Um knøtturin omanfyri ikki riggar, royn so at trýsta á eitt ikon við triðmun prikkum. Um tað ei heldur riggar, royn so aftur við Chrome.
Legg inn Veður.fo sum app.
Vanliga við at trýsta á eitt ikon við triðmun prikkum. Um ikki, so royn aftur við Chrome.
Veður forsøgn
Forsøgn í dag
Saltnes,
Hitastig
10°C
Avfall
0mm/h
Vindur
6m/s
UV:0,0
Sólarris: Sólsetur:
Fleiri dagar forsøgn
Dagur
Nátt
Fyrrapart Fyrrap.
Seinnapart Seinnap.
Kvøld
Hiti
Avfall
Vindur
UV maks
Há hitastig13°C/ Lá hitastig9°C
1,3mm
6–12 m/s
1,2
Há hitastig11°C/ Lá hitastig6°C
0mm
0–7 m/s
2,5
Há hitastig12°C/ Lá hitastig6°C
5,2mm
1–7 m/s
3,5
Há hitastig14°C/ Lá hitastig11°C
8,5mm
6–8 m/s
1,3
Nátt
Fyrrap.
Seinnap.
Kvøld
Há hitastig13°C/ Lá hitastig9°C
1,3mm
6–12 m/s
UV maks:1,2
Há hitastig11°C/ Lá hitastig6°C
0mm
0–7 m/s
UV maks:2,5
Há hitastig12°C/ Lá hitastig6°C
5,2mm
1–7 m/s
UV maks:3,5
Há hitastig14°C/ Lá hitastig11°C
8,5mm
6–8 m/s
UV maks:1,3
Keldur: DMI, ECMWF, Open-Meteo
Forsagnir
Forsøgn galdandi til sunnukvøldið, skrivað kl 15:40.
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Sum frá líður minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s.
Í morgin veksandi vindur av útnyrðingi úr einum loti til frískt lot, 3 til 8 m/s, á morgni upp í frískan vind til strúk í vindi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin alt samdøgrið 8 til 13 stig.
Eitt lágtrýst beint vestan fyri Føroyar fer í landnyrðing, og eitt brúgvalag við nógvum regni fer fram við Føroyum. Sum frá líður fer lágtrýstið eysturum, og køld luft fer at reka ímóti Føroyum av útnyrðingi sunnudagin og mánadagin. Mánakvøldið væntast ein hátrýstryggur at fara fram við Føroyum við lítlum loti av ymsum ættum og klárum lofti. Týsdagin nærkast eitt lágtrýst Føroyum av útsynningi, og eitt brúgvalag haðani fer at leggja seg yvir oyggjarnar týskvøldið. Eftir hetta væntast eitt lýtt og slavið rák yvir Føroyum sunnaneftir.
Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, ið sum frá líður gongur vesturum til útsynning og veksur til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Samdrigið og regn sunnaneftir. Móti kvøldinum hálvskýggjað og sum frá líður bert okkurt ælið, út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin 9 til 13 stig.
Sunnudagin
Veksandi vindur av útnyrðingi úr einum loti til frískt lot, 3 til 8 m/s, á morgni upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 13 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og okkurt ælið, tó sum frá líður yvirhøvur turt og sólglottar. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í lot millum útnyrðing og vestan, minni enn 5 m/s. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, vaksandi til frískt lot upp í frískan vind millum sunnan og landsynning, 5 til 10 m/s. Fyrst smáskýggjað við sólglottum og turt, men sum frá líður dregur á luftina og tað fer at regna sunnaneftir. Hitin 9 til 13 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Fyrst samdrigið og regn, men sum frá líður skýggjað ella hálvskýggjað og í støðum tám, driv ella okkurt ælið. 10 til 14 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.
Forsøgn galdandi til sunnukvøldið klokkan 24 UTC, skrivað kl 21:00 UTC.
Vindávaring er fyri Ytrabanka, Munkagrunnin, Fugloyarbanka og Íslandsryggin.
Eitt lágtrýst, 991 hPa, beint norðan fyri Føroyar fer í eystan, og hevur við sær eitt vindrák av útsynningi, ið sum frá líður gerst høgætt.
Ytribanki
Útsynningur 8 til 13 m/s. Í nátt vestan 8 til 13 m/s. Fyrrapartin og seinnapartin í morgin útnyrðingur 9 til 14 m/s. Í annaðkvøld útnyrðingur 6 til 11 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Munkagrunnur
Útsynningur 8 til 13 m/s. Fyrrapartin í morgin vestan 8 til 13 m/s. Seinnapartin í morgin og í annaðkvøld útnyrðingur 9 til 14 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Fugloyarbanki
Útsynningur 8 til 13 m/s. Fyrrapartin í morgin vestan 8 til 13 m/s. Seinnapartin í morgin og í annaðkvøld útnyrðingur 10 til 15 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Íslandsryggur
Millum útsynning og vestan, 8 til 13 m/s. Í nátt, fyrrapartin og seinnapartin í morgin norðan 12 til 17 m/s. Í annaðkvøld norðan 8 til 13 m/s. Gott ella toluligt sýni.