Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi, skrivað klokkan 06:25
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin veksur vindurin til frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, tað dregur á luftina til samdrigið og sum frálíður driv ella regn. Hitin 6 til 11 stig. Í nátt minkar aftur til frískt lot til frískan vind framvegis av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig.
Eitt lágtrýst í Norðuratlantshavinum ferðast eystureftir og verður vestur úr Hebridunum í annaðkvøld. Eitt hátrýst yvir Norskahavið ferðast í eystan inn í Barentshavið. Hetta hevur við sær eitt slavið rák av landsynningi næstu dagarnar. Eitt brúgvalag við regni haðani verður yvir Føroyum týskvøldið. Frá Hebridunum fer hetta lágtrýstið norðureftir, verður yvir Føroyum mikudagin og fer síðani norðurum, har tað fánar burtur. Hetta hevur við sær lot av ymsum ættum og ælaveður mikudagin. Seint í vikuni flytur eitt hátrýst, sum hevur ligið yvir Norðurevropa, seg norður móti Skandinavia, samstundist sum enn eitt lágtrýst nærkast vestaneftir í Atlantshavinum. Hetta hevur við sær eitt spakt rák sunnaneftir fram móti vikuskiftinum.
Forsøgn galdandi til týsmorgunin
Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað, sólglottar og okkurt ælið. Seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað og okkurt ælið, í støðum møguliga mjørki. Hitin 6 til 12 stig. Í nátt veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 11 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningni, 5 til 10 m/s. Skýggjað, sum frálíður samdrigið og regn ella driv. Hitin 7 til 12 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi ella eystan, 5 til 10 m/s. Út á seinnpartin minkar vindurin til lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað, ælaveður og í støðum møguliga mjørki. Hitin 7 til 12 stig.
Hósdagin
Lítið lot skiftandi millum sunnan og útsynning, minni enn 5 m/s. Skýggjað, okkurt ælið og møguliga mjørki. Út á dagin lot til frískt lot sunnaneftir, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 12 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot millum sunnan og útsynning, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður og møguliga mjørki. Hitin 7 til 12 stig.
Leygardagin
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað, onkur sólglotti, møguliga mjørki og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.
Forsøgn galdandi til týskvøldið kl 24:00 UTC, skrivað klokkan 20:35 UTC
Tað er vind ávaring fyri Munkagrunnin
Eitt lágtrýst, 988 hPa, ferðast í eystan og verður vestan fyri Skotlandi í annaðkvøld. Hetta hevur við sær eitt rák sunnaneftir yvir havleiðirnar.
Ytribanki
Landsynningur 4 til 9 m/s. Gott ella toluligt sýni. Í nátt eystan 5 til 10 m/s. Fyrrapartin í morgin eystan 8 til 13 m/s. Toluligt ella vánaligt sýni. Í annaðkvøld eystan 6 til 11 m/s.
Munkagrunnur
Landsynningur 7 til 12 m/s. Gott ella toluligt sýni. Fyrrapartin í morgin landsynningur 10 til 15 m/s. Toluligt sýni. Í annaðkvøld landsynningur 8 til 13 m/s. Gott sýni.
Fugloyarbanki
Landsynningur 5 til 10 m/s. Gott ella toluligt sýni. Fyrrapartin í morgin landsynningur 8 til 13 m/s. Gott sýni. Seinnapartin í morgin eystan 8 til 13 m/s. Toluligt ella vánaligt sýni.
Íslandsryggur
Eystan 3 til 8 m/s. Gott ella tolulligt sýni. Í nátt eystan 6 til 11 m/s. Fyrrapartin í morgin eystan 8 til 13 m/s. Toluligt ella vánaligt sýni.