Forsøgn galdandi til hóskvøldið kl. 18, skrivað kl. 16:10.
Lítið lot til frískt lot um eystan, minni enn 8 m/s, tó kanska í støðum stundum upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, serliga norðanfyri, samdrigið og kavi í støðum. Í nátt veksur hann vindin upp strúkur í vindi ella skrið eystan og av landsynningi, 13 til 18 m/s, í morgin 15 til 20 m/s, samdrigið við regni, kava og vátakava. Hitin veksur upp ímillum frostmarkið og 5 stig.
Eitt lágtrýst mennist, meðan tað nærkast Føroyum vestaneftir. Tað fer at standa sunnan fyri Føroyar í nakrar dagar. Sunnudagin fer tað norður eftir inn yvir Norskahav. Eitt kalt rák fer yvir Føroyar eystaneftir teir næstu dagarnar. Eitt annað lágtrýst við Nýfunnland ferðast eystureftir ímóti Bretlandi, og fyrst í næstu viku fer eitt brúgvalag haðani norðureftir ímóti Føroyum.
Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Lot til frískt lot eystan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, men í støðum stundum upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, serliga norðanfyri, skýggjað og kavi í støðum. Í nátt veksur hann vindin upp í strúkur í vindi ella skrið eystan, 13 til 18 m/s, samdrigið við regn, kava ella vátakavaæl. Hitin í dag -3 til 3 stig, men í nátt upp ímillum frostmarkið og 5 stig.
Hósdagin
Strúkur í vindi upp í skrið eystan, 13 til 18 m/s, í støðum 20 m/s, samdrigið og stundum, regn, kavi ella vátakavi. Um náttina minkar hann vindin niður í frískan vind ella strúk av landnyrðingi 8 til 13 m/s. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Fríggjadagin
Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið við regni, kava og vátakava. Hitin 1 til 6 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot millum sunnan og eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn, kavi ella vátakavi. Hitin 1 til 6 stig.
Sunnudagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum um náttina lækkar niður í frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 1 til 6 stig.
Mánadagin
Frískt lot upp í strúk millum landsynning og sunnan, 5 til 13 m/s, samdrigið og regn, kanska eisini við vátakava tíðliga á degnum. Hitin 2 til 7 stig.
Forsagnir galdandi til hóskvøldið kl. 18 UTC, skrivað kl. 16:40 UTC.
Tað er vindávaring fyri Ytrabanka, Munkagrunnin, Fugloyarbanka og Íslandsryggin.
Eitt lágtrýst, uml. 990 hPa, kemur inn yvir Ytribanka vestaneftir. Hetta hevur við sær eystanvind við regni, kava og vátakava yvir havleiðunum, ið á sunnaru havleiðunum støkkur yvir í eitt rák av útsynningi ella av ymsum ættum.
Ytribanki
Av ymsum ættum minni enn 8 m/s. Seinni í kvøld landsynningur 8 til 13 m/s. Í nátt og í morgin eystan 12 til 17 m/s, sum á sunnaru leiðini støkkur yvir í útsynning 11 til 16 m/s. Stundum toluligt ella vánaligt sýni í støðum.
Munkagrunnur
Á eystaru leiðini, landsynningur 10 til 15 m/s; á vestaru leiðini, av ymsum ættum minni enn 8 m/s. Seint í kvøld og í nátt eystan støkkandi niður í sunnan 15 til 20 m/s. Í morgin eystan og landsynningur, 15 til 20 m/s, sum á sunnaru leiðini støkkur yvir í útsynning 9 til 14 m/s. Stundum toluligt til heilt vánaligt sýni í støðum.
Fugloyarbanki
Landsynningur og eystan 10 til 20 m/s, mesti vind á útsynningsleiðini. Stundum toluligt ella vánaligt sýni í støðum.
Íslandsryggur
Í kvøld og í nátt, á norðaru leiðini, eystan 16 til 21 m/s; á sunnaru leiðini eystan ella av ymsum ættum upp í 13 m/s. Í nátt landsynningur og eystan 13 til 18 m/s. Í morgin millum landsynning og landnyrðing 17 til 22 m/s. Stundum toluligt ella vánaligt sýni í støðum.