Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi kl 12:00, skrivað klokkan 08:25
Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, sum út á fyrrapartin lækkar niður í sunnan, 13 til 18 m/s; tó í hæddunum upp móti storm, 23 m/s. Samdrigið og regn, í støðum nógv regn. Hitin 4 til 9 stig. Út á seinnapartin minni regn ella ælaveður. Í kvøld framvegis strúkur í vindi upp í skrið, men hann gongur upp í útsynning, 13 til 18 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 4 til 9 stig. Í nátt minkar vindurin niður í lot til frískt lot og hann hækkar so líðandi upp í norðan og móti morgni gongur hann yvir í eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin frá frostmarkinum og upp í 5 stig. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Skýggjað, í støðum sólglottar, og okkurt ælið. Hitin 2 til 7 stig.
Eitt hátrýst, 1005 hPa í Norskahavinum gongur í eystan, og hevur við sær eitt veikt rák av landnyrðingi, seinnapartin eystan, yvir havleiðirnar í dag. Eitt lágtrýst, 980 hPa, vestanfyri Írlandi gongur í landnyrðing og fer fram við Suðurlandinum í Íslandi seinnapartin í morgin. Hevur hevur við sær vind upp móti skrið sunnaneftir frá í kvøld og frá í nátt eitt brúgvalag við regni. Í annaðkvøld er hetta lagtrýstið farið eysturum og verður tá upp til frískan vind høgt og okkurt ælið. Mikudagin kemur ein ryggur frá hátrýstinum við Asorunum norður móti okkara leiðum, sum fánar burtur aftur hósdagin. Hetta hevur við sær upp til frískan vindan av ymsum ættum og løtur við ælaveðri fram til fríggjadagin. Eitt lágtrýst, 973 hPa, sunnanfyri Vestmannaoyggjunum hósdagin gongur í eystan, og fer eystur um Íslandsryggin fríggjadagin. Hetta hevur við sær eitt køli rák við nógvum vindi vestan við regni og møguliga vátakava frá seinnapartin fríggjadagin. Enn eitt lágtrýst, 990 hPa, sum leygardagin verður í Atlanshavinum vestur úr Írlandi, ferðast í landnyrðing og fer eysturum norðanfyri Føroyar sunnunáttina. Hetta hevur við sær eitt brúgvalag við nógvum regni og vindi sunnaneftir frá leygardegnum.
Forsøgn galdandi til týsmorgunin
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 2 til 6 stig. Seinnapartin minkar vindurin til lot til frískt lot og sum frálíður lækkar hann niður í eystan og í kvøld niður í landsynning, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 6 stig. Í nátt veksur hann til frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Tað dregur á luftina og móti morgni fer at regna. Hitin 4 til 8 stig.
Týsdagin
Strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn, í støðum nógv regn. Hitin 4 til 9 stig. Um miðunáttarleitið minkar vindurin til frískt lot til frískan vind, hækkar fyrst upp í norðan, og lækkar síðani niður í eystan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 6 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Út á náttina minkar vindurin niður í lítið lot, og støkkur vestur í útsynning, minni enn 5 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 3 til 7 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar, og okkurt ælið. Hitin 3 til 7 stig. Seinnpartin veksur hann bráttliga vindin upp í hvassan vind ella skrið vestan, 15 til 20 m/s, norðanfyri møguliga upp í storm 24 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, møguliga heglingur. Hitin 2 til 6 stig.
Leygardagin
Minkandi til frískan vind upp í strúk vestan, sum líðani lækkar niður í sunnan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Seinnapartin strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 2 til 6 stig.
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi kl 12:00 UTC, skrivað klokkan 09:25 UTC
Tað er storm ávaring fyri Íslandsryggin og vindávaring fyri Ytribanka, Munkagrunnin og Fugloyarbanka.
Eitt lágtrýst, 972 hPa, sunnan fyri Vestmannaoyggjunum fer framvið Suðurlandinum og eystur i Íslandshavi í dag. Hetta hevur við sær vind og regn sunnaneftir yvir havleiðirnar í dag. Ì kjalarvørrinum av hesum lágtrýstinum mennist í kvøld eitt nýtt lágtrýst, 978 hPa, sum fer í eystan inn í Norskahavi. Hetta hevur við sær nógvan vind yvir norðaru leiðirnar í kvøld og í nátt.
Ytribanki
Sunnan, 10 til 15 m/s. Seinnapartin sunnan 13 til 18 m/s. Í kvøld vestan, 14 til 19 m/s. Í nátt útnyrðingur 8 til 13 m/s. Fyrrapartin í morgin útnyrðingur 5 til 10 m/s. Gott sýni.
Munkagrunnur
Sunnan 12 til 17 m/s. Toluligt sýni. Í kvøld og í nátt landsynningur 13 til 18 m/s. Fyrrapartin í morgin millum útnyrðing og landnyrðing, 4 til 9 m/s. Gott sýni.
Fugloyarbanki
Landsynningur, 14 til 19 m/s. Seinnapartin í kvøld sunnan, 14 til 19 m/s. Í nátt eystarliga í økinum útsynningur 13 til 18 m/s; vestarliga í økinum útnyrðingur 15 til 20 m/s. Fyrrapartin í morgin útnyrðingur 9 til 14 m/s. Toluligt ella vánaligt sýni.
Íslandsryggur
Landsynningur og sunnan, 15 til 20 m/s. Seinnapartin í morgin sunnan, 14 til 19 m/s. Í kvøld sunnan 15 til 20 m/s; tó vestarlaga í økinum sum frálíður stormur norðan 20 til 25 m/s. Í nátt útnyrðingur 16 til 21 m/s. Fyrrapartin í morgin á landnyrðingsleiðunum eystan og landsynningur 4 til 9 m/s; á útsynningsleiðunum útnyrðingur 7 til 12 m/s. Toluligt ella vánaligt sýni.