkætlanum, sum eru við at menna havmyndlaamboðið á Veðurstovuni.
